NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

22/1/2021

Comments

 
Picture
Ikki er líkt til, at verandi samgonga fær sama møguleika, sum undanfarna fekk, nevniliga, at verða boðin í studio í Sortudíki at reypa av sínum avrikum.

Undanfarna hevði tó lítið at breggja sær av. 

Nú er gott ár runnið av hesum samgonguskeiðinum, so nú er kanska tíð at gera fyribils støðuna upp.

Ein avrikslisti við innihaldi, alt meðan vit meginpartin av skeiðnum hava verið rakt av eini alheims heilsukreppu.

Úr rúgvuni eru avrikini hjá sitandi samgongu hesi:
► Nýggj fiskivinnulóggáva er samtykt, sum gevur vinnuni tryggar og varandi karmar, og sum tryggjar meira rættvíst býti av okkara tilfeingi.
► Uppskot til nýggja skipan viðvíkjandi tilfreingisgjaldi er klárt, og verður sent Løgtinginum ein av fyrstu døgunum.
► Nýggjar skattareglur eru samtyktar, sum tryggja landskssanum part av tí vinningi, sum fæst burtur úr sølu av veiðu- og fiskirættindum.
► Nýskipan av øllum almannaøkinum er gjøgnumførd. Øll lóggávan á økinum er dagførd, samstundis sum almannaøkið er uppraðfest við hægri játtanum.
► Almannaverkið hevur sett ferð á útbyggingar av stovnum at hýsa teimum veikastu í samfelagnum.
► Bústaðarpakki er lagdur fyri løgtingið. Endamálið við uppskotinum er at geva Bústaðir lániheimild uppá 450 mill. kr fyri at nøkta bústaðartørvin í breiðastu merking, bæði til tey veikastu og til vanligar leigubústaðir kring alt landið.
► Uppraðfesting av sjúkahúsverkinum. Játtanin er økt við umleið 150 mill. kr. Sjúkrahúsini verða dagførd, so tey lúka øll nútíðarkrøv.
► Tillagingar á pensiónsøkinum eru samtyktar, so okkara fólkapensionistar fáa meira pening at liva fyri. Játtanin á hesum øki er økt við umleið 100 mill.
► Uppskot um nýggjar reglur á eftirlønarøkinum er lagt fyri Løgtingið, sum skal tryggja, at okkara útisiglarar ikki skulu rinda dupult eftirlønargjøld v.m.  
► Lóggáva samtykt sum tryggjar lærlingum eyka skattafrádrátt uppá 50.000 kr.
► Nýggj rættargangslóg samtykt, sum skal betra um rættartrygdina hjá teimum sum enda í okkara rættarskipan.
► Nýggj lóggáva um løgreglu v.m. samtykt sum betrar um rættartrygdina hjá borgarunum.
► Nýggj dátuvernarlóggáva samtykt, sum betrar um rættartrygdina innan skrásetingarøkið.
► Reglur samtyktar, sum tryggja føroyingum rætt til danskt cpr.nr, til tess at bøta um rættartrygdina m.a. hjá sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar í viðgerð.
► Tunlar Norður um Fjall avgreiddir.
► Tunnil til Fámjins avtalaður.
► Innkomuvegurin í Runavík avgreiddur.
► Innkomuvegurin til Tórshavn á veg í Løgtingið.

Enn eru stórmál eftir at avgreiða, og tey verða øll samtykt.

Borgarliga samgongan hevur sanniliga verið burturav produktiv og stevið í samgonguni hevur verið gott.

​Nú er bara at vóna, at politiskar ósemjur ikki forkoma okkara framúr virkisfúsu og virknu samgongu.

Christian Andreasen
løgtingsmaður, Fólkaflokkurin

Comments

Partrolarnir kroka sunnanfyri Borðoyavík

20/1/2021

Comments

 
Picture
​Í illveðrinum í nátt er allir partrolarnir í Klaksvík, Safir og Smaragd, Fuglberg og Skoraberg, Polarhav og Stjørnan sunnanfyri Borðoyavík og kroka.

Veðrið hevur verið sera vánaligt í nátt og tí eru skipini og krota, mynd frá Marine Traffic klokkan 07:00 í morgun

Væntandi fara teir út aftur, tá ið veðrið verður betri.

​SáH

Comments

Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár

20/1/2021

Comments

 
Picture
Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tann eini tilburðurin er funnin við kanning dagin eftir komu til Føroya. Hin tilburðurin er funnin við kanning á sætta degi. 

omin til Føroya úr útlondum í farnu viku.Í gjár vórðu 449 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 216.677 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 652 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 644 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru sjey persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Comments

Stakkavík hevði 9.000 pund í dag

20/1/2021

Comments

 
PictureStakkavík, mynd tikin tann 20.01.2021 klokkan 11:28
Stakkavík kom aftur klokkan 11:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 9.032 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 6.000 pund hýsa, 3.000 pund toskur og restina annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 )
NFCS-20-01-2021   4.516

Comments

Dalsenni hevði 6.000 pund í dag

19/1/2021

Comments

 
PictureStakkavík og Dalsenni, mynd tikin tann 19.01.2021 klokkan 12:11
Dalsenni kom aftur klokkan 12:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.056 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 3.800 pund hýsa, 2.250 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

DALSENNI – ( KG 301 )
NFCS-19-01-2021   3.028

Picture
Comments

Stakkavík hevði 11.000 pund í dag

19/1/2021

Comments

 
PictureStakkavík og Dalsenni, mynd tikin tann 19.01.2021 klokkan 12:11
Stakkavík kom aftur klokkan 11:45 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaði Føroyar og høvdu teir 10.860 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 6.600 pund hýsa, 4.200 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 )
NFCS-19-01-2021   5.430

Comments

Bjørgvin hevði 7.400 í dag

19/1/2021

Comments

 
Picture​Bjørgvin, mynd tikin tann 19.01.2021 klokkan 10:55
Bjørgvin kom aftur klokkan 10:45. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.400 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.400 pund hýsa og 2.000 pund toskur, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

BJØRGVIN – ( KG 503 )NFCS-19-01-2021   3.700

Comments

Ein smittutilburður staðfestur í gjár

19/1/2021

Comments

 
Picture
Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum í farnu viku. 

Í gjár vórðu 714 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 215.607 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 649 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 644 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Comments

Stakkavík hevði 6.600 pund í dag

18/1/2021

Comments

 
Picture
​Stakkavík kom aftur klokkan 11:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.614 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.000 pund hýsa, 2.500 toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Skipari á Stakkavík er Andru Poulsen.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 )
NFCS-18-01-2021   3.307

Comments

Dalsenni hevði 6.000 pund í dag

18/1/2021

Comments

 
Picture
​Dalsenni kom aftur klokkan 12:00 í dag. Teri høvdu roynt við línu í Djúpunum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 5.862 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.400 pund hýsa, 1.450 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

DALSENNI – ( KG 301 )NFCS-18-01-2021   2.931

Picture
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly