NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Núpur kom aftur kl. 07:30 við fullari last

30/11/2019

Comments

 
BilledeNúpur, mynd tikin tann 30.11.2019 klokkan 07:30
​Í fagrasta veðrinum í morgun kom Núpur aftur av Íslandstúri og væl hevur gingist hjá teimum, teir hava fult skip og var fiskurin upp undir lúkurnar.

Núpur hevur boða frá landing mánadagin og hava teir 180.000 pund, tað mesta var toskur og so høvdu teir eisini nakað av hýsu, brosmu og longu.

Teir settu 9 setur, so hetta gjørdist ein sera skjótir og góðir túrur.

Við hendan túrin vóru 15 mans og skipari var Jón Kári.

Teir byrjaði túr tann 20. november og sum sagt, so komu teir í morgun.

News.fo og Norðoya Portalurin tóku ímóti og gott lag var á skiparnum og manningini, men mest bleiv tosað um enskan fótbólt, LiVÁRpool og Arsenal.

Takk fyri gott prát og vælkomnir heim.

SáH

NÚPUR - ( KG 910 )NFCS-02-12-2019   25.800


Comments

ANRU hevði 10.500 pund í dag

29/11/2019

Comments

 
Billede
ANRU hevur roynt norðanfyri í nátt og høvdu teir ein sera góðan túr.

Teir fingu 10.500 pund á 37 stampum. Meginparturin av veiðuni, eini 8.500 pund var toskur og restin hýsa.

ANRU hevur landað í Leirvík fyrr í dag og veiðan er seld til Fofish.

SáH

Comments

Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Grønland fyri 2020

29/11/2019

Comments

 
Billede
​Føroyar fáa meiri tosk í Eysturgrønlandi í 2020

Føroyar og Grønland hava í dag skrivað undir avtalu í Keypmannahavn um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2020.

Seinastu árini eru fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Grønland útbygdar munandi, og londini eru samd um at halda fram við góða samstarvinum.

Vísindaliga tilmælið er, at svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi eigur at lækka í mun til 2019. Hetta merkti samráðingarnar á tann hátt, at føroyska kvotan av svartkalva skuldi tillagast. Fyri ikki at lækka um støðið í avtaluni var lagt upp til at økjast kundi um føroysku toskakvotuna í Eysturgrønlandi ístaðin.

Úrslitið varð, at føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi hækkar við 175 tonsum í 2020. Sostatt hava føroysk skip loyvi at fiska tilsamans 1.500 tons av toski og 475 tons av brosmu í grønlendskum sjógvi. Kvotan av svartkalva í Eysturgrønlandi verður 225 tons. Í 2019 var hon 325 tons.

Føroyar varðveita eina royndarkvotu eftir krabba við Eysturgrønland á 500 tons, og føroyska svartkalvakvotan við Vesturgrønland verður verandi 100 tons eins og í 2019.

Grønlendska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður óbroytt 13.500 tons. Grønland fær harumframt, eins og í 2019, atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 6.290 tons í 2020, sum eru góð 100 tons meir enn í 2019. Grønlendskum skipum verður harumframt loyvt at fiska 3.200 tons av norðhavssild; eisini hetta er óbroytt í mun til 2019.

Tað vóru grønlendski samráðingarleiðarin, Emanuel Rosing, og føroyski samráðingarleiðarin, Andras Kristiansen, sum skrivaðu undir sínámillum avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2020.

Samráðingarnar fóru fram á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Comments

Líðhamar er longu komin aftur. Teir hava roynt við línu norðanfyri Føroyar.

29/11/2019

Comments

 
BilledeLíðhamar, mynd tikin tann 29.11.2019
Veiðan bleiv út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.514 pund, tað mesta toskur og hýsa, 4.400 pund toskur, 5.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Líðhamar kom aftur kl. 07:00 og landa bleiv til NFCS klokkan 08:00.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-29-11-2019   4.757


Comments

Pison kom aftur kl. 13:00 ígjár við 100.000 pundum

28/11/2019

Comments

 
Billede
​Pison er komin aftur til Klaksvíkar við 100.000 pundum, teir hava roynt við línu á Íslandsrygginum.

Landa verður til Kósina nú klokkan 06:00 í morgun, tað mesta var toskur og so blivu 27.820 pund boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 17. november.

SáH

PISON – ( KG 476 )
KLAKSVÍKAR HAVN  13.910

Comments

​Stakkavík 4.000 pund í dag

28/11/2019

Comments

 
BilledeStakkavík, mynd tikin tann 28.11.2019 kl. 15:51
Streymurin er harður fyri tíðina og nógvar av útróðrarbátinum eru ikki til útróðrar, men Stakkavík hevur verið ein túr og høvdu teir smáligan fiskiskap.

Teir settið 26 stampar og høvdu 4.000 pund, tað mesta var toskur.

Teir komu aftur beint fyri kl. 16:00 og landa bleiv til NFCS.

SáH

Comments

Fuglberg og Skoraberg landa 300.000 pund til Kósina

28/11/2019

Comments

 
BilledeFuglberg og Skoraberg, mynd tikin tann 28.11.2019
Fuglberg og Skoraberg komu aftur klokkan 05:00 í morgun av góðum túri. Teir hava partrola á Munkagrunninum.

Landa bleiv til Kósina í morgun og høvdu teir 300.000 pund, tað mesta upsi og so høvdu teir 92.800 pund hýsa, sum bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 19. november.

SáH

FUGLBERG – ( KG 360 )
KLAKSVÍKAR HAVN    24.800
SKORABERG – ( KG 380 )KLAKSVÍKAR HAVN   21.600


Comments

Líðhamar 11.300 pund í dag

28/11/2019

Comments

 
Billede
Líðhamar kom aftur frá útróðri klokkan 12:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 11.300 pund, tað mesta hýsa og toskur, 8.000 pund hýsa, 3.100 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

Líðhamar hevði eisini ein góðan túr mikudagin, tá landaði teir til Snarfrost í Miðvági og høvdu teir tá 9.220 pund.

​SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) (SNARFROST)  27-11-2019   4.610
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS 28-11-2019   5.650


Comments

Stakkavík bestir í dag 11.500 pund

27/11/2019

Comments

 
BilledeStakkavík, mynd tikin tann 27.11.2019 klokkan 12.30
​Stakkavík hevði ein góðan túr í nátt og í morgun. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar og høvdu 11.500 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 11.350, næstan alt toskur, 10.200 pund toskur, 1.100. pund hýsa og restin annað fiskslag.

Teir komu aftur kl. 12:25 og landa bleiv til NFCS.

STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-27-11-2019   5.675

​SáH



Comments

Dýrindal landar 28.300 pund í morgun

27/11/2019

Comments

 
BilledeDýrindal, mynd tikin tann 27. november 2019
​Dýrindal kom aftur kl. 05:30 í morgun og hava teir landa í Klaksvík í morgun.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 28.300 pund, tað mesta havtaska, 25.000 pund havtaska og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

News.fo og Norðoya Portalurin var á kajuni og tók nakrar myndir beint áðrenn kl. 09:00 í morgun.

SáH

DÝRINDAL – ( KG 474 )NFCS-27-11-2019   14.150


Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Arkiv

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly