NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Frambrot fyri føroyska telving

19/12/2018

Comments

 
BilledeÁ myndini síggjast frá vinstru: Eyðun Gaard, stjóri á Námi, Helgi Dam Ziska, stórmeistari og nýggjur talvráðgevi í føroyska skúlaverkinum, Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandinum.
​Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, verður talvráðgevi í føroyska skúlaverkinum frá 1. januar 2019 at rokna. 

 - Nú allur talvheimurin hevur fagnað norsku talvhetjuni Magnus Carlsen, eru vit spent at kunngera, at vit í næstum fara inn í eitt nýtt tíðarskeið fyri føroyska telving. Fyrsti - og higartil einasti - føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, verður nevniliga settur í parttíðarstarv sum talvráðgevi hjá Námi frá nýggjárinum at rokna, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.  

Tað var í september 2016, at 28 ára gamli Helgi Dam Ziska gjørdist fyrsti føroyski stórmeistarin í talvi. Síðan hevur javnan verið umrøtt, hvussu vit best kunnu heiðra og gagnnýta hesa stórhending, so hon eisini kemur føroyskari telving og samfelagnum øllum til góðar.  

Tí hevur Mentamálaráðið í eina tíð arbeitt við ymsum møguleikum, og nú er ein samstarvsavtala fingin í lag millum Nám, Talvsamband Føroya og Helga Dam Ziska. Avtalan inniber, at føroyski stórmeistarin verður settur í parttíðarstarv sum talvráðgevi hjá Námi - og tað verður fíggjað av játtanini hjá Talvsambandinum.  

Helgi er fegin um nýggju avbjóðingina, og hann hevur í avtaluni tryggjað sær, at hann eisini fær tíð og umstøður til at menna seg sjálvan sum telvara. Tískil verður talan um parttíðarstarv, har hann fyrst og fremst skal leggja lærarum lag á.  

Og fyri Talvsambandið er tað ein fyrimunur, at talvførleikarnir úti á skúlunum verða lyftir upp á eitt enn hægri støði við hesi avtaluni og førleikum stórmeistarans, staðfestir Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandinum.  

- Eg fegnist um, at vit nú fáa brúkt tann kunnleika og ta vitan, sum stórmeistarin hevur á økinum, til at menna lærarar - og harvið eisini næmingarnar, sigur Rigmor Dam. 

Og talváhugin sæst eisini aftur í politikkinum. Í samgonguskeiðinum er játtanin økt við 400 túsund krónum, nú Føroyar hava fingið sín fyrsta stórmeistara í talvi. Og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 hevur landsstýriskvinnan hartil lagt 100 túsund krónur omaná.  

 - Tað er hugaligt at síggja, at telving er eitt, sum vit kunnu samstarva um tvørtur um floksmørk. Júst samstarvið millum Nám og Talvsambandið er íkomið, eftir at eitt samt Løgting tók undir við uppskoti til samtyktar frá Jákupi Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, um at seta á stovn starvsskipan fyri føroyska stórmeistaran, greiðir Rigmor Dam frá. 

 - So vit kunnu siga, at hóast tað mangan tykist trupult at finna breiðar politiskar semjur, so eru fólk í øllum føri á einum máli um týdningin av telving, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna og leggur afturat, at telving eigur eitt natúrligt pláss í skúlunum, sum liður í almenna og fakliga dannilsinum.  

Hópin av kanningum vísa, at børn og ung mennast á so nógvar hættir av at telva. Bæði tá ið umræður evnini til hugsavnan og djúphugsni, umframt at hugsa strategiskt og analytiskt. Og so ikki um at tala sosiala vinningin, tá ið næmingar hittast í friði til mangan drúgva leikin á talvborðinum. 

- Talv og telving stendur hartil sum ein góð mótvekt til tann skjóta lættisoppa heimin á sosialu miðlunum, sum okkara næmingar dagliga eru partur av, vísir landsstýriskvinnan á. 

Sáttmálin millum Helga Dam Ziska, Talvsambandið og Nám varð undirskrivaður í dag, 19. desember. 

JáH (y) 19.12.2018
Kelda: Løgtingið

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly