NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Brátíðindir: Eldur staðfestur á Gomlurætt

22/10/2026

Comments

 
Picture
Klokkan 02:47 Gevið gætur!

Eldur er staðfestur í vinnubygningi á Gomlurætt. Óviðkomandi verða biðin um at halda seg burtur meðan arbeitt verður.
​
Í samband við arbeiðið at sløkkja eldin er Sandoyartunnilin stongdur.

Føroya Politi

Comments

Uppihaldsloyvini hjá ukrainum verða longd

19/10/2026

Comments

 
Picture
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur, saman við Føroya landsstýri, gjørt av at geva møguleika fyri at leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainum, sum hava fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini, til tann 17. mars 2028. Núverandi uppihaldsloyvir ganga út tann 17. mars 2027.

Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum. Ukrainar, sum eru riknir úr heimlandinum, hava tí framvegis tørv á fyribils vernd í øðrum londum. Uppihaldið hjá burturriknu ukrainunum í Føroyum hevur sum heild gingið væl. Føroya landsstýri heldur tí, at ongin vansi er við at geva burturriknu ukrainunum møguleika fyri at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2028.

Upprunaliga vórðu 250 fyribils uppihaldsloyvir latin burturriknum ukrainum, men fleiri ukrainar eru farnir av landinum aftur. 161 burturriknir ukrainar hava nú fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Vinnumálaráðið

Comments

Vegarbeiði í miðbýnum

18/10/2026

Comments

 
Picture
Í samband við vegarbeiði í miðbýnum, verður brúgvin millum Biskupstorg og Rótina stongd fyri allari ferðslu.

Arbeiðið byrjar mánadagin 19. okt. og verður væntandi liðugt hósdag 22. okt.

Heitt verður á fólk um at vísa varsemi og brúka aðra farleið og annars fylgja skeltingini á staðnum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

FUNNINGSVEGURIN STONGDUR

14/10/2026

Comments

 
Picture
FUNNINGSVEGURIN STONGDUR

Orsakað av einum omanlopi er Funningsvegurin nú stongdur.

Omanlopið hendi millum Funningsfjørð og Funning, beint við innkoyringina til Funnings.
Arbeiðið at rudda vegin fer í gongd um eina løtu.

Óvist er, nær opið verður aftur.

Vit boða frá aftur her á síðuni.

Føroya Politi

Comments

Eingin ferðsla í miðbýnum

14/10/2026

Comments

 
Picture
Eingin ferðsla í miðbýnum

Orsaka av nógva regninum eru avbjóðingar við at leiða regnvatnið burtur. Tí heitir Klaksvíkar kommuna á borgarar um at halda seg burtur úr miðbýarøkinum fyribils. Innkoyringarnar við Føroya Tele/Betesda og Føroya Bjór eru stongdar.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Býarbussurin koyrir ikki vegna veður

14/10/2026

Comments

 
Picture
Býarbussurin koyrir ikki vegna veður

Vegna veðrið steðgar býarbussurin at koyra í dag.

Heitt verður somuleiðis á borgarar um at tryggja leysar lutir, sum kunnu gera stóran skaða í nógva vindinum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg sent til ummælis

9/10/2026

Comments

 
Picture
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sent uppskot til nýggja løgtingslóg um lendisumsiting til almenna hoyring. 

Uppskotið skal dagføra og savna reglurnar um, hvussu lendið í Føroyum verður skipað og brúkt. Endamálið er at gera ábyrgdina greiðari og tryggja, at avgerðir um bygging og aðra nýtslu av lendinum verða tiknar á einum betri upplýstum grundarlagi. Verandi reglur eru í fleiri ymiskum lógarverkum og eru gjørdar í eini aðrari tíð, tá samfelagið og tørvurin á lendisnýtslu vóru øðrvísi enn í dag. 

Kommunurnar verða framvegis høvuðsmyndugleiki í vanligari lendisumsiting. Uppskotið gevur tó landsmyndugleikunum heimild at gera landslendisskipanir fyri øki, sum skulu brúkast til landsendamál, til dømis landsvegir, havnir, orku- og veitingarkervi, sjúkrahús og flogvallir. Hetta er ein broyting í mun til skipanina í dag. 

Ein onnur broyting er, at náttúru- og umhvørvisfyrilit skulu vera partur av grundarlagnum undir lendisskipanunum. Lendið skal flokkast eftir, hvussu viðkvæmt tað er. Í viðkvomum og serliga viðkvomum økjum kann neyðugt verða at gera kanningar ella árinsmetingar, áðrenn loyvi verður givið til bygging, lendisinntriv ella broytta nýtslu. 

Uppskotið leggur eisini upp til eina talgilda Lendisskrá, har uppskot og galdandi lendis- og økisskipanir verða tøkar. Tað skal gera tað lættari hjá borgarum, vinnu og myndugleikum at fáa greiðu á, hvørjar reglur galda, og hvar. 

"Hetta er eitt stórt lógararbeiði, sum fer at broyta verandi skipan á fleiri økjum. Tað er tí avgerandi, at kommunur, myndugleikar, vinna, áhugafeløg og borgarar fáa høvi at siga sína hugsan. Við hoyringini ætla vit fáa greiðari mynd av, hvussu uppskotið kann virka í verki, og hvar tørvur er á at tillaga tað."
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 

Uppskotið hevur áður verið til undanhoyringar hjá millum øðrum Kommunufelagnum, stjórnarráðunum og Føroya Kærustovni. Viðmerkingarnar eru viðgjørdar, og uppskotið er tillagað á fleiri økjum. Tað hevur eisini fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur, og ráðið tekur tí fegið ímóti viðmerkingum um bæði innihaldið og, hvussu skipanin kann fremjast í verki. 

Saman við lógaruppskotinum er ein kunningarbóklingur, sum greiðir frá høvuðstættunum í uppskotinum. Uppskotið og bóklingurin eru tøk undir „Uppskot til ummælis“ á heimasíðuni hjá Heilsu- og orkumálaráðnum. 

Ummælisfreistin er 19. november 2026.

Heilsu- og orkumálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    October 2026
    September 2026
    August 2026
    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.