NP
  • Heim
  • Vinna
  • Politikkur
  • Tónleikur
  • Ítrottur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • JáH (y) til minnist
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • Blog

​Framsókn sett so dyggiliga uppá pláss ígjár

6/12/2018

Kommentarer

 
Billede
Hetta er næstu ferð innanfyri stutta tíð, at Framsókn verður sett so dyggiliga uppá pláss frá Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum.

Fyri nøkrum vikum síðani, mátti tvær kvinnur í Framsókn taka sítt uppskot aftur, har tær høvdu lagt eitt uppskot fyri tingi, at skipanin við fiskidøgum skuldi halda áfram eitt ár afturat og ikki skuldi farast til kvotuskipan á nýggjárinum. 

Hetta bleiv ein sannur uppreistur í samgonguni og Aksel V. Johannsen hóttið við at slíta samgonguna og tað gekk ikki long tíð, so bakkaði báðar kvinnurnar í Framsókn og tær blivu tvingaðar at taka sítt uppskot aftur.

Ígjár legði løgmaður Aksel V. Johannsen aftur upp í leikin viðvíkjandi eykajáttan til Glasir. Orðaskiftið var sera hart og beint áðrenn tað skuldi stemmast við triðju viðgerð bað løgmaður Løgtingið taka uppskotið aftur og enn einaferð stóð Framsókn sum svartiper, har Ruth Vang hevði roynt at fáa øll løgtingsfólkini at stemma eitt uppskot ígjøgnum, har pengarnir fóru til at gjalda gamla skuld fyri á Glasir og sum vóru brúktir áðrenn nøkur játtan var givin og tískil vóru brúktir í heimildarloysið.

Bill Justinussen var við í meirilutanum, men tók sín stuðul aftur, tá ið tað kom fram, at ongin visti, um pengarnir fóru til at gjalda gamla skuld við ella um pengarnir skuldi brúktast til at gera skúlan lidnan og eitt skiftið var Kaos í Løgtinginum.

Stórur sigur fyri andstøðuna
Andstøðan hevði ígjøgnum allan dagin upplýst, at pengarnir vóru brúktir í heimildarloysið og onkur skuldi ábyrgdast av hesum, men samgongan vildi als ikki lurtað eftir teimum og tískil legði Miðflokkurin uppskot fyri Tingið, um at koyra uppskotið aftur í nevnd við aðru viðgerð, so skil kundi fáast á, hvat Tingið játtaði pengarnar til, men tað bleiv felt við stórum meirilutað og uppskotið viðvíkjandi eykajáttan til Glasir bleiv stemmað ígjøgnum við 2. viðgerð við stórum meirilutað, heili 24 stemmaði fyri, um eg minnist rætt.

Við 3. viðgerð bleiv orðaskiftið enn harðari og tað endaði við at Løgmaður mátti leggja uppí leikin og uppskotið um eykajáttan til Glasir bleiv stemmað aftur í fíggjarnevndina og Ruth Vang fekk enn ein ordiligan undir vangan.

Hetta er sera óvanligt og nú verður spennandi at vita, um Aksel V. Johannesen Løgmaður torir at koyra alla ábyrgdina á Mentamálaráðharran Rigmor Dam og koyra hana frá fyri óskilinum á Glasir.

Hvat Framsókn gerð, er ilt at meta um, men tey hava so einki at siga í hesari samgonguni og tað bleiv so dyggiliga staðfest ígjár.

SáH

Kommentarer

    Greinar

    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    August 2018
    Juli 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juni 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    August 2014
    Juni 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Oktober 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS-feed

Proudly powered by Weebly
  • Heim
  • Vinna
  • Politikkur
  • Tónleikur
  • Ítrottur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • JáH (y) til minnist
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • Blog