NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

C-Strongurin

21/6/2014

Comments

 
Picture
Summir mótar eru stuttir, men sjálvt um hesir mótar vara stutt - so má ein ásanna at teir eru svakir.

Gloym alt um G-strongin, tí tað seinasta nýggja er C-strongurin og tað hevur ikki so ræðuliga nógv uppá seg.

C-strongurin sær út sum um strongurin hoyrir heima á heysinum hjá kvinnum - men ístaðinfyri, so hava tey funnið uppá at brúka strongin sum trussir.

Men kvaliteturin er sum so - ein brúkari av hesum sokallaðum trussunum skrivar soleiðis um tær: "Tær vóru í ringum standi eftir at eg fekk tær "boygdar" - og er annars ein sera vánaligur kvalitetur. Og so er tað eisini óbehagiligt at vera í - tað er næstan sum at vera í okkurt slag av svimjudrakt - sera løgið. Tær standa heldur ikki har tær skula og eg fái meg ikki at trúgva at eg megni at vera í teimum í meira enn 2 minuttir - ikki oysla pengarnar hjá tær uppá hetta. Produkti hevur onki uppá seg !!!"

Vánaligt produkt ella ikki - myndarnir eru hóast alt sexy. Hygg eftir myndarøð niðanfyri.

JáH (y) 21.06.2014

Comments

71 ára gomul kona etið partar av hennara 80 ára gamla manni !!!

21/6/2014

Comments

 
Picture
71 ára gomul kvinna hevur sligið sín 80 ára gamla mann til deyðis - har hon hevur brúkt einum "køks mørtel" sum vápn, ið ein annars plagar at elta urtar við.

Hon hevur fingið kelunavnið "Tann kvinnuligi Hannibal Lecter" - tí hon drap ikki bara mannin hjá sær. Hon ár hansara hjarta, nøs og kynsdeilir.

Hon hevur kókað hansara kroppspartar í einari grýtu í køkinum hjá henni í bygdini Longwhy sum liggur í Fraklandið. Hetta skal vera hent tann 22. Mai í ár.

Mynduleikarnir fortelja soleiðis frá: "Tann ákærda hevur kókað hjartað, nøsina og kynsdeilirnar í einari grýtu - men vit vita annars ikki um hon eisini hevur etið kropspartarnar."

Hon hevur annars fingið tað óhugnaliga navnið frá filminum "The Silence of the Lambs" har Anthony Hopkins spælir rolluna sum ein kannibal seriumordari. 

Sakførarin hjá Caroline Depretz segði at hennara klientur hevur vrangforstillingar og legði afturat: "Hon varð nokk í tí svaka lagnum, tá hon gjørdi hesa brotsgerð."

Konan er í varðhaldi í fongslum fyri sinnisveik og har verður  hon so testa um hon kann standa fyri svart fyri hennara brotsgerð.

JáH (y) 21.06.2014

Comments

Donsk børn fáa viðgerðartrygd

17/6/2014

Comments

 
Picture
Danska Fólkatingið hevur júst samtykt eitt uppskot um at gera eitt lógaruppskot um eina viðgerðartrygd til børn av rúsmisnýtarum. Samtyktin var einmæld.

Nú er hjálp ávegis til børn og ung, ið vaksa upp í heimum við rústrupulleikum. Í hvussu er í Danmark.
TUBA (terapi for unge, der er børn av alkoholmisbrugere), sum er ein partur av arbeiðinum hjá Bláakrossi í Danmark, hevur í fleiri ár arbeitt við at tryggja skjóta og málrættaða hjálp til børn og ung, ið vaksa upp saman við foreldrum, sum drekka ov nógv, ella sum eru bundin av rúsdrekka/rúsevnum. 

Børn líða skaða um tey ikki fáa hjálp
Blái krossur í Danmark fegnast tí um, at tað nú skal gerast eitt lógaruppskot, sum skal geva børnum hjá rúsmisnýtarum rætt til viðgerð innan ein mánaða.
- Gjøgnum tað hjálpararbeiði, sum vit hava gjørt millum børn og ung, hava vit royndir av, at tað er stórur munur á, hvussu og hvussu nógv kommunurnar hjálpa børnum í rúsdrekkafamiljum. Nakrar kommunur hava serlig tilboð til børn og eina TUBA-ráðgeving, meðan aðrar kommunur hava hugburðin, at hetta ikki hevur verið ein uppgáva, ið kommunan hevur tikið sær av higartil, og tí heldur ikki er ein uppgáva, sum tey nú skulu loysa. Avleiðingin av hesum er, at tað eru nógv børn og ung, sum mugu klára seg sjálvi, og sum líða skaða av at liva saman við ella eru vaksin upp saman við foreldurm, sum drekka, sigur Christian Bjerre, aðalskrivari hjá Bláakrossi í Danmark.

Lætt at søkja sær hjálp
Við eini viðgerðartrygd fáa børn og ung, sum eru undir 25 ár, rættin av fáa hjálp ella viðgerð, um tey hava trupulleikar, tí at teirra foreldur hava eitt rúsdrekkamisbrúk.
- Nú skal tað gerast eitt veruligt lógaruppskot við neyvari greining av, hvat viðgerðartrygdin skal umfata. Í Bláa Krossi vilja vit arbeiða fyri, at tað verður lætt at søkja sær hjálp, uttan mun til hvar í landinum hesi børnini og ungu búgva. Og so vóna vit, at tað ikki gongur long tíð, til viðgerðartrygdin er veruleiki, sigur Christian.

Fakta:
Sunnhedsstyrelsen í Danmark metir, at tað í dag eru 122.000 børn í Danmark, ið vaksa upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum.
Børn kunnu sjálvi verða skadd av rúsdrekkamisbrúkinum hjá foreldrunum. Tað kann vera við at tey sjálvi útvikla eitt misbrúk av rúsdrekka ella stoffum, tey fáa lágt sjálvsvirði, hava trupult við at fáa eina útbúgving, gerast depressiv ella fáa aðrar sálarligar trupulleikar.

Mynd: 
Christian Bjerre, aðalskrivari í Bláakrossi í Danmark (t.h.), saman við Peder Morre, leiðari av "Hjartarúminum" í Aalborg.

Orð og mynd: Frants Jensen

Comments

Sea Shepherd í hernað ímóti Føroyum !!!

17/6/2014

Comments

 
Picture
Soleiðis skrivar Sea Shepherd á teirra heimasíðu um, at vit føroyingar drepa grind:

"Hvørt ár krevur grindadráp lívið av 100 vís av pilot hvalum og øðrum delfinum ...

Heil fylgir av hesum serstøku djórunum vera brutalt og sansaleyst slaktaði í Føroyum um árið - júst sum tey jaktstra í Taiji, Japan. Grindadráp umboðar Føroyar sum "Taiji fyri Norðan."

Sea Sherherd hevur verið ímóti grindadrápið síðan 1980'inum - í ár  hava hundravís av frívillugum set sín fót í Føroyum (og vera vit á heimasíðuni hjá Sea Shepherd kallað fyri tey svøku fólkini) har tey halda eitt vakið eyga við føroyingum á landi, sjónum og luftini. Vit atla at standa fast við okkara missión: Grindadráp skal steðgast
."

Annars so skriva tey nógv meira um føroyingar og okkara grindadráp á heimasíðuni hjá Sea Shepherd http://www.seashepherd.org/grindstop/ far sjálv/ur inn og hygg hvat teir skriva um okkum !!!

Eisini hava tey fingið kend fólk at siga sína meining um grindadráp og okkum føroyingar. Hygg eftir
 video'ini "Real men don't whale" HER

Hvør vinnur kampin ?!?

Ja, nú er tað komið so mikið langt, at løgreglan mælir fólkið frá at fara í grind - sjálvt um ein grind bleiv funnin fyri løtu síðani. Eisini hevur Sea Shepherd verið í bløðunum (Sosialinum) og nærum beinleiðis hótt við hvat fer at henda - um vit fara í grind. 

Ein propaganda video hevur eisini verið gjørd av fólkunum handan Sea Shepherd - sum seinni aftur er blivin sletta aftur av Youtube. Hvussu er og ikki, so sær tað í hvørtfall út til, at Sea Shepherd hevur vundið uppá seg í Føroyum og skapt mikla øsing ímillum føroyingar.

Men sum Elin B. Heinesen segði í Dagur & Viku í kvøld, so má tó vera frægast at vit latast sum luft og heldur flenna eftir fólkunum aftanfyri Sea Shepherd - tí tað loysir absalutt ongar trupuleikar við at vit sjálvi missa fatningin og fara í hernað ímóti teimum. Tá hava vit longu tapt og tað má fyri alt í verðini ikki henda.

Tey muga skjótt blíva troytt av okkum - og tíð & pening er also ikki nakað, sum tey eiga so nógv av. Og bróta tey lógina, so skal ikki so ræðuliga nógv til fyri at fáa tey "burturvíst" av Føroya landið ... og so er tað aftur "grind & spik" á menu'ini hjá tí svanga føroyinginum.

Kanska hevði tað verið eitt gott hugskot, at vit føroyingar gjørdu ein film um Sea Shepherd - nú tá teir álíkavæl eru her. Tað kundi verið at filmurin bleiv ein altjóða succes og so kundu vit eisini víst á hvat fyri fólkaslag tey frá Sea Shepherd í veruleikanum eru. Also líka fyri líka - um tey spotta okkum út, so hví skula vit so ikki eisini spotta tey út ?!? Hatta varð nú bert ein tanki.

JáH (y) 17.06.2014


Comments

Stór øking í heildarveiðuni - tríggir fjórðingar eru uppsjóvarfiskur

17/6/2014

Comments

 
Picture
Í 2013 fiskaðu føroysk skip samanlagt 487 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 127 túsund tons meira enn í 2012, tá heildarveiðan varð 360 túsund tons. Í mun til 2012 eru serliga nøgdirnar á sild, makreli og svartkjafti øktar, tilsamans um 145 túsund tons, meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir upsa, um 10 túsund tons.  

Sjálvt um veiðan er økt munadi ímun til 2012, so manglar nakað í at røkka nøgdunum  metárini 2003-07, tá heildarveiðan var um 600 túsund tons árliga. Orsøkin til stóru nøgdirnar tey árini var einamest, at føroysk skip tá fiskaðu nógvan svartkjaft. Frá at hava fiskað í miðal omanfyri 300 túsund tons av svartkjafti árini 2003-07, hevur veiðan av svartkjafti seinastu fimm árini í miðal verið um 50 túsund tons. Í fjør fiskaðu føroysk skip 83 túsund tons av svartkjafti.. Kvoturnar av svartkjafti eru aftur vaksandi, so væntast kann, at nøgdirnar av svartkjafti komandi árini verða væl størri. Svartkjaftakvotan hjá føroyingum fyri 2014 er um 290 túsund tons, sum er áleið tað tvífaldaða ímun til 2013.

Størsti parturin av heildarveiðuni, 254 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, sum er ICES øki Vb1b og Vb2, tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Lesarin skal hava í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum (sí kort yvir ICES økini her). Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.

Av hesum 254 túsund tonsum í føroyskum øki taldi sild um 86 túsund tons, svartkjaftur 65 túsund tons og makrelur góð 35 túsund tons.

Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2013 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 148 túsund tons vóru fiskað, herav góð 108 túsund tons var makrelur.


Picture
Um 3/4 av heildarveiðuni í 2013 er uppsjóvarfiskur. Av hesum er makrelur við góðum 145 túsund tonsum tann størsti parturin. 

Botnfiskasløgini telja áleið 20 prosent av heildarveiðuni, og er toskur um 32 túsund tons og upsi góð 30 túsund tons størsti parturin av nøgdini.

Av heildarveiðuni er fiskiskapurin eftir toski og hýsu minkaður seinnu árini. Toskurin er minkaður eina lítla helvt síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í 32 túsund tons í 2013. Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt úr 30 túsund tonsum niður í smá 6 túsund tons. Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Nógv tann stórsti parturin av toskinum verður nú fiskaður í Barentshavinum. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og varð heilt góður árini 2005-2009 – nærum 70 túsund tons í meðal hesi árini. Seinastu trý árini er upsafiskaskapurin minkaður úr 65 túsund tonsum í 2009 niður í góð 30 túsund tons í 2013.

Av tí at upplýsningar ikki eru tøkir um virðið á øllum tí partinum av heildarveiðuni, ið er uttan fyri avreiðingarskipanina, ber ikki til at gera landingarvirðið av samlaðu heildarveiðuni upp.

Heildarveiðan sæst her í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsningar á fiskaslag og fiskileiðir.

Kelda: Hagstovan.



Comments

 Kristin Akursmørk fyrsti studenturin á Tøknibreytini 2014

16/6/2014

Comments

 
PictureKristin Akursmørk fær húgvuna á høvdi
Í morgun var Kristin Akursmørk, sum tann fyrsti í summar liðugur við gymnasialu tøknibreytina. Seinasta próvtøkan hjá Kristina var í føroyskum.

Saman við hinum pisunum á Tekniska Skúla í Klaksvík fær hann prógv handa mikudagin, 25. juni, kl. 13 úti í Grøv.

Vit ynskja Kristin og øllum pisunum hjartaliga tillukku.


Comments

Landsinnsavnanin gav 550.000 krónur

15/6/2014

Comments

 
Picture
Nú er landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi tald upp, og úrslitið varð 550.000 krónur. Vit eru sera takksom fyri henda stóra stuðulin, sigur Frants Jensen, aðalskrivari.

Leygardagin 10. mai hevði Blái Krossur landsinnsavnan, tá ið umleið 350 fólk gingu við bússu og spurdu um eina gávu til hjálpararbeiði hjá Bláa Krossi. Nú er talt upp, og inn komu 549.919 krónur. 

Hetta er tað næst besta úrslitið, Blái Krossur nakrantíð hevur havt í sambandi við landsinnsavnanina.

Framvegis koma nakrar gávur frá einstaklingum, og tí kann vera, at talið kvinkar eitt lítið sindur uppeftir. Einhvør er framvegis hjartaliga vælkomin at lata eina gávu til Bláa Kross.Sjálv innsavnanin gekk væl, og komu fólk frá Bláa Krossi í flestu hús kring landið. Men tó ikki allastaðni. Millum annað manglaðu nakrir partar av Havnini, partar av útoyggjunum, og partar av nøkrum bygdum og býum kring landið.

Innkomni peningurin fer til tvær verkætlanir, nevnliga byggingina av nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi á Nesi og verkætlanina "Øll hava rættin til góð barnaár". 

Blái Krossur takkar hjartaliga øllum, sum hava latið til landsinnsavnanina. Vit takka eisini hjartaliga øllum teimum mongu bússuberarunum, stuðlum annars og peningastovnunum fyri gott samstarv.

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly