NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Erla Kongsdóttir skal vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar

27/11/2020

Comments

 
Picture
Lat okkum fáa Erlu Kongsdóttir til Klaksvíkar sum skjótast, her liggur hon best og kann hon vera avloysingarskip fyri Sam og nú ferðafólkini ikki er nógv i løtuni, so kundu vit roynt hana her norðuri nakrar túrar um dagin.

Eisini kann hon brúkast til avloysingarskip til Svínoynna og Fugloynna, tá ið gott veður er.

Manningin er sett og fær sína løn, so tað gerð einki at vit royna hana her norðuri, eisini kunnu vit spara nógvar pengar, tí hon kostar ikki so nógv at reka sum Sam.

Rokni eisini við at havnagjøldini eru munandi bíðligari í Klaksvík enn í Tórshavn.

Klaksvíkar Kommuna gerið skjótt av, bjóði Erlu Kongsdóttir hjartaliga vælkomin norður til Klaksvíkar og her kann hon so gera sína nyttu sum avloysingarskip fyri Sam og Rituna. Eisini kann Klaksvikar Havn fáa fitt av havnapengum í kassan, alt gerð mun.

SáH

Comments

​JÓLATRØINI Í KLAKSVÍKAR KOMMUNU - 2020

26/11/2020

Comments

 
Picture
Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 28. novembur kl. 15.30. Niclas Heri Jákupsson, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Skráin fyri nær jólatrøini í KlaksvÍkar kommunu verða tendrað:

Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 28. novembur kl. 17.00.
Mamy Dahl Sørensen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
 
Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 30. novembur kl. 18.00
Andras S. Biskopstø heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 30. novembur kl. 19.00
Marjun lómaklett, prestur heldur røðu – Klaksvíkar Hornorkestur spælir 

Kalsoy
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið  3. desembur kl. 18.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið    3. desembur kl. 19.00
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið       3. desembur kl. 20.00

Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið   3. desember kl. 20.30

Magni Garðalíð heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.

Svínoy
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 5. desembur kl. 16.00
Heri Joensen, prestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30 

Mint verður á Koronu-tilmælini um at halda frástøðu!

Klaksvíkar Kommuna

Her myndir frá jólini í 2019:

Comments

Innbrot í Maverick Barr í morgun

25/11/2020

Comments

 
Picture
​Klokkan 03:42 fór alarmurin frá á einum yvirvakingartóli í Maverick Barr og eigarin, sum altíð er tíðliga uppi, var eisini uppi í morgun og bar skjótt at, ringdi 114 og so avstað í bilin eftir innbrotstjóðinum.

Komin niðan í Maverick, var ongin maður at síggja og tað gingu bert nøkur sekund, so var Politi á staðnum. Vit sikraði staðið og so fór Politi at leita eftir manninum og eftir ½ tíma, so var maðurin funnin, nærhendis við Maverick Barr, men uttan nakrar brennivínsfløskur.

Maðurin hevði klára at stjolið 4-5 brennivínsfløskur, so um onkur finnur tær, so vera tit biðin um at avleverað tær til Politistøðina í Klaksvík.

Øll hendingin bleiv upptikin og Politi fær nú upptøkurnar, sum so kunnu brúkast sum prógv ímóti manninum.

Politi eigur rós uppiborið fyri skjótt og gott arbeiðið í morgun og takki eg fyri teirra innsats.

Fantastisk at hava eitt so gott Politi.

SáH

Comments

​Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt røðu Altjóða Barnarættindadagin

23/11/2020

Comments

 
Billede
​Eg vil í øllum førum virka fyri, at hesi tilmælini hjá tykkum verða raðfest, og at arbeiðið fer at síggjast aftur í tykkara egna gerandisdegi.

Hetta legði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, dent á í røðu síni, tá hon og norðurlendski samstarvsráðharrin, Kaj Leo Holm Johannesen, á altjóða barnarættindadegnum 20. november fingu handað tilmæli um íverksetan av ST Barnarættindasáttmálanum.

Tilmælið, ið er orðað av børnum úr øllum Norðurlondum, leggur dent á, at børn hava rætt til frítt at bera fram síni sjónarmið í málum, sum viðvíkja teimum.

Barnabati skipaði fyri ráðstevnuni, og føroysku umboðini løgdu fram og handaðu landsstýrksfólkunum tilmæli.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.

Almannamálaráðið

SáH

Comments

49 fráboðanir uppá vindskaðar inntil nú

20/11/2020

Comments

 
Billede
Støðan í morgun kl. 0715 er, at 49 fráboðanir, sum hava við nógva vindin at gera, eru komnar á alarmsentralin.

Lukkutíð er ongin av hesum fólkaskaði ella stórur skaði, tó onkur tekja og húsaklædningur byrjaðu at loysna.

Men allir skaðar koma ikki alarmsentralin, so tað kunnu verða aðrir størri skaðar, sum vit ikki vita um.

Fráboðanirnar eru úr 19 bygdum deilt soleiðis á politiøkini:
​
Suðurøkið - 6
Miðøkið - 27
Norðurøkið - 16

Comments

Heiðursmerki í Námi og Próvstovuni

20/11/2020

Comments

 
Billede
Í dag var hátíðardámur í Námi og Próvstovuni, tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast á sama øki í meir enn 40 ár.

Fyri hesa trúgvu tænastu fingu Ása og Gunnvør heiðursmerki frá Kongshúsinum.

Ása hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru nógvar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 40 ár hevur Ása verið trygdin fyri at hetta hevur gingið væl í hond. Ása hevur seinastu árini verið við til at samskipað føroysku PISA kanningarnar og hevur medvirkað í at tryggjað, at føroyskar próvtøkur altíð eru tíðarbærar og á norðurlendskum støði.

Gunvør hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru mangar og ymiskar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 42 ár hevur Gunvør verið trygdin fyri at hetta altíð hevur eydnast. Á Próvstovuni hevur Gunvør serliga verið knýtt at maritimu útbúgvingunum.

Eyðun Gaard, stjóri, í Námi og Próvstovuni handaði Ásu Hansen og Gunvør H. D. Poulsen heiðursmerki, fortjenstmedalje, fyri trúgva tænastu.

Nám

Billede
Comments

​Politi sent áváring út nú tað verður ódn

20/11/2020

Comments

 
Billede
Áheitan nú boðað verður frá nógvum vindi/ ódn næstu dagarnar.

Heitt verður á borgarar um alt landið at tryggja leysar lutir, ið annars kunnu gera skaða í nógva vindinum.

Eisini ein áheitan á bilførarar um at koyra eftir umstøðunum.

Átrokandi boð kunnu ringjast á tlf: 112

vaktleiðarin.

Comments

Maverick Barr og Grillin hjá Símun eru stongd í kvøld og nátt

20/11/2020

Comments

 
Billede
Vegna vánaliga veðrið í løtuni og at hann lovar ódn seinni í kvøld, so hava vit avgjørt at stongja Maverick Barr og Grillin hjá Símun í kvøld og nátt.

Vit lata uppaftur í morgin klokkan 17:00.

​SáH

Comments

Sambært lógini so átti Símun á Høvdanum at verið á Býráðsfundinum mikukvøldið 18. november

19/11/2020

Comments

 
Billede
Tað er óskiljandi at Fólkaflokkurin í Norðoyggjum ikki kallaði eykamannin inn til fyrsta Býráðsfundin mikukvøldið tann 18. november. Hví tey ikki gjørdu tað, eru hundravís av borgarum í Klaksvíkar Kommunu sera misnøgd um á teimum sosialu miðlunum, men sambært lógini so átti Símun á Høvdanum, at verið á Býráðsfundinum mikukvøldið 18. november. Hetta skrivar lógin:

Kommunustýrisfundir
§ 12. Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.
Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur. Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir eru valdir við líka nógvum atkvøðum, ger valnevndin av við lutakasti, hvør skal geva fundarboð og leiða fundin, til borgarstjóri er valdur.
Stk. 3. Berst kommunustýrislimi frá at møta á fyrsta fundi, skal tiltakslimur innkallast.

Lógin kann vera broytt nú vit hava Korona, bara sera klossut av Fólkaflokkinum, at byrjað sítt valskeið við at halda einum Býráðslimi uttanfyri, tá ið tað slett ongan týdning hevði fyri flokkin og skipaðina av nýggjum Býráðið, um Jóhanna Christiansen var á fundinum ella Símun á Høvdanum.

Vónandi endurtekur tað seg ikki, at skermar nú fara at yvirtaka stólarnar á byráðsfundunum í Klaksvíkar Kommunu.

Her øll lógin, klikk her: Kommunustýrislógin

Billede
Billede
Comments

Korona: Minkaútgávan er ikki í Føroyum

18/11/2020

Comments

 
Billede
Vandamikla minkaútgávan av koronu hevur ongantíð verið staðfest í Føroyum. Tað segði Bárður á Steig, løgmaður, undir munnligu fyrispurningunum í Løgtinginum fyrr í dag. Hann vísti á, at ein persónur í september mánaði varð staðfestur smittaður við minkaútgávuni av koronu.

“Viðkomandi smittaði møguliga ein annan persón, men sambært Landslæknanum varð henda ítøkiliga smittuketa longu brotin í september”, svaraði løgmaður millum annað í Løgtinginum.

Tað eru fýra ymiskar minkaútgávur. Tað er bert ein av hesum útgávunum, sum kann hava negativa ávirkan á koppingarevni, sum arbeitt verður við.

Greiningarnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísa, at minkaútgávan, sum í september kom til Føroyar, ikki er hetta vandamikla slagið, men hinvegin ein útgáva, sum ikki sær út til at hava nakra ávirkan á eitt komandi koppingarevni.

“Tað vísir seg eisini,  at tann minkaútgávan, vit hava funnið í Føroyum, eisini er funnin í fleiri øðrum londum m.a. í minki í Hollandi", segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly