NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Kommuna heldur ikki galdandi lógir?  Hvar er opinleikin?

20/1/2016

Comments

 
Billede
​Norðoya Portalurin bað um alment innlit tann 21. desember 2015, um hvussu lýsingarpengarnir hjá Klaksvíkar Kommuni vera brúktir, men nú ein mánaður er gingin, hava vit einki svar fingið. Einasta svar er ein teldupostir, har tey siga at tey hava móttikið umsókn okkara.

Norðoya Portalurin heldur tað hevur stóran áhuga fyri almenningin, at vita hvussu nógv Kommunan lýsir fyri og hjá hvørjum fjølmiðli, nú vit hava fleiri miðlar á lokala økinum, men tað letur seg ikki gera, so næsta stigi man vera, at man ferð víðari við málinum. 

Annars skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu soleiðis: Tann, ið ynskir innlit, vendir sær beinleiðis til avvarðandi myndugleika. Er ein áheitan ikki játtað ella noktað innan 10 dagar frá móttøku, skal ein orsøk og kunning um, nær avgerð fellur, skrivliga gevast tí, sum hevur biðið um innlit. Annars verður víst til fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit. Klikk her "Lóg um alment innlit"

Vit ætla at taka fleiri onnur mál upp, sum hava áhuga hjá almenninginum í býnum, at fáa upplýsingar um, eitt nú vegagerð, 50 metur hylurin, rennibreyt, bláa skýlið og onnur mál. 

Hava borgarar hug til at fáa okkurt ávís mál lýst og sum tit ikki tora at spyrja um alment innlit í, so eru tit vælkomin at senda okkum ein meyl, so vit kunnu spyrja Klaksvíkar Kommunu um tað málið, send meyl til klips.fo@live.dk 

Her svar frá Klaksvíkar Kommunu tann 21. desember 2015:

Hey Símun,

Við hesum verður sagt frá, at vit hava móttikið umsókn tygara.

Umsóknin er latin Stjórnarskrivstovuni.

Tygum hoyra aftur frá Stjórnarskrivstovuni.


Vinarliga

Klaksvíkar Kommuna

Stjórnarskrivstovan


Kap. 4.
Viðgerðin og avgerðin viðvvíkjandi áheitan um skjalainnlit
§ 15. Verður áheitan um skjalainnlit sett fram viðvíkjandi skjølum, ið eru partur av máli, har sum tað er ella fer at verða tikin avgerð av einum fyrisitingar myndugleika, avger hesin myndugleikin, um áheitanin kann verða gingin á møti. Í øðrum førum verður avgerð um skjalainnlit tikin av tí myndugleika, sum hevur skjalið undir hond.
Stk. 2. Avgerðir um spurningar um skjalainnlit kunnu kærast framíhjá til tann myndugleika, sum er kærustovnur viðvíkjandi avgerðini ella viðgerðini annars av tí máli, sum áheitanin um skjalainnlit viðvíkir.
Stk. 3. Landsstýrið kann áseta reglur, ið frávíkja reglunum í stk. 1 og 2.
§ 16. Viðkomandi myndugleiki ger sum skjótast av, um ein áheitan um skjalainnlit kann verða gingin á møti, og um hann, sum er komin við áheitanini skal verða gjørdur kunnugur við skjøl soleiðis, at hann fær høvi til at síggja tey á staðnum ella soleiðis, at hann fær eitt avrit ella makaskjal.
Stk. 2. Er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá, um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.
Stk. 3. Landsstýrið ásetir reglur um gjald fyri avrit ella makaskjøl.

SáH

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly