NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Met eisini 3. dag á NM/NJM 2015

14/12/2015

Comments

 
Billede
Tað varð til nøkur met afturat men ikki fleiri heiðursmerki til Føroyar, tá ið síðstu finalur vórðu avgreiddar á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015, í Bergen í Noregi.

Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met og juniormet í 400 frí og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt juniormet í 200 bringu, umframt at báðar liðsvimjingarnar settu juniormet.

Í 200 rygg fyri kvinnur varð Signhild Joensen úr Ægir nr 5 í juniorfinaluni (NJM) við 2:16.00, eitt sindur spakuligari enn hennara 2:15.92 tíð í morgun. Hon lá annars til silvur aftaná fyrstu 100, men møddist so ímóti endanum, meðan 4 aðrar svumu skjótari enn bæði hennara bestu tíð og føroyska metið hjá Elspu Mørkøre.

Í 200 bringu fyri kvinnur varð Beinta Debes úr HS nr 5 í seniorfinaluni (NM) við 2:39.16. Persónliga metið hjá henni er 2:37.16 frá HS-stevnu í november mánaða.

í 200 bringu fyri menn varð Róland Toftum úr SuSvim nr 6 í juniorfinaluni (NJM) við nýggjum føroyskum juniormeti á 2:19.37. Róland átti sjálvur juniormetið á 2:19.52 frá innleiðandi riðlunum í morgun, og átti eisini tað áðrenn á 2:20.10 frá HS-stevnu í november mánaða.

Í 400 frí fyri kvinnur setti Sára Nysted úr SuSvim stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið svam teinin uppá 4:18.31 í juniorfinaluni (NJM). Hetta rakk til eitt 5. pláss í kappingini. Mona Simonsen átti føroyska metið á 4:19.54 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og Sára átti sjálv juniormetið á 4:21.27 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í summar.

Eisini í 400 frí fyri kvinnur svam Lena Rannváardóttir úr HS seg til eitt 7. pláss í seniorfinaluni (NM) við 4:35.84, nakað spakuligari enn hennara persónliga met á 4:33.44 frá innleiðandi riðlunum í morgun.

Og í 400 frí fyri menn varð Marius Gardhodn úr HS nr 6 í juniorfinaluni (NJM) við 3:58.87, og Alvi Hjelm úr Ægir nr 7 í seniorfinaluni (NM) við 3:58.59. Persónliga metið hjá Mariusi er 3:56.68 frá innleiðandi riðlunum í morgun, meðan besta tíð hjá Alva er 3:55.66 á NM í fjør.

Í 200 firvald fyri menn varð Rói Bech úr SuSvim nr 7 í juniorfinaluni (NJM) við 2:35.08. Besta tíð hjá honum var 2:38.48 frá HS-stevnu í apríl mánaða, áðrenn hann í innleiðandi í morgun svam 2:36.90. So tvær ferðir besta tíð hjá Róa í dag.

Í 4x100 blandað fyri kvinnur settu føroysku juniorgenturnar føroyskt juniormet við at svimja seg til 4:21.80 og eitt 7. pláss. Gamla juniormetið var 4:24.68, frá NJM í fjør, meðan føroyska metið enn er 4:19.64 frá Oyggjaleikum í summar. Tær sum settu metið í dag vóru Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir, Vár Eidesgaard úr HS og Sára Nysted úr SuSvim.

Og í 4x100 blandað fyri menn svumu føroysku juniordreingirnir seg til eitt 9. pláss og føroyskt juniormet við 4:05.71. Eitt eitt sindur lætt juniormet fyri landslið, við tað at einki var har áðrenn, meðan føroyska metið er 3:49.68 frá Oyggjaleikum í 2009.

Saman um tikið er føroyska avrikið í Bergen so avgjørt góðkent, um enn vit sum ikki einaferð mugu staðfesta at støðið er høgt og vaksandi hjá grannalondunum. Føroyskir svimjarar vunnu tilsamans 1 silvur og 3 bronsur, umframt at sett vórðu 5 føroysk met og 12 føroysk juniormet. Hartil hava svimjararnir sett nógv persónlig met, og sum heild víst góðan hugburð hóast hørðu mótstøðuna.

Heiðursmerki á NM/NJM 2015
Marius Ihlen silvur í 1500 frí (NJM)
Sára Nysted bronsu í 200 blandað (NJM)
Sára Nysted bronsu í 400 blandað (NJM)
Alvi Hjelm bronsu í 400 blandað (NM)


Føroysk met á NM/NJM 2015 (5)
Sára Nysted 200 blandað
Sára Nysted 4:50.30 í 400 blandað
Juniorkvinnur 8:29.72 í 4x200 frí
Juniormenn 7:58.75 í 4x200 frí
Sára Nysted 4:18.31 í 400 frí

Føroysk juniormet á NM/NJM 2015 (12)
Róland Toftum 1:04.43 í 100 bringu
Sára Nysted 2:16.52 í 200 blandað
Juniorkvinnur 3:56.68 í 4x100 frí
Juniormenn 3:38.37 í 4x100 frí
Sára Nysted 4:50.30 í 400 blandað
Juniorkvinnur 8:29.72 í 4x200 frí
Juniormenn 7:58.75 í 4x200 frí
Róland Toftum 2:19.52 í 200 bringu
Róland Toftum 2:19.37 í 200 bringu
Sára Nysted 4:18.31 í 400 frí
Juniorgentur 4:21.80 í 4x100 blandað
Juniordreingir 4:05.71 í 4x100 blandað

Kelda: www.svimjing.com

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly