NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Team Rynkeby avlýsir súkkluferðina til París í ár

18/4/2020

Comments

 
Billede
Team Rynkeby hevur avgjørt at avlýsa tann árliga súkklutúrin til París, orsakað av koronasmittuni í Evropa.

Ætlandi skuldu 2.150 súkklarar og 550 hjálparfólk úr 12 londum súkkla til París í døgunum 2.-11. juli 2020, sum partur av vælgerandi tiltakinum hjá Team Rynkeby.

Ársins túrur til fyrimunar fyri børn við álvarsligum sjúkum verður tó av ongum.

Tað hevur eitt samt stýri í Team Rynkeby Fonden avgjørt seinnapartin fríggjadagin. Avgerðin er grundað á ta áhaldandi ótryggu forsøgnina um koronasmittuna í Evropa, sigur nevndarformaðurin í Team Rynkeby Fonden, Peter Frank Andersen.

– Okkara høvuðsdentur hevur alla tíðina verið á at gjøgnumføra ferðina, um tað heilsuliga var ráðiligt.
Tann áhaldandi ótryggleikin um smittuspjaðing í Evropa ger, at vit ikki longur halda at tað er ráðiligt at fara til París í summar, sigur hann og heldur fram:
– Tað snýr seg fyrst og fremst um at fyribyrgja smittuspjaðingini. Men tað snýr seg eisini um trygdina hjá súkklarunum á vegunum. Orsakað av rætningslinjunum frá myndugleikunum, um ikki at savnast, hava súkklararnir ikki havt møguleika at vant saman í tann mun, tað er neyðugt fyri at læra seg at súkkla saman í bólkum. Afturat tí ber ikki til at fáa góðkenningar, at ferðast um landamørk í Evropa, og í heila tikið at ferðast á vegunum til París, sigur Peter Frank Andersen.

Sær fram til 2021
Fyrireikingarnar hjá Team Rynkeby luttakarunum eru hóast alt ikki heilt til fánýtis. Allir luttakararnir í ár fáa í boði at luttaka á túrinum í 2021 til París.

– Vit vita at fleiri at luttakarunum náttúrliga verða vónbrotnir av hesi avgerðini, og vit vilja royna at gera onkur tiltøk her heima, so luttakararnir sleppa at vísa klæðini fram og hátíðarhalda tað stóra arbeiðið við at savna pening inn til álvarsliga sjúk børn. Vit vóna sjálvandi eisini at flestu luttakararnir vilja halda fram við arbeiðnum, og gleða seg til túrin komandi ár, sigur Carl Erik Dalbøge, stjóri í Team Rynkeby.

Hóast stóra arbeiðið hjá luttakarunum at savna pening inn, kemur korona farsóttin ivaleyst eisini at merkjast í úrslitinum av innsavninini.

– tað ringasta við hesi støðuni er, at vit ikki fáa savnað so nógvan pening sum vit høvdu vónað, sigur hann og leggur afturat:

– tað fer hóast alt verða talan um eina stóra tvísifraða milliónaupphædd, sum allir luttakarar og stuðlar eiga at verða sera stoltir av í hesum truplu tíðum, sigur Carl Erik Dalbøge.

Team Rynkeby hevur súkklað til París á hvørjum ári síðani 2002 fyri at savna pening inn til børn við álvarsligum sjúkum og avlýsingin er tann fyri av síðum slag í søguni hjá Team Rynkeby.

Síðani byrjan hevur Team Rynkeby savnað inn góðar 425 milliónir krónur inn til børn við álvarsligum sjúkum – bara í seinasta ár eru savnaðar umleið 80 milliónir krónur.

Team Rynkeby

Myndir Rynkeby í Klaksvík 2019

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly