NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroya fyrsta løðistøð í Klaksvík

11/12/2015

Comments

 
BilledeFøroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar. Mynd: Dávur Winther
Týsmorgunin verður Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar tikin í nýtslu.

Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar stendur á stóra parkeringsøkinum við FK á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík. Hon verður tikin í nýtslu týsmorgunin, og hetta er eitt frambrot innan grøna orku, sambært Jógvan Skorheim, borgarstjóra. - Enn einaferð gongur Klaksvík á odda, og tað kunnu vit altíð fegnast um, sigur borgarstjórin. 

Hann heldur tað vera bæði jaligt og hóskandi, at Føroya fyrsta løðistøð til EL-bilar er at finna í Klaksvík, tí hetta eisini er í tráð við grønu ætlanina hjá kommununi. - Tað er sera stuttligt og eisini sera hóskandi, at fyrsta løðistøðin til EL-bilar er í Klaksvík, tí vit hava lagt eina greiða ætlan í mun til grøna orku, og hetta stuðlar hesi ætlanini heilt væl, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Seinastu árini hevur Klaksvíkar kommuna gjørt risastóra íløgu í sjóhitaskipanina, sum fer at hita stóru kommunalu bygningarnar í Klaksvík og spara kommununi og umhvørvinum fleiri milliónir litrar av olju um árið. - Hetta er ein týðandi íløga, sum fer at kasta stóran fíggjarligan og umhvørvisligan vinning av sær, sigur borgarstjórin og leggur afturat, at løðistøðin til EL-bilar tí hóskar seg væl í Klaksvík, tí hetta kann gera tað lættari hjá bilkeyparum at velja sær EL-bilar og harvið minka um oljubrúk og CO2-útlát.

SEV hevur útvegað hesa fyrstu løðistøðina til EL-bilar, har tveir bilar kunnu løða í senn. Løðistøðin verður sum nevnt tikin í nýtslu týsmorgunin kl.9.30, og eftir hátíðarløtuna við løðistøðina verður ábit í býráðssalinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32, har øll eru vælkomin.

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly