NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Poulina Gardar vann rørsluavbjóðingina í juni

7/7/2020

Comments

 
Billede
Poulina Gardar vann juni-avbjóðingina í átakinum, Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið skipa fyri í summar. Vinningurin var gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum

Poulina Gardar er ein virkin kvinna, sum fleiri ferðir um vikuna gongur túrar í føroysku náttúruni bæði saman við familjuni og vinkonunum. Hennara ídni at røra seg hevði við sær, at hon vann juni-avbjóðingina í átakinum, Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið hava sett á skrá í summar saman við Sona og Poul Sundskarð.

Avbjóðingin í juni var at ganga fimm bygdagøtur, og drigið var millum øll tey, ið høvdu gingið gøturnar, og sum høvdu skrásett seg við Sona-appini. Túrarnir, sum eru partur av Rørsla í Føroyum, síggjast á heimasíðuni hjá Poul Sundskarð, http://pol.fo.

Á lítlari samkomu í ÍSF-húsinum í gjár handaði Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi, Poulinu Gardar gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var Poulina Gardar eisini millum fyrstu føroyingar at ganga allar teir 340 fjallatopparnar í Føroyum, og tá fekk hon heiðursbræv fyri hetta avrikið.

Vildi liva sunnari

- Eg tók fyri nøkrum árum síðani avgerð um at røra meg meira og hava ein sunnari gerandisdag. Ein orsøk var, at eg sá nógv rundan um meg í familjuni, sum stríddust við lívsháttarsjúkur, og hesum vildi eg royna at sleppa undan, greiðir Poulina Gardar frá.

Hon leggur aftrat, at hetta ikki var ein trupul avgerð, tí áhugan at ganga í náttúruni hevur hon havt frá barnsbeini, tá hon gekk nógv í haganum saman við pápa mínum.

- Eg haldi, at Rørsla í Føroyum er eitt framúr gott átak, sum fær meg og onnur, ið ikki júst íðka ítrótt í einum ítróttafelag, at røra seg, sigur Poulina Gardar.

Vinnarin av juni-avbjóðingini í Rørsla í Føroyum er eisini virkin uttanlands. Poulina Gardar hevur m.a. gingið kendu pílagrímsrutuna Caminoen í Spania, og í Noreg hevur hon verið til gongu millum Oslo og Trondheim.

Juli-avbjóðingin og høvuðsvinningurin

Juli-avbjóðingin í átakinum, Rørsla í Føroyum, er at ganga fimm fjallatoppar. Vinningurin er eisini eitt gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum, sum verður drigið 1. august. Øll, sum luttaka, eru við í lutakastinum.

Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, sum verða flogin við tyrlu til Mykinesar fríggjadagin 7. august. Tey hepnu fáa innivist og góðan mat í hugnaligu Lonini Guesthouse, har Oda W. Andreasen frá GoLocal skipar fyri ferðaupplivingum í Mykinesi. Túrurin endar sunnudagin 9. august, tá tyrlan flýgur luttakararnar heimaftur. Á heimferðini verður flogið kring Føroyar á øllum rutunetinum hjá tyrluni, meðan borðreitt verður við ábiti og onkrum fyri tostan umborð.

Øll tey, sum hava megnað bæði juni- og juli-avbjóðingarnar ella bara aðra av hesum avbjóðingum, eru við í lutakastinum.

​ÍSF

Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly