![]() Nú síggja vit ítøkiliga, hvat formaður javnaðarfloksins Aksel Jóhannesen meinar við, tá hann førir fram, at ríkidømi Føroya skal deilast javnari millum Føroyingar. Hann hevur ført hetta fram óteljandi ferðir í sjónvarpi, útvarpi og bløðunum og hetta er úrslitið. Ókeypis barnaansing til millióningar og við tad, at flest fólk búgva í høvudsstadnum, so fara pengarnir har. Hetta var alt reypið. So vita vit tað. Javnaðarflokkurin vil nú, at øll tey ríku skulu hava ókeypis barnaansing. Tað vil siga, at tey skulu hava ein lætta uppá 2000-2500 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Ein familja við tveimum børnum fær soleiðis ein lætta uppá uml. 5000 krónur. Ikki smávegis , sum javnaðarflokkurin nú vil forkela tey ríku í samfelagnum. Taka vit tey, sum fáa ókeypis barnaansing í dag, so eru tað tey, sum hava eina inntøku upp til 244.000 ,- árliga, ella 20.333,- um mánaðin. Síðani minkar stuðulin stigvíst inntil inntøkan er kr. 293. 000 árliga, tá hann fellir burtur. Í løtuni verður arbeitt við, at broyta kunngerðina um ansingarpláss soleiðis, at hámerkið verður hækkað upp til 390.000,-. Hetta fyri at lætta um hjá lág- og miðalinntøkum. Nú vil javnaðarflokkurin avtaka hetta hámarkið og geva millióningum ókeypis barnaansing. Hvør tosaði um, at ríkidømis Føroya skuldi býtast javnari millum føroyingar ? Enntá tey, sum ikki gjalda skatt í Føroyum skulu hava ókeypis barnaansing. Alingin skal gjalda. Hvør skal gjalda? Jú alingin, sum brúkar hvønn fjørð uttanfyri miðstaðarøkið skal gjalda. Vinningurin frá alivinnuni kundi t.d. ístaðin verid veittur sum ískoyti til kommunurnar, har alingin virkar. Á tann hátt fingu kommunurnar har aliringarnir liggja eitt sindur burtur úr alingini, burtursæð frá teim fáu arbeidsplássunum. Men nei, javnaðarflokkurin vil heldur stuðla teim ríku í høvudsstaðnum í føstum almennum størvum. Javnaðarflokkurin ynskir, at yvirskotið frá alingini í mest møguligan mun skal gjaldast til ríkastu kommunu í Føroyum, Tórshavnar kommunu. Her búgva umleið 40 prostent av Føroya fólki og tí heilt náttúrliga flest børn. Her búgva eisini flest veljarar. Alingin, sum í mestan mun virkar uttanfyri ríkastu kommununa í Føroyum skal nú gjalda alt barnagarðsgildi hjá javnaðarflokkinum til ríkastu kommununa í Føroyum. Tað er lagnunnar speisemi, at her situr ein javnaðarmaður sum býráðsformaður vid stórum javnaðarmeiriluta. Álvaratos hetta uppátikna sjálvrættvísið hjá javnaðarflokkinum gevi eg lítið fyri. Hetta er Javnaðarpolitikkur tá hann er best. Hví kann hesin peningurin ikki heldur koma kommununum til góðar, har alingin virkar ? Nei munurin gerst bara enn størri. Stættarmunurin verður størri, bæði tá tað snýr seg um fólk, og ikki minni, tá tað snýr seg um kommunurnar. Populisma Tórshavnar kommuna er ríkasta kommuna í Føroyum og ætlar at lækka skattaprosentið, tí peningastreymurin inn í kommunukassan er so stórur. Og hvat ger javnaðarflokkurin? jú henda ríkasta kommunan skal nú eisini fáa henda peningin frá alingini. Alingin sum í allarstørstan mun virkar uttanfyri Havnar kommunu. Hvør skal bløða ? Jú enn einaferð útjaðarin. Við vælsignilsi frá javnaðarflokkinum. Ja, hvat ger man ikki fyri at tekkjast veljarunum í høvuðstaðarøkinum ? Hvat verður tad næsta ? Hvussu verður, tá alivinnan ikki longur fer at geva eitt ónátúrligt avkast? Hvør skal tá gjalda gildið hjá javnaðarflokkinum ? Búskaparfrøðingur hevur verid frammi og sagt, at ongin sjómannahýra skuldi verid hægri enn kr. 400.000. Vóni ikki, at tad verður næsta stigið hjá javnaðarflokkinum. Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur, løgtingslimur. ![]() Vit hoyra ofta, at øll skulu hava sama møguleika viðv. atgongd til fólksins ogn. Í grundini er onki skeivt við hesi áskoðan. Vildi tó ynskt sama stóra áhuga fyri víðarimenning av okkara tilfeingi. Tað er her, at nógvir ótroyttir møguleikar liggja og stórir vakstrarmøguleikar. Vit hava sum er nóg mikið av stáli at fáa tilfeingi upp úr havinum. Tað verður gjørt gott og effektivt. Ført verður fram, at meira fæst burturúr fólkins ogn, um onnur sleppa framat. Hvat verður øðrvísi ? Hvat er tað, sum nýggju vinnulívsmennirnir fara at megna, sum núverandi ikki eru førir fyri ? Hvat fer at broytast ? Verður oljan bíligari ? Verða hýrurnar minni og proviantur og útgerð bíligari ? Verða skipasmiðjurokningarnar minni, ella fara skipini at brúka bíligari útlendskar skipasmiðjur ? Verða nýggir bíligari veiðiháttir uppfunnir ? Hvørji skip verða nýtt ? Verða nýmótans uppisjóvarskip bíligari at keypa, um aðrir sleppa framat ? Møguliga kunnu teir keypa skipini frá gomlu aktørunum fyri ein bíligan penga . Ella er meiningin kanska at keypa gamlar útslitnar dangur og útlendska arbeiðsmegi ? Pengarnir sum koma inn við kassa 1 verða mistir aðrastaðni og vit missa meir fyri minni. Allir ringvirkningarnir verða burtur. Hvar vóru herrópini tá høvuðsvinnan sveik ? Hvar vóru allar hesar røddir , tá harðast leikaði á ? Ella eru hesi herróp bert at hoyra í bestu tíðum ? Kann tað hugsast, at hesar røddir stillisliga fara at tagna , um tíðirnar versna aftur og onki verður at stríðast um. Øll, sum fáast við fiskivinnu og liva tætt upp at fiskivinnuni vita, at tað gongur upp og niður. Tað er bara ein spurningur um tíð, inntil alt kann broytast 180 stig. Skal so alingin á uppboðssølu eisini ? Vilja somu búskaparfrøðingar eisini hava alingina á uppboðssølu ? Er eisini tørvur á nýggjum aktørum her og fer alingin at kasta meir av sær til samfelagið so ? Eru firðirnir í Føroyum ikki eisini fólksins ogn ? Hvat við alifeløgunum sum eru i dag ? skulu tey leggja stilt og bíða til tey møguliga fáa møguleikan aftur einaferð í framtíðini um 5 – 10 – 15 ár. Mugu vera varin Nei vit skulu ansa okkum, hvussu vit uppføra okkum. Vit eru nógv, sum kunnu fortelja øllum frøðingum, at tað framvegis eru fiskivinnan og alingin, sum halda Føroya landi uppi og sum rindar alt gildið. Um ein byrjar at gambla við hesum, kann tað verða til størsta skaða fyri landið. Hetta eru vinnur, sum eru upparbeiddar ígjøgnum fleiri ár og fleiri ættarlið, eisini langt áðrenn kvotasamráðingar byrjaðu. Forfedrar okkara løgdu lunnarnar og løgdu hjarta og sál í. Tað hevur minni enn so altíð gingið væl. Nógv hava bløtt og rindað høgan prís. Hetta vóru veruligir vinnulívsmenn, sum ikki góvust á hondum. Teir vildu nakað og uttan teir, vóru vit ikki her í dag og onki var at klandrast um. Vænti ikki nakar ynskir seg aftur til árini, tá høvuðsvinnan sveik. Fólk í hópatali fluttu av landinum fyri at yvirliva. Teirra lívsgrundarlag í Føroyum var burtur. Teppið bleiv skrykt undan teimum. Arbeiðsloysið var stórt og skatturin ovhonds høgur. Tíbetur áttu Føroyar framvegis nakrar úrmælingar eftir . Hesir hava megnað at virkað fólksins ogn til tað, hon er í dag. Eitt vælferðarsamfelag við minsta arbeiðsloysi í Europa, fólkavøkstri og lækkandi prístali. Vit hava eitt gott heilsuverk, almannaverk, skúlaverk o.s.v . Tað er undir verandi skipan og við verandi aktørum í vinnuni, at hetta er hent. Saman við dugnaligum arbeiðsfólki eiga hesi stóran heiður uppibornan. Skal alt á uppboðssølu ? Kann ikki lata vera við at taka ein parallell, tá nógv vilja hava arbeiðsplássini í fiskivinnuni á uppboðssølu? Skulu so eisini øll almenn arbeiðspláss á uppboðssølu við jøvnum millumbilum ? Soleiðis kundi okkara ungdómur, sum búleikast í øðrum londum eisini havt sama møguleika til hesi almennu størvini. Vit kundu fingið hesi heimaaftur nýútlærd, við nýggjum teorium og kanska betri próvtølum. Tey, sum sita í hesum størvum nú, kundu so bara leita sær eftir øðrum størvum aðrastaðni. Hví skuldu tey eisini sitið har fyri lívstíð, tá onnur betri skikkaði eru og sum gjarna vilja, men fáa ikki møguleikan ? Øll almenn leigumál kundu eisini verið seld á uppboðssølu. Trúgvi at fleiri av almennu leigumálunum í høvuðsstaðnum kundu fingist fyri helvtarprís uttanfyri høvuðsstaðin. Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur Kann lítið ímynda mær skilið, ið tá hevði verið. Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur, sum ongantíð áður og sendingar og samrøður í miðlunum. Føstu tryggu størvini við góðari pensión skuldu knappliga útlutast. Tað hevði verið ótryggleiki sum vildi nakað. Tað er júst hetta, nógv ætla at gera við okkara fiskivinnu, okkara høvuðsvinnu. Hevur okkara høvuðsvinna ikki sama status ? Hønan og gulleggini Nei vit muga ansa okkum, at vit ikki drepa hønuna, sum verpir gulleggini. Vit hava eitt gott samfelag, men treyðugt so, so eru framvegis nakrar justeringar sum skulu til. Vit høvdu eitt alt ov høgt skattatrýst. Tað bleiv tosað og tosað, men ikki fyrrenn hendan samgongan kom til bleiv handlað og vit innførdu flatskattin, sum var hart tiltrongdur. Vit settu hol á at linka um høga skattatrýstið. Andstøðan sær bara feilir Andstøðan sær næstan bara feilir og manglar og sær stórt sæð onki gott. Minnir ikki sørt um óðar uppøstar áskoðarar til fótbóltsdyst. Negativar áskoðarar, sum bara grenja, knarra og mjarra um alt, sum spælarnir inni á vøllinum gera skeivt. Skeivar og manglandi avleveringar, fótfeilir osv. Sjálvir duga teir ikki at sparka til ein bólt, men at standa á síðulinjuni og rópa ókvæmisorð eftir spælarum og dómara inni á vøllinum, er ongin trupulleiki. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingskvinna ![]() Løgmaður skal fríggjadagin og leygardagin á ráðharrafund í Arktiska ráðnum. Ráðharrafundurin verður hildin í Iqaluit, Nunavut, Kanada. - Flestu evnini, sum verða viðgjørd í Arktiska ráðnum, eru yvirtikin málsøki, og Føroyar eru við til at orða og menna avgerðir, sum verða tiknar, so at tær hóska til føroysk viðurskifti. Føroyar liggja við høvuðsdyrnar til Arktis, og hetta kann fáa stóran politiskan og búskaparligan týdning komandi árini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Fundurin í Kanada er tann seinasti undir kanadiska formansskapinum og samstundis startskotið til amerikanska formansskapin komandi tvey árini. Tað verður John Kerry, amerikanskur uttanríkisráðharri, sum leggur amerikanska formanskapin fram. Arktiska ráðið er einasta formliga millumtjóðasamstarv um arktisk viðurskifti. Limalondini eru USA, Russland, Kanada, Svøríki, Finnland, Noreg, Ísland og Danmark/Grønland/Føroyar. Mynd: Arktiskur ráðharrafundur í 2011. Kelda: Løgmansskrivstovan ![]() TÍÐINDASKRIV: Tórshavn, tann 9. apríl 2015 Sjálvstýrisflokkurin fingið nýggjan floksformann. Seinrapartin hósdagin kunnaði Kári P. Højgaard, tingmaður og fyrrv. floksformaður fyri Sjálvstýrisflokkin - Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins frá, at hann hevði tikið avgerð um at fara frá sum floksformaður og at hann ynksti, at næstfloksformaðurin Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík átók sær starvið. Landsnevndin tók undir við ynskinum hjá Kára P. Højgaard og kemur Jógvan Skorheim at røkja starvið sum floksformaður, til komandi aðalfund í Sjálvstýrisflokkinum, sum verður aftaná komandi løgtingsval. Hóast Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur lagt starvið frá sær sum floksformaður, kemur hann sjálvandi at Jógvan Skorheim Kári P. Højgaard halda fram sum tingmaður, og stillar upp til komandi løgtingsval. Jógvan Skorheim er hóast ungur, ikki ókendur á politiska pallinum. Hann bleiv valdur í býráðið í Klaksvík í 2008 og aftur í 2012, tá hann gjørdist borgarstjóri í Klaksvík. Eisini hevur hann áður stilla upp til løgtingsval fyri Sjálvstýrisflokkin, og hevur sitið sum varamaður á Føroya Løgtingi í fleiri umførum. Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins ynskir nýggja floksformanninum Jógvan Skorheim hjartaliga tillukku og góða eydnu við starvinum, og takkar Kára P. Højgaard fyri góð avrik. Blíðar heilsanir, SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN ![]() Tað harmaði meg at lesa grein hjá partamanni mínum og fyrrverandi Klaksvíkinginum Boga Andreasen. Umframt at sita í býráðnum í Havn, so situr Bogi eisini við jøvnum millumbilum í løgtinginum. Hann skrivaði grein í vikuskiftinum, at lokalpolitikkur ongantíð hevur verið verri enn tað sama. Nú snúði tað seg fyrst og fremst um at kradda til sín heldur enn at hugsa , hvat tænti landi okkara best. Lokalpolitikarin í høvuðsstaðnum peikaði m.a. á, at hetta ger seg galdandi innan almannaverkið, heilsuverkið og skúlaøkið. Skúlaøkið Vil minna lokalpolitikaran í Havnini á, at í løtuni verður Marknagilsdepilin bygdur. Hesin kostar eina hálva milliard og er staðsettur í høvuðsstaðnum. Er tað her, at lokalpolitikkur skuggar ? ella er tað her, tað fyrst og fremst snýr seg um at kradda til sín heldur enn at hugsa, hvat tænir landi okkara best ? Heilsuøkið So er tað Heilsuverkið. Landssjúkrahúsið skal byggjast út og nútímansgerast fyri ca. hálva milliard. Er tað her lokalpolitikkur, sum skuggar, ella er tað her, tað fyrst og fremst snýr seg um, at kradda til sín heldur enn at hugsa , hvat tænir landi okkara best ? Almannaverkið So koma vit til almannaverkið. Barnahús, Sambýlið Eystan Heyg, Fountain hús. Fyrireikingar eru farnar í gongd at byggja Sambýlið til børn við autismu. Hetta verður alt bygt í Havn. Snævurskygni Haldi ein skal ansa sær eitt sindur, hvussu snævurskygdur ein kann verða. Vit mugu leggja nalvaskoðan til viks, og ikki leypa øði í grindina fyri tað um fólkavaldir politikarar úti um landið vága sær at arbeiða fyri útjaðaranum. Lokalpolitikarar í høvuðsstaðnum mugu ikki uppfata hetta, sum órógv og forðan fyri framburði og álop á Havnina. Føroyar eru meira ein ein býur. Føroya land eru allar Føroyar, úr Akrabergi til Viðareiðis og úr Hattarvík vestur í Mykines. Hvat ætla vit við Føroyum ? Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat vit vilja við øllum Føroya landi. Skal tað vera liviligt í øllum Føroyum, ella bara innanfyri eina ávísa linju. Skal ALT vera í høvuðsstaðnum. Skulu allir skúlar vera í høvuðsstaðnum, allir almennir stovnar ? skal tað bara vera eitt sjúkrahús ? skal allur inn- og útflutningur verða í høvuðsstaðnum ? Tað er umráðandi, at vit so vítt møguligt hava eitt blandað búsetingarmynstur í Føroyum. At vit so vítt møguligt hava alt slag av fólki búgvandi runt í ymsu økjunum í Føroyum, um enn ikki úti á hvørjum smáplássi. At ikki alt tað útbúna fólkið er í høvuðsstaðnum, men eisini runt um landið. Halda høvuðsstaðarlokalpolitikarnir fram við hesum áganginum móti útjaðaranum, kann tað vera sera skjótt, at sjálvt Havnin verður ov lítil, sjálvt til okkar høvuðslokalpolitikarar. Tá vera Føroyar fátækari. Niðursetandi býráðsformaður í Havn Býráðsformaðurin í Havn er størsti lokalpolitikari Føroyar nakrantíð hava fostrað. Tað hevur hann loyvi til, í kraft av, at hann er býráðsformaður í Havn. Hann skrivar heilt ótrúliga niðursetandi um alt, sum er uttanfyri høvuðsstaðin. Tað er sera hugstoytt at lesa. Hann er formaður í KF, Kommunufelagið og har umboðar hann sum formaður allar kommunur í Føroyum. Løgið at skriva soleiðis um ein, sum hann umboðar. Hann biður klaksvíkingar um ikki bara at sita uppafturá og krevja, at krónurnar skulu koma rullandi úr høvuðsstaðnum sum ein sosialveiting. Hetta kann ikki fara óátalað aftur við borðinum. Sannleikin er jú, at tað er ráa vinnan, sum heldur lív í øllum Føroyum. Ein stórur partur av hesum virkar júst í norðurøkinum. Hetta eigur sjálvt býráðsformaðurin í høvuðsstaðnum at vita, ella veit hann veruliga ikki hvørjum føroyingar liva av. Lokalpolitikkur útbyggir alt Føroya land. Lokalpolitikkur verður altíð brúkt sum nakað negativt. Sannleikin er, at Føroyar høvdu ikki verið so væl útbygdar í dag uttan lokalpolitikkarar runt úti um landið, sum kempaðu fyri sínum øki. Vit høvdu helst ongan Vágatunnil havt, ongan Norðoyatunnil, onga brúgv um Streymin, ongan Norðskálatunnil, Leirvíkstunnil og eg kundi hildið á. Alt var bara dottið niður á Vaglið í Havn. Soleiðis eisini við samferðsluni. Ongin politikari í miðstaðarøkinum vildi funnið uppá at grenja um samferðsluna út til Fugloyar og út í Mykines. Tí eru lokalpolitikarar gull verdir fyri økini runt í Føroyum, men ein tornur í eygunum á "lokalpolitikarum" í miðstaðarøkinum. Somuleiðis við skúlaverkinum og heilsuverkinum. Klaksvíkar sjúkrahús hevur leingi verið ein tornur í eygunum á mongum og mong eru tey, sum ynskja tað niðurlagt, tíverri eisini nógvir politikarar. Vit kunnu bert gita um framtíðina hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi um ongar lokalar kreftir vilja kempa fyri tí. Neyvan nakar í miðstaðarøkinum fer at arbeiða fyri tí. Tað er í hvussu er mín heilt greiða fatan. Í heila tikið, hvussu sær framtíðin út í Føroyum, um ongar lokalar kreftir eru eftir at kempa fyri nøkrum runt í landinum á ymsum økjum. Hvør verður ríkari tá Føroyar ? Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgtingslimur. |
Greinar
Februar 2019
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |