NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Langur & harður kampur hjá Schumacher fyri framman

30/12/2014

Comments

 
Picture
Tað verður ein langur & harður kampur fyri framman hjá Michael Schumacher - nú tað er eitt ár síðan hann varð út fyri einari ski-vanlukku í Fraklandi, har Schumacher mundi doyð - fortelur 45 ára gamla Sabine Kehm (manager hjá Schumacher) - eftir at ein fyrrverandi Formel 1 koyrari hevur tosað út um støðuna hjá Schumacher fyri fjølmiðlum. 

Enn fær Schumacher bert tosað via at blinka við eygunum, men fær ikki tosað. Tó so fær hann hildi kontakt við sína familju og vinir - fortelur ein fyrrverandi Formel 1 koyrari, Philippe Streiff, fyri fjølmiðlunum.

Men læknin hjá Schumacher, Gerard Saillard vil ikki út við, at søgan er sonn og vil heldur ikki gera viðmerkingar til Schumacher málið.

Í hansara stórtíð sum Formel 1 koyrari - vann Michael Schumacher heili 7 ferðir heimsmeistaraskapi innan Formel 1. 

JáH (y) 31.12.2014

Comments

Ægir X-mas meistarar 2014

20/12/2014

Comments

 
Picture
Stór svimjikapping var í Gundadalshøllini ígjár. Kappast var í 31 kappingum, sum bar navnið SMS jólasprint 2014.

Havi ikki fingið úrslitalistan enn, men Ægir gjørdist X-mas Meistarar 2014 !! Vinningurin var eitt gávukort í part frá SMS og aftaná svimjikappingin  fóru øll oman at shoppa jólagávur.

Árið 2014 gjørdist eitt gott ár hjá Ægir og endaði árið við, at vit gjørdist X-mas meistarar, kann tað vera meira jólaligt :) 



Gleðilig jól og gott nýttár og øllum verður ynskt eitt gott svimjiár 2015.

Kelda: svimjing.com

SáH

Picture
Comments

Heiðursmerki og met í finalunum ígjár á NJM/NM 2014 í Vasby í Svøríki

14/12/2014

Comments

 
PictureHer øll heiðursmerkini hjá Alva Hjelm úr Ægir.
Alvi Hjelm úr Ægir bjargaði okkum enn eitt heiðursmerki afturat á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni 2014, og Signhild Joensen úr Ægir betraði um sítt føroyska juniormet í 200 metra ryggsvimjing. Hartil settu juniorgenturnar føroyskt juniormet fyri landslið í 4x100 blandað.

Føroyingar vóru 10 ferðir í einstaklingafinalu í dag, og vórðu úrslitini hesi:

Høgni Simonsen (SuSvim) 23.47 í 50 frí (#8)
Signhild Joensen (Ægir) 2:19.46 í 200 rygg (#4)
Maria Antoft (HS) 2:24.75 í 200 rygg (#8)
Ásbjørg Hjelm (Ægir) 2:44.07 í 200 bringu (#8)
Róland Toftum (SuSvim) 2:29.03 í 200 bringu (#7)
Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 4:29.09 í 400 frí (#6)
Emma Festirstein Nyström (HS) 4:31.30 í 400 frí (#7)
Marius Ihlen Gardshodn (HS) 4:06.99 í 400 frí (#6)
Alvi Hjelm (Ægir) 3:55.66 í 400 frí (#3)
Jana Thomsen (Reysti) kolldømd í 200 firvald (#7)

Juniorgenturnar Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Lív E. Eidesgaard og Barbara Debes royndu seg í 4x100 blandað, og megnaðu har at seta nýtt føroyskt juniormet fyri landslið. At enda luttók eitt felagslið av 4 gentum og 4 dreingjum í 8x50 frí, har tey megnaðu at svimja teinin uppa 3:23.92.

Samanumtikið ein sera góð kapping, har allir svimjarnir forbetraði sínar tíðir, fleiri met og trý heiðurstekin. 

Kelda: svimjing.com

SáH

Comments

Juniorgentur 4:24:68 og juniormet í 4x100 blandað á NJM 2014

14/12/2014

Comments

 
PictureTær fýra sum svumu, vóru Signhild Joensen og Ásbjørg Hjlem úr Ægir, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr Flot. (Jón Bjarnason hevur tikið myndina)
Juniorgenturnar hjá Føroyum settu ígjár nýtt føroyskt juniormet í 4x100 metra blandaði liðsvimjing, tá ið tær í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2014 svumu teinin uppá 4:24.68.

Tær fýra sum svumu nú vóru Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr FLOT.

Tær fýra sum áttu metið vóru Barbara Debes, Turið S. Christiansen, Poula Ø. Mohr og Cecilia W. Eysturdal, frá tá ið tær á NJM 2010 svumu teinin uppá 4:27.59.

Genturnar vóru heldur ikki so langt frá føroyska metinum nú, sum er 4:22.92 frá tá ið Birita Debes, Malan Vitalis Bærendsen, Bjørg Seloy og Shaila millum Garðarnar í 2009 vunnu gull á Oyggjaleikum á Álandi.

Tær fýra megnaðu við hesum at eisini halda bæði Ísland og Estland aftanfyri seg, so at tær endaðu sum nummar fimm í finaluni, aftanfyri Finnland, Danmark, Svøríki og Norra.

Kelda: svimjing.com

SáH


Comments

Signhild Joensen úr Ægir nýtt føroyskt juniormet í 200 rygg við tíðini 2:19:46 í NJM í Svøríki

14/12/2014

Comments

 
Picture
Signhild Joensen úr Ægir setti ígjár nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarstevnuni 2014 svam teinini uppá 2:19.46. Hon átti sjálv juniormetið á 2:19.80 frá úttøkustevnuni í november mánaða. Signhild varð nr 4 nú á NJM, bert eitt sekund frá bronsuni.

Gott svomi Signhild.

Kelda: svimjing.com

SáH

Comments

Alvi Hjelm úr Ægir vann bronsu í NM 2014 við tíðini 3:55:66, sum eisini er hansara besta tíð nakrantíð.

14/12/2014

Comments

 
Picture
Alvi Hjelm vann ígjár enn eitt heiðursmerki afturat á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2014, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:55.66. Hetta er nýggj besta tíð hjá Alva, har hansara persónliga met til nú var 3:55.88 frá donsku stuttgeilameistarastevnuni í fjør. Og nú á NM 2014 rakk tað so til bronsuheiðursmerki, aftanfyri norsku Knut Oscar Skipperud og Ole Martin Bjørlykke á 3:49.43 og 3:49.70

Kelda: svimjing.com

Picture
Comments

Finalurnar byrja kl. 15.30 føroyska tíð og síggjast live her

14/12/2014

Comments

 
Picture
Finalurnar byrja kl. 15.30, tær kunnu síggjast beinleiðis her, klikk á myndina ella á hetta linki: 

NJM/NM 2014 beinleiðis

SáH

Comments

Alvi Hjelm kann fáa sína triðju medalju um góðar tveir tímar í NM 2014 í Svøríki

14/12/2014

Comments

 
Picture
Alvi er tann einasti av føroysku svimjarnum, sum hevur megna at fáa heiðurstekin í stóru kappingini í Svøríki og um góðar tveir tímar, kann hann  um alt eydnast, fáa sínu triðju medalju.


Heiðursmerki á NJM/NM 2014

Alvi Hjelm (Ægir) 15:40.69 í 1500 frí (silvur)
Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (bronsu)

Føroysk juniormet

Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (var Óli Mortensen 4:30.51)

SáH

Picture
Comments

Signhild Joensen úr Ægir liggur til eitt bronsu heiðursmerkið í NJM í Svøríki um góðar tveir tíma í 200 rygg

14/12/2014

Comments

 
Picture
Klokkan 15.30 føroyska tíð vera seinastu finalurnar í NJM í Svøríki svomnar og í løtuni liggur Signhild Joensen á einum triðja plássið, so tað verður sera spennandi.

Koyrá Signhild, tað hevði verið stuttligt, at fingið eitt bronsu heiðursmerkið við heim aftur til Føroyar.

SáH

Picture
Comments

Góðar forbetringar á NJM/NM 2014 í Svøríki

14/12/2014

Comments

 
Picture
Aftur í morgun svumu føroyingarnir skjótt á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni 2014, so at øll teirra nú hava svomið í øllum førum eina bestu tíð á hesi stevnu. Tað er krevjandi at kappast ímóti hesum sterku grannalondum okkara; men tó so fingu vit aftur í morgun bæði bestu tíðir, finalupláss og heiðursmerkjavónir.

Føroyingar í finalu seinnapartin

Føroysku svimjararnir megnaðu 10 ferðir at svimja seg í finalu, nú í morgun. Finalurnar verða svomnar seinnapartin klokkan 16:30 svenska tíð, sum er klokkan 15:30 í Føroyum.

Høgni Simonsen (SuSvim) 23.42 í 50 frí (#8)
Signhild Joensen (Ægir) 2:22.18 í 200 rygg (#3)
Maria Antoft (HS) 2:26.60 í 200 rygg (#8)
Ásbjørg Hjelm (Ægir) 2:38.92 í 200 bringu (#7)
Róland Toftum (SuSvim) 2:29.81 í 200 bringu (#7)
Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 4:30.08 í 400 frí (#6)
Emma Festirstein Nyström (HS) 4:32.91 í 400 frí (#7)
Marius Ihlen Gardshodn (HS) 4:05.43 í 400 frí (#6)
Alvi Hjelm (Ægir) 4:01.45 í 400 frí (#3)
Jana Thomsen (Reysti) 2:41.97 í 200 firvald (#7)
Hartil luttaka juniorgenturnar í finaluni í 4x100 blandað

Av teimum eru tað serliga Signhild Joensen og Alvi Hjelm sum hava møguleika fyri heiðursmerki, nú tey bæði svumu 3. bestu tíð í innleiðandi riðlunum, og bæði hava persónlig met sum eru betri enn tað tey svumu nú.

Persónlig met á NJM/NM 2014

Fríggjamorgun

Róland Toftum (SuSvim) 1:08.65 í 100 bringu (var 1:09.61)
Barbara Debes (FLOT) 31.66 í 50 firvald (var 32.42)

Fríggjakvøld

Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 25.26 í 50 firvald (var 25.32)

Leygarmorgun

Barbara Debes (FLOT) 1:00.36 í 100 frí (var 1:01.26)
Signhild Joensen (Ægir) 1:00.40 í 100 frí (var 1:00.42)
Róland Toftum (SuSvim) 53.85 í 100 frí (var 53.95)
Marius Ihlen Gardshodn (HS) 54.58 í 100 frí (var 54.79)
Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 58.50 í 100 firvald (var 58.56)
Emma Festirstein Nyström (HS) 5:07.07 í 400 blandað (var 5:08.15)
Alvi Hjelm (Ægir) 4:37.90 í 400 blandað (var 4:53.98)
Signhild Joensen (Ægir) 30.56 í 50 rygg (var 31.00)
Jana Thomsen (Reysti) 32.00 í 50 rygg (var 32.69)
Maria Antoft (HS) 32.27 í 50 rygg (var 32.34)

Leygarkvøld

Ásbjørg Hjelm (Ægir) 33.81 í 50 bringu (var 33.90)
Emma Festirstein Nyström (HS) 5:06.08 í 400 blandað (var 5:07.07)
Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (var 4:37.90)

Sunnumorgun

Barbara Debes (FLOT) 27.44 í 50 frí (var 27.70)
Lív E. Eidesgaard (HS) 27.45 í 50 frí (var 27.57)
Høgni Simonsen (SuSvim) 23.42 í 50 frí (var 23.62)
Róland Toftum (SuSvim) 24.13 í 50 frí (var 24.15)
Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 24.20 í 50 frí (var 24.27)
Róland Toftum (SuSvim) 2:29.81 í 200 bringu (var 2:30.52)
Marius Ihlen Gardshodn (HS) 4:05.43 í 400 frí (var 4:08.60)
Niels Nattestad (HS) 4:21.10 í 400 frí (var 4:24.64)
Jana Thomsen (Reysti) 2:41.97 í 200 firvald (var 2:43.53)


Heiðursmerki á NJM/NM 2014

Alvi Hjelm (Ægir) 15:40.69 í 1500 frí (silvur)
Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (bronsu)

Føroysk juniormet

Ásbjørg Hjelm (Ægir) 33.81 í 50 bringu (var Ásbjørg 33.90)
Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (var Óli Mortensen 4:30.51)

Føroysk met

Ásbjørg Hjelm (Ægir) 33.81 í 50 bringu (var Ásbjørg 33.90)

Til ber at síggja øll úrslitini frá í morgun her á livetiming.se, og síggja video frá umfarinum her.

Finalurnar verða vístar beinleiðis her á livetiming.se, frá klokkan 15.30 føroyska tíð.

Kelda: svimjing.com

SáH
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly