![]() Kl. 14.00 ídag byrjar dysturin ímillum ÍF og KÍ í Fuglafirði. Hetta er seinasti dysturin í ár og tá verður avgjørt, hvør gerst føroyameistari hjá kvinnum í ár. KÍ er stórfavorittur at vinna dystin og gera tær tað, so er tað 14. føroyameistaraskapið á rað og tað er Europamet. Áðrenn dystin liggur KÍ eitt sitg frammanfyri EBS/Skála, sum skal leika ímóti HB, so KÍ kvinnurnar skulu ikki taka uppgávuna ov lætt, tí væntandi vinnur EBS/Skála sín dyst og tá skal KÍ vinna ímóti ÍF. Norðoya Portalurin ætlar sær ein túr til Fuglafjarðar og væntandi vera tað fleiri Klaksvíkingar, sum fara at gera tað sama. Koyrá KÍ. SáH |
Greinar
April 2018
Categories |