NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fantastiskur sigur í einum fantastiskum dysti

1/9/2015

Comments

 
Picture
U-18 dreingirnir hjá KÌ framdu í gjár eitt eitt bragd og eitt framúr comeback ímóti HB.

Undan dystinum lá HB á 2.plássi, og fríggjakvøldið vunnu teir steypafinaluna ímóti oddaliðnum NSÌ. KÌ lá á 5.plássið. HB hevði tó ikki tríggjir av sínum lyklaleikarum við, meðan KÌ manglaði ein av sínum umráðandi leikarum: Aksel B, Danielsen hevði leikbann til dystinum  

KÌ byrjaði betri, og longu í 3.minutti fekk Jóannes K.Danielsen ein stóran møguleika. Annars hendi tað ikki so nógv í fyrra hálvleiki: HB manglaði týðiliga nakað, og KÌ fekk heldur ikki spælið heilt at koyra. Men burturúr ongum kom eitt mál. Tá góður 1/2 tími var leiktur, fekk Hjalti K.Djurhuus, liðformaðurin hjá HB, bóltin eitt sindur uttanfyri KÌ-brotsteigin, og hann smekkaði bóltin í netið. Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt hjá KÌ-leikarunum, og í yvirtíðini kom ein afturat. Eftir eitt hornaspark var stóri verjuleikarin hjá HB, Jónathan Hayfield, púra fríur í samband við eitt hornaspark, og tútaði bóltin í netið. 2-0 til HB eftir ein linligan fyrra hálvleik. 

Men KÌ kom út í 2.hálvleik, og legði trýst á steypavinnarinar. Leikarinir vísti, at teir vildu meira! Tað var tó ikki fyrrenn eitt gott korter var eftir, at KÌ minkaði um munin. Jóannes Danielsen fekk bóltin í vinstru síðu, og hann tók sakina í egnar hendur: Hann driblaði hegnisliga framvið trimum verjuleikarum, og legði bóltin væl niður í handara málhorn.
Eitt sera flott mál! Tað vóru nógvir áskoðarar til dystin, og nú kom veruliga lív í teir. Tað var rópt, og trumman varð funnin fram. KÌ helt á at trýsta, og sjey minuttir fyri leiklok fekk ein HB leikari reytt kort. Eftir ein nærdysti, ið hann tapti ímóti Jákup B.Andreasen, nýtti hann ósømiligan málburð frammanfyri linjuverjanum, og so var  KÌ 11 ímóti 10, og nú  fekk heimaliðið enn meira blóð uppá tonnina. Andrias á Marknagili var komin inn á høgra vong, og skapti við sínari ferð stórar trupuleikar fyri HB-verjuna, og tríggjar minuttir fyri leiklok legði hann bóltin innfyri, og har var Jóanis Petersen fyrstur á bóltinum og setti hann inn. 2-2 og stór frøi á mongu áskoðarunum. KÌ spældi við stórum íblástri, og við einari stórar trúgv uppá tingini. Og tveir minuttir seinni var Andrias aftur uppá spæl í høgru síðu. Heauferð fann hann liðformannin Mikkjal á Bergi, ið hevði tikið renningina til aftaru stong inni í fimm-metrinum. 3-2 og alt var á gosi! Allir leikarinir og allir á bonkurin lupu í ein bunka frammanfyri áskoðaraskýlinum, og fleiri áskoðarar vóru eisini á vøllinum. Hetta var fyrsta málið, ið tann raski og álítandi verjuleikarin hevur skorað á heilum vølli, og tað var júst tann rætta løtan at skora tað. 
Ì yvirtíðini blakaði HB alt fram, og tað var nær við, at teir fingu javnað: Fyrst bjargaði KÌ á strikuni og stutt aftaná stórbjargaði Aron Jacobsen í málinum. Bólturin sprakk útfrá,  KÌ fór í skjótálop og Jóanis gjørdist púra einsamallir við HB-málverjanum, ið var komin langt út úr málinum. Og úr 30 metrum lyfti Jóanis bóltin hegnisliga uppum málverjan. 4-2 og í somu løtu bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð. Sjálvsagt stór frøi á leikarum, venjarum og áskoðaum, ið tysjaðu inn á vøllin. Eitt fantastiskt kvøld á Djúpumýru og trý stig til okkara dreingir, ið eiga stórt rós fyri ein ótrúligan vilja og innsats. Leikarir sum Òlavur Niclassen í verjuni, liðformaðurin Mikkjal, Jákup á miðjuni og Jóannes úti á vonginum gingu á odda, men tað var eitt liðavrik, ið hálaði hendan serliga sigurin heim. Tað gjørdi tað uppaftur betri at mótstøðuliðið var HB, og  komandi dystir hjá liðnum er longu hóskvøldið í Havn ímóti HB. KÌ er nú bert trý stig aftanfyri arvafíggjindanum 

Tillukku til liðið og Koyr á KÌ!

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly