NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Toppdysturin í Klaksvík sunnudagin

16/11/2019

Comments

 
Billede
Tað er kanska nakað tíðliga longu í 2. umfari at fara at tosa um toppdyst. Men tá ið Mjølnir og Dráttur hjá kvinnunum bresta saman sunnudagin kl. 17.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík, verður talan í minsta lagi um dyst millum tveir av heitastu FM-kandidatunum.

TB, SÍ og Fleyr skulu reisa seg Fyrsta umfar vísti á tríggjar greiðar vinnarar og tríggjar líka so greiðar taparar. Tveir av hesum taparum hittast á Hálsi í Havn leygardagin kl. 12.00. SÍ skal vaska greiða tapið fyri KÍF av sær, og í Fleyr er støðan tann sama. Fyrsti dysturin ímóti Drátti gav als einki. Annað av hesum liðunum fer av vølli leygardagin við uppreisn – hitt við eini byrjandi kreppu.

TB byrjar kappingarárið við tveimum truplum útidystum. Fyrst ímóti Mjølni og nú ímóti KÍF, sum tykist sera sterkt í ár. KÍF má metast at vera greiður favorittur til henda dystin, og TB má finna annað lag fram, skulu tær fáa nakað við sær suður aftur.

Ábendingar um FM Stóri dysturin hetta leikumfarið er í Klaksvík sunnudagin kl. 17.00. Tá fara vit av álvara at síggja fyrstu ábendingar um, hvussu landskappingin kann vara at síggja út. Bæði Mjølnir og kanska serliga Dráttur vístu í fyrsta leikumfarinum, at tær eru nógv sterkari enn í fjør. Gullið er avgjørt ein møguleiki hjá báðum liðunum. Nakað sum Mjølnir hevur bíðað eftir líka síðan í 2014, tá ið tær vunnu FM fjórða árið á rað. Dysturin er tí meira enn bara ein dystur. Hann er eisini ein sálarlig styrkiroynd og gevur vinnaranum fyrimun víðari í landskappingini.

Undan hesum leikumfarinum hava KÍF, Dráttur og Mjølnir 3 stig og Fleyr, SÍ og TB einki stig.

• FM 1 sigur frá dystinum Fleyr – SÍ kl. 12.00

Dystir hetta leikumfarið í Meistaradeildini hjá kvinnum:

Billede
​Aftur 5-settari millum Fleyr og ÍF á Hálsi? Fleyr og ÍF hava gjørt tað til vana at spæla 5-settarar. Tað var lagið síðsta kappingarár, og aftur í ár hendir tað sama. Tað er tí væntandi, at vit fáa ein javnan og spennandi dyst, sum kann koppa báðar vegir. Fleyr tapti fyri SÍ á heimavølli 1-3 í vikuni. Tað var sjálvandi eitt vónbrot, sum skal vaskast av. ÍF spældi í sínum lagi ein fínan dyst ímóti Mjølni, men tað rakk tó ikki til ein sigur.

Kann SÍ steðga Mjølni? SÍ vann sannførandi á Fleyr mitt í vikuni, og nú fáa teir so møguleikan ímóti Mjølni á Heimavølli. SÍ er altíð ein trupul uppgáva og serstakliga á heimavøllinum í Sørvági. Mjølnir hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, og einki bendir á, at teir ætla sær at taka fótin av speedaranum í ár. Tvørtur ímóti sær liðið út til at vera enn sterkari um nakað. Men besta boðið til avbjóðara er SÍ – serliga í Sørvági.

• FM 1 sigur frá dystinum Fleyr – ÍF kl. 16.00.

Dystir hetta leikumfarið í Meistaradeildini hjá monnum:
Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly