NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Javnleikur í síðsta dysti

5/10/2018

Comments

 
BilledeMartin Poulsen - fremstur á myndini - var føroyska ljósglæman í Georgia. Hinir á myndini eru Olaf Berg, John Rødgaard og Helgi Dam Ziska.
Føroyar telvaðu javnt 2-2 móti Trinidad & Tobago í síðsta umfari á talvolympaiduni í Georgia í dag.

Martin Poulsen vann, John Rødgaard og Olaf telvaðu javnt, og Helgi Dam Ziska tapti. Helgi var ósigraður fyri dystin í dag, so tað mundi koma honum ógvuliga dátt við, at hann tapti við hvíta fólkinum fyri mótstøðumanni við 300 ratingstigum færri. At síggja til forroknaði hann seg í einfaldari støðu.


Javnleikurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 103 í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 76. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá føroyska liðnum hesaferð. Allir uttan Martin Poulsen ganga aftur í rating.

Føroyar vunnu 3 dystir, spældu 2 javnar og taptu 5. Endaliga úrtøkan hjá føroysku telvarunum var hendan:

1 GM Helgi Dam Ziska 2550   5/8  (- 6,0) Avriksrating: 2461
2 IM John Rødgaard 2331   3/8  (- 47,8) Avriksrating: 2096
3 FM Olaf Berg  2248  4½/10  (- 18,8) Avriksrating: 2171
4 FM Martin Poulsen 2239  7/10 (+ 22,6) Avriksrating: 2305
5 FM Carl Eli Samuelsen 2237  4/8 (- 28,2) Avriksrating: 2033

Misjavnt
Martin Poulsen stóð seg nógv best av føroysku telvarunum. Martin hevði eydnuna við sær hesaferð við sínum ágangandi og kompromisleysa spæli. Stílurin er óortodoksur og skitin, men ongantíð keðiligur. Martin er óræddur og leggur nógv fyri, og er kaldur og kyniskur, tá ið á stendur. Eitt sindur av einum kovboytelvara.

Tapið í dag spilti heildarúrslitið hjá Helga. Helgi telvar best móti sterkum telvarum. Sigurin á Rafael Leitao - sterkasti telvari í Brasil - var ógvuliga sannførandi. Tá sást, at Helgi er í einum flokki fyri seg av føroyskum telvarum. Men móti teimum, sum eru veikari, sum eru varnir og verja seg væl,  hevur hann avbjóðingar. Tað sóu vit í dystinum móti Malta og aftur í dag. Helgi telvar stílreint og korrekt, men er kanska ikki nóg kreativur og dynamiskur, tá ið hann er í favorittleiklutinum. Kanska er venjingarstøðan ikki tann besta, tí Helgi hevur telvað minni eftir at hann bleiv stórmeistari.

Hinir tríggir eru helst vónsviknir. Mest av øllum John Rødgaard. Hann er so smátt komin upp í árini (fyllir 63 í ár), og líkt er til, at hann er ikki longur mentur at røkka somu úrslitum, sum fyrr.  Olaf og Carl Eli høvdu eisini ilt við at koma á lagið. Tóktust eitt sindur rustaðir. Seinnu árini hevur talvlesturin ivaleyst ligið á láni, og ov langt hevur verið millum kappingarnar.

Rætt er, at Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft Nielsen - og John Arni Nilssen fyri alt tað - høvdu kunnað styrkt føroyska liðið munandi, men tað var við hesari manningini, at vit vóru styrkismettir nummar 76. Tí fáa vit illa komið til aðra niðurstøðu, enn at endaliga úrslitið sum nummar 103 var eitt vónbrot. 

Kina vann
Tað gjørdist ógvuliga trongt í toppinum. Fínrokning mátti til, áðrenn greitt var, hvør var nummar eitt, tvey og trý. Endin var, at Kina streyk avstað við gullinum. Kina og USA telvaðu 2-2 sínamillum í dag. Russland, sum hevði treka byrjan, fekk glið á móti endanum.

Av norðurlondum fekk Svøríki frálíkt úrslit. Í dag vunnu teir 3-1 á Kroatia.

Endalig støða:

1 Kina 18 stig
2 USA 18
3 Russland 18
4 Pólland 17
5 Ongland 17
11 Svøríki
29 Norra
44 Danmark
46 Finnland
68 Ísland
103 Føroyar​

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly