![]() Í sambandi við, at fleiri stjórar og leiðarar nýliga eru settir, bjóðaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, teimum settu til lítla óformella móttøku í Mentamálaráðnum. Landsstýriskvinnan kunnaði um mál og ætlanir ta komandi tíðina. Tey settu hava øll leiðsluuppgávur, sum eru knýttar at teimum bygnaðarligu broytingunum, sum arbeitt verður við í Mentamálaráðnum í løtuni og koma tey tí at arbeiða tætt saman. Hetta er innan Undivísingarstýrið, Nám, Sernám, Studna og Yrkisdeplin. Hon ynskti leiðslunum til lukku við størvunum og blíðan byr við komandi avbjóðingunum. Eyðun Gaard, stjóri á Nám, og Margreth Olsen, stjóri á Sernám, tóku við størvunum ávikavist tann 1. november og 1. desember 2017, Randi Frederiksberg, leiðari í Yrkisdeplinum og Jørgen Meitilberg, leiðari á Studna, tóku við ávikavist tann 1. januar og 1. mars 2018. Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, byrjar í nýggja stjórastarvinum tann 1. mai 2018. JáH (y) 12.04.2018 Kelda: Løgtingið ![]() Fyrrverandi forsetin hjá Amerika, Jimmy Carter, sum forrestin er 93 ára gamal - gevur núverandi forseta Donald J. Trump ráð: - Eg vóni, at hann megnar, at okkara land fer at fáa frið og at hann ikki yvirdrívur ella ger støðuna í Norður Korea, Sýria og Russlandi verri, segði Carter í eini samrøðu ígjár. JáH (y) 12.04.2018 ![]() Hetta kann væl henda í Klaksvík, tað sum er við at henda á Bornholm. Umsitinigin hjá Klaksvíkar Kommunu er methøg og veksur við risafetum hvørt ár og har tað gongur mest út uppá at fylla meira og meira fólk inn í umsitingina, so at tey eldru og veiku blíva koyrd í eitt síðuspor og har tey eldru vera noydd at spara, tí umsitinigin fer avstað við øllum pengunum. Les áhugaverd grein hjá Piu Kjærgaard herundir: Kan en vådserviet erstatte et bad? Er et bad hver anden uge i orden? Rækker det med rengøring hver tredje uge? Nej, det er ingen dårlig vittighed eller en grov karikatur på dårlig ældrepleje. Det er derimod i ramme alvor, hvad et flertal af politikere i Bornholms Regionskommune pønser på at udsætte øens ældre for, hvis man skal spare de ti millioner kroner, som ældreplejen tilsyneladende har brugt for meget. Ærlig talt, så synes jeg, at det er en dybt uværdig behandling, og jeg kan godt forstå, hvis flere og flere begynder at frygte for deres alderdom. Det er den helt forkerte retning af gå, når der kommer flere ældre, og det harmonerer slet ikke med, at der blev afsat en halv milliard kroner til varme hænder i ældreplejen på finansloven for 2018. Måske burde kommunen se nærmere på omkostningerne til administrationen? I hvert fald udtaler formanden for Bornholms Ældreråd Erik A. Larsen i Bornholms Tidende en undren over, at kommunen hører til blandt de dyreste, når kommer til administration, samtidig med at der åbenbart ikke er råd til at levere en ordentlig ældrepleje. Politikerne bør have røde ører. Ældrerådet bliver bestormet af henvendelser. Tilbage står, at sparekataloget på Bornholm skal sendes i høring, og så må man håbe, at et flertal af politikerne kommer til fornuft. For som formanden for Ældrerådet siger, så kan han bedre leve med lidt huller i vejen og lidt færre ”fancy projekter, man har gang i med økologi” end med besparelser på ældreområdet. Ja, kommunerne bør mange stedet overveje, hvad der er deres hovedopgave. Er det ”branding”, - ”samskabelses”- og ”innovationsprojekter” eller er det levering af kernevelfærd til borgerne? Selv er jeg ikke i tvivl: Vi skylder de ældre en værdig alderdom. Det er dem, der gennem et langt liv har bidraget til vores velfærdssamfund, og så skylder de nye generationer dem noget, der er bedre end en vådserviet, bad hver anden uge og rengøring hver tredje uge. Pia Kjærsgaard "Facebook 10042018" SáH ![]() Opið bræv til Johnny í Grótinum, stjóra í Kringvarpi Føroya Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava havt sínar landsfundir norðuri í Klaksvík um vikuskiftið, og tað er ikki hissini, sum tíðindatænastan hjá KVF hevur gjørt burturúr. Aftur og aftur hava vit hoyrt, hvussu javnaðarformaðurin er endurgivin beinleiðis úr røðu sínari. Møguliga eru drúgvu røðubitarnir tiknir úr stroymingini? Ella hevur ein kringvarpsmaður ella -kvinna verið á staðnum og hildið mikrofonini. Landsfundurin hjá Tjóðveldi bleiv eisini varpaður út, har ið Høgni Hoydal útlegði tekstin. Vit hoyrdu, hvussu Ingolf Olsen, tingmaður, varð endurgivin væl og leingi. Og so kom eisini ljóð frá Unga Tjóðveldi í Kringvarpið. Og í dag kom so eisini ein propagandisk einarøða frá Jóannesi Eidesgaard, afturat tí hjá formanninum í Javnaðarflokkinum. Ikki ein einasti kritiskur spurningur. MUNUR GJØRDUR Á FLOKKUM Álvaratos, her ruggar ikki rætt. Øll munnu síggja, hvussu KVF ger mun á politiskum flokkum. Tann 10. mars 2018 hevði Sambandsflokkurin ein góðan og áhugaverdan landsfund. Fleiri góðar og sigandi røður vórðu hildnar, og eisini vóru fleiri framúr áhugaverdar framløgur á skránni, m.a. um viðgerðartrygd, meirgóðsking í flakaframleiðslu og ein framløga um skeljaaling og havbit fyri laksi, ið kunnu gerast nýggjar føroyskar vinnur. Somuleiðis var eisini forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við á landsfundinum. Hann helt eisini eina góða røðu og bar eina heilsan til Sambandsflokkin. Fleiri høvdu væntað, at landsfundurin, ið varð stroymaður beinleiðis um allar Føroyar, onkursvegna fór at hoyrast aftur í Kringvarpi Føroya. Í øllum førum nøkur brot. Soleiðis bleiv tó ikki. Tað einasta, ið frættist, var ein stutt samrøða við okkara formann. Somuleiðis eisini eitt interview við Lars Løkke Rasmussen. Hví hoyrdist røðan hjá formanni Sambandsfloksins ikki, tá ið okkara landsfundur var? Hví skal KVF gera mun á flokkum? Hví frættist einki frá formanninum í Unga Sambandi, ið helt eina heilt framúr góða røðu? ER NØKUR STÝRING? Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, hevur, eina stóra uppgávu at taka sær av. Slagsíðan er stór, og tá ið tíðindafólk ikki duga at síggja tað, má stjórin traðka til og tryggja, at munur ikki verður gjørdur á politiskum flokkum. Tað tykist, sum at samgongan skal stuðlast í einum og øllum. Er tað rímiligt? Hví verður røðan hjá formanni Javnaðarfloksins siterað í allar endar og kantar, meðan røðan hjá formanni Sambandsfloksins varð tagd burtur? Hví verða tjóðveldisrøður endurgivnar vítt og breitt – beinleiðis úr stroymingini – meðan Sambandsflokkurin bara skal tigast burtur? MANGLANDI PROFESSIONALISMA Hetta er óhóskandi, óprofessionelt og ber týðilig tekin um, at KVF tekur summar flokkar fram um aðrar. KVF-stjórin eigur at koma við einum erligum svari um, hví linjan er so ójøvn og skeiv, og hví KVF ikki viðgerð allar politiskar flokkar eins. Øll sum vilja tað, síggja, at samgongan hevur fingið stóran fyrimun um vikuskiftið. Her ruggar ikki rætt, og leiðslan í KVF eigur at fáa tíðindaflutningin á beint. Edmund Joensen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin ![]() Tann árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum verður tann 11. og 12. juni. Í ár er Aksel V. Johannesen, løgmaður, vertur fyri fundinum og í hesum sambandi koma forsætisráðharri Danmarkar og frú og landsstýrisformaður Grønlands og frú til Føroyar. Seinni fæst nærri at vita, hvør skráin fyri ríkisfundin verður. Seinastu ferð ríkisfundur var í Føroyum var í 2014. JáH (y) 10.04.2018 Kelda: Løgtingið ![]() Nú tað er greitt, at amerikanski forsetin, Donald J. Trump og leiðarin av Norður Korea, Kim Jong Un fara at møtast - so hevur leiðarin eisini sagt við kineskar fjølmiðlar, at Norður Korea er til reiðar at minkað um atomvápnini í hálvoyggjuni. - Ein minkan av atomvápnum kann gerast, eftirsum Suður Korea og USA eru villug við okkara royndum og skapa eina friðarliga og stabila samveru - samstundis sum tey gjøgnumføra progressiv og synkroniseraði tiltøk fyri at uppnáa frið, segði leiðarin við fjølmiðlarnir. JáH (y) 09.04.2018 ![]() Fyrrverandi forsetin Luiz Inacio Lula da Silva hevur yvirgivið seg og er sendir í fongsul. Les eisini: Lula gevur seg ikki yvir til løgregluna Á myndini sæst løgreglan í Brasilia í Curitiba fara avstað við honum - har hann skal til at sita í fongsul í 12 ár og ein mánað fyri mutur. Roknast kann við uppreistri - tí Lula hevur mong viðhaldsfólk og sjálvur sigur Lula at hann er ósekur. JáH (y) 08.04.2018 ![]() Fyrrverandi forsetin úr Brasilia Luiz Inácio Lula gevur seg ikki yvir til løgregluna og beint sum klokkan byrjaði at nærkast, at hann skuldi handtakast ígjár - so rópti hansara viðhaldsfólk uttanfyri staðið har Lula heldur til: - Vit fara ikki at geva okkum yvir !!! Lula er ákærdir fyri mutur, sum hann sigur seg ikki hava gjørt - og verður fongsulstraffurin hjá honum 12 ár ... um also løgreglan fær hendur á honum. Les eisini: Hevur sent handtøkuboð eftir Lula Viðhaldsfólkini aftanfyri Lula siga, at tey fara at veja hann allan vegin - so mynduleikarnir úr Brasilia ikki fáa hendur á honum. So her kann roknast við, at vold kemur uppí leikin. JáH (y) 07.04.2018 ![]() Fyrrverandi forsetin úr Katalonia, Charles Puigdemont er sloppin leysur aftur úr tí týska fongslinum. Les eisini: Puigdemont kært ákæru um átalu Hann kemur at fortelja um sína støð í dag, ein dag eftir, at tað bleiv goldið veðhald fyri honum. JáH (y) 07.04.2018 Fólkafloksborgmeistarin Hans Toft hevur sitið longst sum borgmeistari í verandi løtu í Danmark7/4/2018 ![]() Hans Toft borgmeistarin í Gentofte hevur sitið longst sum borgmeistari í Danmark í verandi løtu og hevur hann verið borgmeistari í samfull 25 ár. Fólkafloksmaðurin Hans Toft tók yvir sessin í 1993 og hevur gjørt Gentofte til tað ríkastu kommununa í Danmark og hann er kendur fyri at hava beinini væl plaseraði á jørðini. Hann hevur gjørt Gentofte til eina sera sterka kommunu og er at tí gamla slagnum, har hann leggur nakað til síðist og er ikki sum aðrir borgmeistarar í Danmark og í Føroyum, har allir pengarnir skulu brúkast beinanvegin og nakað væl afturat, so onnur sum koma seinni, skulu taka teirra lort upp (politikkinum hjá samgonguni og Klaksvíkar Kommunu). Hann er sera tvørur og sera lokalur og tað hevur gjørt, at hann hevur reinan meirilutan í kommuni í dag, býtið er hetta: Konservative: 13 Socialdemokraterne: 2 Radikale Venstre: 1 Venstre: 1 Enhedslisten: 1 Socialistisk Folkeparti: 1 Her meira um Hans Toft, klikk her: "Se Lorrys første portræt af Hans Toft: Allerede den gang en stædig bykonge" SáH |
Greinar
Februar 2019
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |