NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

December 16th, 2017

15/12/2017

Comments

 
Comments

Fremsta fótbóltsdeildin eitur nú Betri deildin hjá kvinnum og monnum

15/12/2017

Comments

 
Billede
Fremstu fótbóltsdeildirnar hjá bæði kvinnum og monnum verða næstu fimm árini róptar Betri deildirnar. Betri verður samstundis høvuðsstuðul hjá føroyska kvinnulandsliðnum og fer at stuðla menning av ungdómsfótbólti í Føroyum. Hetta er partur av umfatandi menningaravtalu, sum FSF og Betri í dag hava undirskrivað.

Fremsta deildin hjá kvinnum og monnum fer næstu fimm árini at eita Betri deildin. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at fremsta deildin hjá kvinnum fær eitt stuðulsnavn og samleika. Harumframt fáa nú eisini feløg, sum ikki hava lið í bestu deildini, lut í stuðlinum, um tey hava skipaðan barna- og ungdómsfótbólt.

"Hetta er ein avtala, sum ger mun. Vit hava sett okkum greið langtíðarmál fyri føroyskan fótbólt. Styrkin hjá okkum er í breiddini,  og ein slík avtala eggjar feløgunum at halda áfram við menningini. Størsta ótroytta tilfeingið eru kvinnur, og tað fara vit støðugt at leggja dent á at menna. Ein partur er at gera kvinnulandsliðið og Betri deildina hjá kvinnum sjónliga" sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Nýggja menningaravtalan tryggjar eina árliga stuðulsupphædd til liðini í Betri deildunum hjá bæði monnum og kvinnum, harumframt fáa eisini hini feløgini við skipaðum ungdómsarbeiði eina árliga upphædd.

"Betri virkar kring allar Føroyar, og tí hóskar henda avtalan væl til Betri samtakið. Hetta er samstundis ein góður møguleika at vera við til at gera føroyskan fótbólt enn betri – uttan mun til kyn, aldur ella hvar í landinum, tú býrt" sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum, sum fegnast um nýggju avtaluna við FSF.

Høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum
Ein annar partur av menningaravtaluni er, at Betri eisini verður høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum.

Føroyska kvinnulandslið fær í 2018 vitjan av Íslandi, Slovenia og helst besta landsliðnum í heiminum, Týsklandi. Kvinnulandsliðið spældi seg í undankappingina, tá liðið framman fyri stórari fjøld vann avgerandi dystin móti Turkalandi í apríl í ár.

"Nú okkara bestu kvinnur bjóða teimum sterkastu londunum av, hava tær veruliga brúk fyri stuðli. Tað er greitt, at møguleikarnir at menna fótbólt fyri kvinnur eru stórir, um vit líta fram í tíðina. Tí vilja vit fegin vera við til at gera føroyska kvinnufótbólt enn betri" sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum.

Avtalan millum FSF og Betri er galdandi frá 2018 til og við 2022.

Comments

Álvi Hjelm svimur 200 metur blandað ca. kl. 09.34

15/12/2017

Comments

 
Billede
Tað eru bara tveir svimjarar frá Føroyum, sum luttaka í morgun. Tað eru Signhild Joensen og Álvi Hjelm. Signhild nú kl. 08.54 og Álvi kl. ca. 09.34.

Koyrá tit bæði.

​SáH

Comments

Signhild Joensen svimur nú kl. 08.54 200 metur ryggsvimjing á EM 2017

15/12/2017

Comments

 
Billede
Spenningurin økist, nú tað nærkast til at Signhild Joensen fer at svimja 200 metur ryggsvimjing á EM 2017 í Keypmannahavn.

Hetta er hennara besta svimjigrein og tað er nú, at hon skal gera seg galdandi.

Hon hevði stórar trupuleikar í 100 metur rygg, tí fyrireikarnir ikki góðtóku svimjhettuna hjá henni, beint áðrenn hon skuldi fara inn at svimja og tá ið hon skuldi starta, ja, so var startkílin hjá henni í ólagi. Hetta gjørdi at hon misti fokus og tískil ikki megnaði at svimja síni besti tíð.

Nú er at vóna at onki tílíkt hendur ímorgun. Signhild svimur í fyrsta riðli og á geil 1. Vit ynskja Signhild Joensen góða eydnu. Koyrá

​SáH



Billede
Comments

EM í stuttgeil byrjar í morgun kl. 08.30

12/12/2017

Comments

 
Billede
Kl. 8.30 ímorgun byrjar EM í stuttgeil í Keypmannahavn.

Føroyar luttekur við fýra svimjarum. Teir eru Álvi Hjelm og Signhild Joensen frá Ægir, Óli Motensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard frá Havnar Svimjifelag.

Tað verður Álvi Hjelm, sum byrjar fyrst og tað verður umleið kl. 10.16 danska tíð og 9.16 føroyska tíð. Hann luttekur í 400 metur frí og byrjar í fyrsta riðli. Í næstu riðli luttekur Óli Mortensen og tað er eisini í 400 metur frí.

Næst verður Signhild Joensen, hon kava í hylin kl. 10.38 danska tíð og 9.38 føroyska tíð og tað er í 100 metur ryggsvimjing..

Síðst í hylin ídag verður Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og hon skal svimja 800 metur frí kl. 10.12 føroyska tíð.

Sjá myndir niðanfyri og tit kunnu fylgja við EM í svimjing á hesum linkinum, klikk her "EM stuttgeil í Keypmannahavn".

Góða eydnu til okkara svimjara, venjara og leiðara.

​SáH

Comments

Her myndir frá jólahugnanum og liðmyndir hjá Ægir

8/12/2017

Comments

 
Billede
Ægir hevði sín árliga jólahugna mikukvøldið og mánadagin var myndatøka av Ægir liðnum.

Her myndirnar, klikk her "Ægir myndatøka og jólahugni"

SáH

Comments

Sunnudagin 10. Desember verður KÍ høllin karmur um árligu firmakappingina.

7/12/2017

Comments

 
Billede
Skipað verður fyri innandura fótbóltskapping har virkir, stovnar og feløg bresta saman í leiki. Leiðslur í fyritøkum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri síni starvsfólk - leiðslurnar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi

Hvørt liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á vøllinum í senn. Bert ein EFFO-leikari kann verða á vøllinum fyri hvørt liðið í senn . Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á vøllin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. Annars eru vanligir reglar galdandi, sum vit kenna teir í Klaksvík

Nú er avgjørt, at kappingin byrjar kl. 15.00. Finalan væntast at blíva spæld kl. 20.00 ella har áleið.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv

Umframt steyp og medaljur fær vinnandi liðið 5 stk. árskort til allar heimadystir í Effo-deildini hjá KÍ næsta kappingarár.

Tilmelding hjá Meinhardt, á telefon 765050, ella umvegis teldupostin

Kelda: www.ki.fo

​SáH

Comments

Mjølnir vann báðar dystirnar

4/12/2017

Comments

 
Billede
​Flogbóltur, steypakappingin: Úrslit fyrsta umfar
Fyrsta umfar í steypakappingini í flogbólt hevur verið um vikuskiftið. Tvey lið í hvørjum bólki koma víðari til eina hálvfinalu, sum verður um miðjan februar 2018.

Úrslitini vóru hesi:

Bólkur 1, kvinnur: 
SÍ – Ternan, kvinnur, 3-0 (25-09, 25-14 og 25-08)
TB – Dráttur, kvinnur, 2 – 3 (23-15, 25-15, 21-25, 25-22 og 12-15)

Bólkur 2, kvinnur: 

KÍF – Mjølnir, kvinnur, 0-3 (19-25, 20-25 og 20-25)
(triðja liðið í bólkinum er Fleyr)

Bólkur 1, menn:

TB – SÍ b, menn, 1-3 (25-19, 12-25, 23-25 og 18-25)
Fleyr a – Mjølnir, menn, 1 – 3 (25-20, 14-25, 15-25 og 23-25)

Bólkur 2, menn:

SÍ a – ÍF , menn, 3 – 0 (21-25, 16-25 og 16-25)
(Triðja liðið í bólkinum er Fleyr b)
Mynd er frá dystinum millum Fleyr og Mjølnir menn

Kelda: www.fbf.fo

SáH

Comments

Signhild Joensen úr Ægir vann gull í NM 2017 og flott føroyskt met

3/12/2017

Comments

 
Billede
Signhild Joensen gjørdi bart fyri løtu síðani og vann stórt í 200 metur rygg í Norðurlendska Meistaraskapinum í Reykavík.

Hon settið eisini eitt flott føroyskt met og er hetta fjórða metið hon setur á leikunum í Íslandi.

Gamli metið átti hon sjálv, tað var 2.10.11 og nú er hon fyrsta kvinnan í Føroyum, sum hevur svomið niðanfyri 2.10.00, tí hon svam eina super tíð, sum var 2.09.32.

Stórt tillukku Signhild Joensen og sjálvandi til venjaran eisini Jaime.

​

Billede
Comments

​Signhild Joensen úr Ægir slóð 7 ára gamalt met

3/12/2017

Comments

 
Billede
Signhild Joensen úr Ægir svam eina sera góða tíð í 50 metur rygg í Íslandi ígjár. Hon kom inn við tíðini 28.75 sekund og slóð sostatt eitt 7 ára gamalt juniormet. Gamla metið átti Birita Debes og tað var frá FM í 2010 og tíðin var tá 29.00 sekund.

Stórt tillukku Signhild.

SáH


Billede
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly