NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

2027 verður Rørsluár

9/9/2026

Comments

 
Picture
Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, setti í morgun Fólkaheilsuráðstevnuna „Rørsla á arbeiðsplássinum“ í Kongshøll. Á ráðstevnuni kunngjørdi landsstýriskvinnan, at hon hevur valt at útnevna 2027 til Rørsluár.

Endamálið við Rørsluárinum er at skapa fleiri og betri møguleikar fyri rørslu í gerandisdegnum – á arbeiðsplássum, í skúlum, í frítíðini og í nærumhvørvinum.

Í røðu síni legði landsstýriskvinnan dent á, at arbeiðsplássini hava ein týðandi leiklut í fólkaheilsuni. Tørvurin er tó ymiskur. Fyri summi snýr tað seg um at koma meira upp úr stólinum, meðan onnur hava eitt kropsliga tungt ella einsíðugt arbeiði og hava tørv á at styrkja kroppin og fyribyrgja pínu, skaðum og sliti.

– Endamálið er ikki, at øll skulu gera tað sama ella líka nógv. Endamálið er, at øll kunnu vera við – á sínum egna støði, segði Eyðdis Hartmann Niclasen.

Fólkaheilsuráðstevnan var samstundis startskotið til Ítrótta- og rørsluvikuna. Á skránni vóru framløgur um heilsustøðuna í Føroyum, rørslu, arbeiðsumhvørvi og um, hvussu rørsla kann gerast ein natúrligur partur av arbeiðsdegnum.

Ráðstevnan varð skipað í samstarvi millum Heilsu- og orkumálaráðið, Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.

Heilsu- og orkumálaráðið

Comments

Landsstýrismaðurin á fundarferð í Nuuk

8/9/2026

Comments

 
Picture
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, er staddur í Nuuk, har hann luttekur á fundi í samstarvsráðnum millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin eisini havt fleiri aðrar fundir við politiskar samstarvsfelagar. Í gjár hitti hann danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, har teir umrøddu uttanríkispolitisk mál av felags áhuga og høvdu sínámillum kunning um aktuell mál.

Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við uttanlandsnevndirnar í Løgtinginum, Inatsisartut og Fólkatinginum, har hann kunnaði um føroysk uttanríkisviðurskifti og sjónarmið. Eisini hevur hann havt fund við verjunevndina í bretska tinginum, har serligur dentur varð lagdur á verju- og trygdarpolitisk viðurskifti, umframt samstarvið við Bretland.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Comments

Eldradagur er í Varpinum leygardagin

4/9/2026

Comments

 
Picture
Maria Olsen er forkvinna í pensjónistafelagnum Hugna í Klaksvík

Umframt at Maria Olsen er næstforkvinna í Landsfelag Pensjónista, so er hon eisini  forkvinna í pensjónistafelagnum Hugna í Klaksvík, hetta hevur hon verið í nøkur ár.

-Aftan á at felagið hevur ligið stilt í nøkur ár, varð semja gjørd um, at pensjónistafelagið skuldi halda fram, og hetta vildi eg fegin hjálpa til við, sigur Maria Olsen

-Skjótt, so varð ein nevnd skipað, og í dag er pensjonistafelagið Hugni eitt vælvirkandi felag við umleið 190 limum.

Í nevndini eru umframt Mariu Olsen eisini Sjúrður Kjølbro, næstformaður, Kristina Lützen, skrivari, Jóan Karl Høgnessen, peningarøkil, Jetta Ellingsgaard, nevndarlimur, Sigga Arge, eykalimur og Jóna Skorheim, grannskoðari.

Leygardagin 5. septembur verður eldradagur í Varpinum

Leygardagin tann 5. septembur skipar pensjónistafelagið Hugni fyri einum eldradegi í Varpinum. Tað eru umleið 325 fólk úr øllum Føroyum, ið hava meldað seg til tiltakið.

Øll, sum eru 60+, kunnu tekna seg til eldradagin, tað er ikki neyðugt at vera limur.

Eldradagurin byrjar kl 12:00 um dagin og endar kl 20:00. Nógv ymiskt verður á skránni, eitt nú borðhald, fyrilestrar, granskingarætlan um diabetes, skemt, føroyskur dansur, hugni og prát.

– Tað eru 15 ár síðan, at eldradagur varð hildin í Klaksvík, so henda dagin gleði eg meg nógv til, sigur Maria Olsen, forkvinna í pensjónistafelagnum Hugna.

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Í morgun varð dekka borð og øll nevndin striddist at gera tað so hugnaligt sum gjørligt, borgmeistarin Karl Johansen kom og heilsaðu uppá, her nakrar myndir:​

Skráin er hendan:

ELDRADAGUR 2026
Leygardagin 5. sept. 2026
í Varpinum í Klaksvík kl. 12.00 - 20.00
Bussar koyra av Farstøðini, Tórshavn, kl. 11.45 til Klaksvíkar og heimaftur kl. 20.00.
Skrá:
kl. 12.00: Koma og søla av lutaseðlum
kl. 12.30: Maria Olsen, forkvinna í Pensjónistafelagnum Hugni, bjóðar vælkomin
kl. 12.40: Ábit
Sjúrður Kjølbro spælir tónleik
Kl. 13.40: Vitjan til:
Kirkjukjallaran, Føroya Bjór, Nólsoyar Pálls húsið, Kappróðrarneystið
Kl. 15.00: Kaffi og køkur. Lutaseðlar verða drignir
Kl. 16.30: Døgurði: Kári Sólstein verður borðstjóri
Noel Joensen og Olgar Petersen spæla til sangirnar
Karl Johansen, borgarstjóri, ber fram heilsan
Skemt við Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir
Hanus á Gørðum heldur røðu
Felagssangur og síðani er orðið frítt
kl. 19.00: Upp á gólv, Ólavur Syderbø skipar
Kl. 19.30: Beate L. Samuelsen, forkv. í Landsfelag Pensjónista, ber fram heilsan
Kl. 19.40 Maria Olsen, forkvinna í Pensjónistafelagnum Hugni, endar dagin
Lutaseðlar verða seldir við nógvum góðum vinningum
Pensjónistafelagið Hugni og Landsfelag Pensjónista
www.eldri.fo

Comments

Landsstýrismaðurin luttekur á ES-ráðstevnu um Arktis í Brússel

1/9/2026

Comments

 
Picture
Í dag luttók Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, á ráðstevnuni, EU Arctic Forum and Indigenous Peoples’ Dialogue, sum verður hildin í Brússel í døgunum 1.-3. september. 

Ráðstevnan, sum ES-nevndin skipar fyri, savnar stjórnarumboð, granskarar og umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum altjóða samstarv, burðardygg og búskaparlig menning í Arktis, avbjóðingar í sambandi við veðurlagsbroytingar, samstarv millum arktisk lond og øki, umframt gransking, nýskapan og vitan um Arktis.

Landsstýrismaðurin tók lut í samrøðu á palli við aðalstjóran í DG Mare, Charlina Vitcheva, á tiltaki við heitinum “The Arctic today”. Í samrøðuni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av altjóða samstarvi, vísindagrundaðum avgerðum og einari skipan, sum byggir á altjóða lóg og reglur. Hann vísti eisini á føroyska íkastið til burðardygga umsiting av hav- og sjótilfeingi, umframt týdningin av øktum samstarvi um trygd og tilbúgving í Arktis.

Í sambandi við ráðstevnuna hevði landsstýrismaðurin eisini fund við ES-nevndarlimin í hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis. Á fundinum umrøddu teir samstarvið millum Føroyar og ES.

Meira kunning um ráðstevnuna fæst her. 

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2026
    August 2026
    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.