![]() Allahalgannadag verður minningarhald við Gamla kirkjugarð í Vágstúni kl. 15.00 - Skráin sæst her. Her er skráin fyri minningarhaldið í Klaksvík við Gamla kirkjugarð í Vágstúni allahalgannadag, 1. november 2015, kl. 15.00: Vælkomin: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini Kórsangur: KFUM & K-kórið, Eg eri við tær ei óttast Felagssangur: Vit prísa tær, Harri Røða: Kristian Martin Rasmussen, skipari Hesir kransar verða lagdir: Klaksvíkar Býráð: Jógvan Skorheim, borgarstjóri Føroya Landsstýri: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan Páll Steinberg, formaður Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arthur Guðjonsson, formaður Kórsangur: KFUM & K-kórið, Sum sólin í eystri man rísa Felagssangur: Jesus kæri, før tú meg Tøkk: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini Aftaná minningarhaldið verður boðið til ein kaffimunn í KFUM & K Sangir til minningarhaldið Skrá fyri minningarhaldið ![]() Mánadagin 26. oktober 2015 hitti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, norska fiskimálaráðharran, Elisabeth Aspaker, á fundi í Reykjavík. Ráðharrarnir umrøddu fiskivinnumál av felags áhuga. Viðurskiftini innan uppsjóvarfiskiskapin vórðu eisini viðgjørd, og harundir semjan landanna millum um makrelfiskiskapin. Áherðsla varð løgd á týdningin, at samráðingarnar millum strandarlondini um uppsjóvarstovnarnar halda fram við tí í hyggju at finna eina semju um øll fiskasløg millum allar viðkomandi partar. Samstarvið um botnfisk landanna millum varð eisini viðgjørt á fundinum, og settu ráðharrarnir báðir sum endamál at finna eina góða semju, tá fiskiveiðisamráðingar verða í Føroyum í desember. Eisini onnur mál, so sum samstarv í økisfelagsskapum, og hvussu samráðingar og samstarv í síni heild kunnu skipast, vórðu viðgjørd á fundinum. Hetta var fyrstu ferð, at Høgni Hoydal, sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hitti sín norska starvsfelaga. Báðir partar settu fram ynski um gott samstarv frameftir. ![]() Næstu tvær vikurnar fara strandarlond og eygleiðaralond at hittast til samráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel. Byrjað verður í dag, tá ið strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg hittast í London til samráðingar um svartkjaft. Tað er Ísland, sum er formansland og hevur boðið strandarlondunum til samráðingarborðið. Grønland og Russland eru boðin við sum eygleiðaralond. Stóru málini á skránni til samráðingarnar um svartkjaft hesaferð eru at býta svartkjaftin av nýggjum millum strandarlondini, at umrøða eina langtíðar umsitingarstrategi fyri svartkjaftastovnin og at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2016. Mikudagin 14. oktober hittast strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland til samráðingar um norðhavssild. Hesar samráðingar verða eisini í London og er tað Noreg, ið er formansland. Afturat strandarlondunum, hevur Noreg boðið Grønlandi við sum eygleiðaraland. Stóru málini á skránni í samráðingunum um norðhavssild eru at býta norðhavssildina av nýggjum millum strandarlondini og at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2016 innan fyri galdandi umsitingarstrategi. Eftir at strandarlandasamráðingarnar um ávikavist svartkjaft og norðhavssild hesa vikuna eru av, verða strandarlandasamráðingar um makrel í Clonakilty vikuna eftir í døgunum 20. – 22. oktober. Tá hittast tey trý strandarlondini Føroyar, ES og Noreg, sum eru partar í makrelsemjuni frá 2014, við Føroyum sum formanslandi. Føroyar hava boðið Grønlandi, Íslandi og Russlandi við sum eygleiðaralond. Stórmálið á skránni í hesum samráðingum er at samtykkja eina langtíðar umsitingarstrategi fyri makrelstovnin og at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2016. Í sambandi við strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft, norðhavssild og makrel, fara strandarlondini at viðgera tilmælini frá altjóða havrannsóknarstovninum ICES um teir tríggjar stovnarnar. Hesi tilmælini vóru kunngjørd síðst í september mánaða og er tað greitt, at tilmælini um svartkjaft og makrel fyri 2016 lækka nakað í mun til tilmælini fyri 2015, meðan tilmælið um norðhavssild fyri 2016 afturímóti hækkar nakað. Í føroysku sendinevndini eru umframt føroyska samráðingartoymið, Vørn, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag umboðað. JáH (y) 14.10.2015 Kelda: Fiskimálaráðið |