NP
  • Heim
  • Vinna
  • Politikkur
  • Tónleikur
  • Ítrottur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • JáH (y) til minnist
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • Blog

Jóla- og nýggjársheilsan frá svimjifelagnum Ægir

25/12/2015

Kommentarer

 
Billede
Ægir ynskir øllum eini Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjar.

Vit takka øllum svimjarnum, venjarum, hjálparfólkum, nevnd, sponsorum og ikki minst okkara fjepparnum fyri eitt gott ár 2015. 

Við vón um, at vit klára okkum enn betur í 2016 og at okkara sponsorar og viðhaldsfólk bakka okkum enn betur upp.

​Stóra takk fyri øll somul.

Við svimjikvøðu

Símun á Høvdanum, formaður

Kommentarer

NSÍ satsar høgt í ár

24/12/2015

Kommentarer

 
BilledeHjalmar Jóhan Juul hevur tikið myndina og fleiri myndir eru á hansara Facebook síðu
Ígjár skrivaði danski venjarin Anders Gerber undir ein eitt ára sáttmála við NSÍ.

Høvuðsmálið hjá honum, var at royna nakað nýtt og so at fáa NSÍ enn longur uppá stigatalvuna.

Hetta skrivar bold.dk um nýggja venjaran hjá NSÍ, les meira her:
Anders Gerber er ny træner i NSI Runavik. Han peger på muligheden for at blive cheftræner samt at arbejde med ungdomsafdelingen som udslagsgivende for at rykke til Færøerne......

​SáH

Kommentarer

Jólasvimjing og jólahald hjá Ægir fyri børn og foreldur

17/12/2015

Kommentarer

 
Billede
​Í gjár hevði Ægir sína árliga avslutningin fyri fyrra hálvárið.

Jaime høvuðsvenjarin hjá Ægir gongur sera høgt uppí, at Ægir er eitt felag, har øll skulu vera vælkomin og hevði hann saman við nevndini avgjørt at hvørt barn skuldi hava eitt diplom fyri teirra svimjing í Ægir, har tey blivu styrkistmett, alt eftir hvussu væl tey dugdi at svimja og tað vóru børnini sera glað fyri.

Øll børnini, helt frá teimum mistu og upp til tey eldru svimjara  svomu eina longd, har 1. liðssvimjarnir hjálpi teimum at svimja 25 metrar og aftaná handaði formaðurin teimum eitt diplom og fingu tey eitt ordans klapp frá foreldrunum.

Eftir hetta fingu øll jólapakkar og foreldur, venjara og hjálparfólk fingu kaffi og kakur.

Tað vóru umleið 150 fólk til jólasvimjingina og eydnaðist tiltakið sera væl.

Sjá myndir niðanfyri frá tiltakinum.

​SáH

Kommentarer

Krista vann trýggjar gull og eina silvur

16/12/2015

Kommentarer

 
Billede
Krista Mørkøre hevur um vikuskifti svomi á stórari svimjistevnu í Manchester "British-National Para-Swimming Championships 2015. 

Krista royndi seg í fýra greinum, og gekk hetta henni sera væl. Hon setti persónlig met í øllum greinunum, og vann hon fýra heiðursmerki. Hon vann gull í 100 frísvimjing, gull í 50 frísvimjing, og gull í 400 frísvimjing. Silvur vann hon í 100 bringusvimjing.

Krista fór til hesa kapping fyri at síggja hvussu hon lá í teim ætlanum sum liggja henni fyri framman, og fyri at royna at fáa betra sínar tíðir í 50 metra hyli. Tíðirnar eru allar betraðar, og tað sær lovandi út fyri Kristu framyvir.

Tíðir sum Krista svam. 100 frísvimjing 1:08.49, 100 bringusvimjing 1:31.00, 50 frísvimjing 31:69, og 400 fríðsvimjing 5:17.09.

Fantastiska flott klára av Kristu. Norðoya Portalurin ynskir tær og venjarnum stórt tillukku.

Kommentarer

SMS jólakappingin í Tórshavn avlýst

15/12/2015

Kommentarer

 
Billede
Í stuttum meyli hevur nevndin í Havnar Svimjifelag avlýst jólakappingina í ár. 

Orsakað av eldsbrunanum, ið var í Svimjihøllini leygarkvøldið, hevur svimjihallarleiðslan boðað frá, at høllin ikki verður klár til kappingina komandi vikuskifti. 

Sostatt verða vit tíverri noydd at avlýsa :(

​Vinarliga
Erling Eidesgaard

Kommentarer

Met eisini 3. dag á NM/NJM 2015

15/12/2015

Kommentarer

 
Billede
Tað varð til nøkur met afturat men ikki fleiri heiðursmerki til Føroyar, tá ið síðstu finalur vórðu avgreiddar á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015, í Bergen í Noregi.

Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met og juniormet í 400 frí og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt juniormet í 200 bringu, umframt at báðar liðsvimjingarnar settu juniormet.

Í 200 rygg fyri kvinnur varð Signhild Joensen úr Ægir nr 5 í juniorfinaluni (NJM) við 2:16.00, eitt sindur spakuligari enn hennara 2:15.92 tíð í morgun. Hon lá annars til silvur aftaná fyrstu 100, men møddist so ímóti endanum, meðan 4 aðrar svumu skjótari enn bæði hennara bestu tíð og føroyska metið hjá Elspu Mørkøre.

Í 200 bringu fyri kvinnur varð Beinta Debes úr HS nr 5 í seniorfinaluni (NM) við 2:39.16. Persónliga metið hjá henni er 2:37.16 frá HS-stevnu í november mánaða.

í 200 bringu fyri menn varð Róland Toftum úr SuSvim nr 6 í juniorfinaluni (NJM) við nýggjum føroyskum juniormeti á 2:19.37. Róland átti sjálvur juniormetið á 2:19.52 frá innleiðandi riðlunum í morgun, og átti eisini tað áðrenn á 2:20.10 frá HS-stevnu í november mánaða.

Í 400 frí fyri kvinnur setti Sára Nysted úr SuSvim stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið svam teinin uppá 4:18.31 í juniorfinaluni (NJM). Hetta rakk til eitt 5. pláss í kappingini. Mona Simonsen átti føroyska metið á 4:19.54 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og Sára átti sjálv juniormetið á 4:21.27 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í summar.

Eisini í 400 frí fyri kvinnur svam Lena Rannváardóttir úr HS seg til eitt 7. pláss í seniorfinaluni (NM) við 4:35.84, nakað spakuligari enn hennara persónliga met á 4:33.44 frá innleiðandi riðlunum í morgun.

Og í 400 frí fyri menn varð Marius Gardhodn úr HS nr 6 í juniorfinaluni (NJM) við 3:58.87, og Alvi Hjelm úr Ægir nr 7 í seniorfinaluni (NM) við 3:58.59. Persónliga metið hjá Mariusi er 3:56.68 frá innleiðandi riðlunum í morgun, meðan besta tíð hjá Alva er 3:55.66 á NM í fjør.

Í 200 firvald fyri menn varð Rói Bech úr SuSvim nr 7 í juniorfinaluni (NJM) við 2:35.08. Besta tíð hjá honum var 2:38.48 frá HS-stevnu í apríl mánaða, áðrenn hann í innleiðandi í morgun svam 2:36.90. So tvær ferðir besta tíð hjá Róa í dag.

Í 4x100 blandað fyri kvinnur settu føroysku juniorgenturnar føroyskt juniormet við at svimja seg til 4:21.80 og eitt 7. pláss. Gamla juniormetið var 4:24.68, frá NJM í fjør, meðan føroyska metið enn er 4:19.64 frá Oyggjaleikum í summar. Tær sum settu metið í dag vóru Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir, Vár Eidesgaard úr HS og Sára Nysted úr SuSvim.

Og í 4x100 blandað fyri menn svumu føroysku juniordreingirnir seg til eitt 9. pláss og føroyskt juniormet við 4:05.71. Eitt eitt sindur lætt juniormet fyri landslið, við tað at einki var har áðrenn, meðan føroyska metið er 3:49.68 frá Oyggjaleikum í 2009.

Saman um tikið er føroyska avrikið í Bergen so avgjørt góðkent, um enn vit sum ikki einaferð mugu staðfesta at støðið er høgt og vaksandi hjá grannalondunum. Føroyskir svimjarar vunnu tilsamans 1 silvur og 3 bronsur, umframt at sett vórðu 5 føroysk met og 12 føroysk juniormet. Hartil hava svimjararnir sett nógv persónlig met, og sum heild víst góðan hugburð hóast hørðu mótstøðuna.

Heiðursmerki á NM/NJM 2015
Marius Ihlen silvur í 1500 frí (NJM)
Sára Nysted bronsu í 200 blandað (NJM)
Sára Nysted bronsu í 400 blandað (NJM)
Alvi Hjelm bronsu í 400 blandað (NM)


Føroysk met á NM/NJM 2015 (5)
Sára Nysted 200 blandað
Sára Nysted 4:50.30 í 400 blandað
Juniorkvinnur 8:29.72 í 4x200 frí
Juniormenn 7:58.75 í 4x200 frí
Sára Nysted 4:18.31 í 400 frí

Føroysk juniormet á NM/NJM 2015 (12)
Róland Toftum 1:04.43 í 100 bringu
Sára Nysted 2:16.52 í 200 blandað
Juniorkvinnur 3:56.68 í 4x100 frí
Juniormenn 3:38.37 í 4x100 frí
Sára Nysted 4:50.30 í 400 blandað
Juniorkvinnur 8:29.72 í 4x200 frí
Juniormenn 7:58.75 í 4x200 frí
Róland Toftum 2:19.52 í 200 bringu
Róland Toftum 2:19.37 í 200 bringu
Sára Nysted 4:18.31 í 400 frí
Juniorgentur 4:21.80 í 4x100 blandað
Juniordreingir 4:05.71 í 4x100 blandað

Kelda: www.svimjing.com

Kommentarer

Met og heiðursmerki eisini 2. dag á NM/NJM 2015

12/12/2015

Kommentarer

 
Billede
Aftur í kvøld varð tað til heiðursmerki og føroyskt met til Føroyar, tá ið næsti finalupartur var á skránni á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015. Sára Nysted og Alvi Hjelm vunnu hvør sítt bronsuheiðursmerki í 400 blandað, har Sára setti føroyskt met og juniormet.

Í finaluni í 50 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir seg til eitt 8. pláss við tíðini 34.30. Hon eigur føroyska metið og juniormetið á 32.70, frá FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða.

Í seniorfinaluni í 100 firvald svam Jonna Thomsen úr Ægir seg til eitt 8. pláss við tíðini 1:03.72. Besta tíð hjá henni er 1:02.71, frá HS-stevnu í apríl mánaða.

Í juniorfinaluni í 400 blandað vann Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu við nýggjum føroyskum meti og juniormeti á 4:50.30. Hon átti sjálv metini á 4:51.57 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey 2015.

Í seniorfinaluni í 400 blandað vann Alvi Hjelm úr Ægir bronsu við 4:21.26, sum var stórt persónligt met í mun til hansara 4:24.25 frá tá ið hann vann silvur á Oyggjaleikum í summar.

Í juniorfinaluni í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg til eitt 8. pláss við tíðini 29.98. Hennara persónliga met er 29.59, frá innleiðandi riðlunum í morgun.

Í juniorfinaluni í 4x200 frí svumu føroysku genturnar seg til bæði føroyskt met og juniormet, tá ið tær svumu teinin uppá tilsamans 8:29.72. Gomlu metini vóru 8:37.77 frá NJM 2011.

Og í juniorfinaluni í 4x200 frí fyri menn svumu føroysku dreingirnir seg eisini til føroyskt met og juniormet, tá ið teir svumu teinin uppá 7:58.75. Gomlu metini vóru 8:02.75, frá NJM 2006.

Saman um tikið hava føroysku svimjararnir nú vunnið fleiri heiðursmerki og sett fleiri føroysk met og juniormet enn í fjør og fyrraárið.
Marius Ihlen vann silvur í 1500 frí, Sára Nysted hevur vunnið bronsu í 200 og 400 blandað, Alvi Hjelm hevur vunnið bronsu í 400 blandað, Sára Hjelm hevur sett 2 føroysk met og 2 juniormet, Róland Toftum hevur sett 1 juniormet, og liðsvimjingarnar hava sett 2 føroysk met og 4 føroysk juniormet.

Í fjør settu føroyingarnir tilsamans 1 føroyskt met og 4 føroysk juniormet, umframt at vinna 1 silvur og 2 bronsur.

JáH (y) 12.12.2015 (kelda: svimjing.com)



Kommentarer

Krista 2 gull og 1 silvur á British Para Swimming Championships 2015

12/12/2015

Kommentarer

 
Billede
Krista Mørkøre royndi seg í dag tríggjar ferðir á British National Para Swimming Championships 2015, og vann tá heiðursmerki í øllum kappingum, umframt at seta persónligt met í øllum trimum kappingum.

Fyrst svam hon seg til gull í 100 frí, tá ið hon í morgun svam tann teinin uppá 1:08.49, sum var betring av hennara bestu tíð við 0.27 sekundum.


Síðani vann hon silvur í 100 bringu við at svimja tann teinin uppá 1:31.00, sum var betring av hennara persónliga meti við 2.4 sekundum.


Og seinnapartin vann hon so eisini gull í 50 frí, við at svimja tann teinin uppá 31.69, sum var persónligt met við 0.7 sekundum.
Í morgin skal hon so royna seg í 400 metra frísvimjing, og er so liðug við hesa stevnu.


Tey heilsa úr Manchester, at hetta var "ein super dagur í dag".


Úrslitini kunnu síggjast her.

JáH (y) 12.12.2015
Kelda: Svimjing.com



Kommentarer

​Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá KÍ

11/12/2015

Kommentarer

 
Billede
KÍ og Sparikassin hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Sparikassin næstu tvey árini aftur verður høvuðsstuðul hjá KÍ

Nú er tað greitt, at Norðoya Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Ítóttarfelag í 2016 og í 2017. Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, skrivaðu mikudagin tann 9. desember undir nýggja sáttmálan.

Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt av elstu feløgunum í Klaksvík, og Norðoya Sparikassi er ikki so nógv yngri. KÍ varð stovnað í 1904, og Norðoya Sparikassi varð stovnaður í 1919. Samstarvið millum KÍ og Sparikassan hevur altíð verið upplagt og gott. Tað hevur sæst á so mangan hátt.

Tá ið tað fyri umleið 35 árum síðani varð vanligt, at tað á bringuni á spælarabúnunum sást, hvør var høvuðsstuðul hjá feløgunum, var tað so upplagt, at Norðoya Sparikassi sást á KÍ búnanum. Hetta var staðfesting av samstarvinum, sum hevði verið, og sum síðani hevur verið.

Onkuntíð hevur KÍ havt annan høvuðsstuðul. Tá hevur Sparikassin verið millum aðrar stuðlar. Norðoya Sparikassi hevur støðugt verið stuðul hjá ungdómunum í KÍ. Tað sæst eitt nú í, at mest sum øll børnini í Klaksvík og Norðoyggjum ganga í bláa KÍ búnanum við búmerkinum ella øðrum merkjum á, sum boða frá, at Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini. Soleiðis verður tað eisini næstu árini.

Tey bæði seinastu árini hevur JFK verið høvuðsstuðul hjá KÍ. JFK stuðlar framvegis KÍ, men nú er tað Norðoya Sparikassi, sum er høvuðsstuðul, meðan JFK er ein av fleiri stuðlum – soleiðis sum Norðoya Sparikassi hevur verið tað hesi bæði undanfarnu árini.
Í Klaksvíkar Ítróttarfelag verður fegnast um góða samstarvið við Sparikassan, og at Norðoya Sparikassi aftur er høvuðsstuðul hjá felagnum, umframt at Sparikassin framvegis verður høvuðsstuðul hjá tiltikna KÍ kvinnuliðnum.

​KÍ er fótbóltsfelag burturav. Har venja og spæla nógv tey flestu børnini og nógvir ungdómar í Klaksvík og grannabygdunum, og felagið er umboðað í øllum vaksnamannadeildunum hjá kvinnum og monnum.

Klaksvíkar Ítróttarfelag og Norðoya Sparikassi

​Her filmurin um 66-liðið

Kommentarer

Atli Danielsen tørnar aftur út fyri KÍ í 2016.

9/12/2015

Kommentarer

 
Billede
​Atli Danielsen tørnar aftur út fyri KÍ í 2016.

Royndi miðvallarin hevur í kvøld gjørt sáttmála við barndómsfelagið fyri komandi kappingarár
Atli er 32-ára gamal og harvið ein av teimum meira royndu leikarunum á liðnum, sum annars telur hópin av leikarum undir 25 ár. ´
Tað er ein styrki fyri liðið eisini at hava royndar leikarar og Atli hevur evnir, máltev og stríðsvilja, so hann verður eitt gott kort at hava við hondina hjá Mikkjali komandi kappingarár. 
Sáttmálin er galdandi fyri 2016.

Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag

SáH

Kommentarer
<<Forrige

    Greinar

    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    August 2018
    Juli 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    September 2014
    August 2014
    Juli 2014
    Maj 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Januar 2014
    December 2013
    November 2013
    Oktober 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    Marts 2013
    Februar 2013
    Januar 2013
    Oktober 2012
    September 2012

    Categories

    Alle
    Ítrottur

    RSS-feed

Proudly powered by Weebly
  • Heim
  • Vinna
  • Politikkur
  • Tónleikur
  • Ítrottur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • JáH (y) til minnist
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • Blog