NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Signhild Joensen frá Ægir Norðurlendskur meistari í 100 metur ryggsvimjing

30/11/2019

Comments

 
Billede
Signhild Joensen frá, Ægir drottningin innan svimjing í Føroyum vann fyrsta gullmerkið til Føroyar á NM 2019 í Tórshavn, tá ið hon í finaluni vann trygt 100 metur ryggsvimjingina á stuttgeil.

Hon kom inn við 1:01.21 heili  1.99 sekund frammanfyri Julia Stenhård frá Svøríki og nummar trý gjørdist Kertu Kaare frá Estonia.

Eitt sera flott gullheiðursmerkið til Føroyar og stórt tillukku Signhild Joensen og sjálvandi eitt stórt tillukku til venjaran Jaime Arro eisini.

SáH

Comments

​Byrsumúli nýggja skjótibreyt

29/11/2019

Comments

 
Billede
Á býráðsfundi i gjár varð samtykt, at Byrsumúli fær nýggja skjótibreyt á Sandvíkum.

Hetta verður ein skjótibreyt, ið kemur at lúka øll krøv ið setast til altjóða skjótikappingar.

Føroysku skjúttarnir hava staðið seg væl á oyggjaleikunum og til aðrar altjóða kappingar.

Myndin er frá oyggjaleikunum i summar 🇫🇴

Annika Olsen

Borgmeistari Tórshavnar Kommuna

Comments

​José Mourinho nýggið venjarin hjá Tottenham Hotspur

20/11/2019

Comments

 
Billede
Heimasíðan hjá Tottenham Hotspur kunngjørdi klokkan 06:29 at José Mourinho verður nýggið venjarin hjá Tottenham Hotspur.

Hann tekur yvir venjaraastarvinum beinanvegin og er avtalað gjørd til summari 2023.

Hetta skrivar Tottenham á sínari heimasíður:
We are delighted to announce the appointment of Jose Mourinho as Head Coach on a contract that runs until the end of the 2022/23 season.

Jose is one of the world’s most accomplished managers having won 25 senior trophies. He is renowned for his tactical prowess and has managed FC Porto, Inter Milan, Chelsea, Real Madrid and Manchester United. He has won a domestic title in a record four different countries (Portugal, England, Italy and Spain) and is one of only three managers to have won the UEFA Champions League twice with two clubs, FC Porto in 2004 and Inter Milan in 2010. He is also a three-time Premier League Champion with Chelsea (2005, 2006, 2015).

Commenting on the appointment, Chairman Daniel Levy said: “In Jose we have one of the most successful managers in football. He has a wealth of experience, can inspire teams and is a great tactician. He has won honours at every club he has coached. We believe he will bring energy and belief to the dressing room.”

Speaking on his appointment, Jose said: “I am excited to be joining a Club with such a great heritage and such passionate supporters. The quality in both the squad and the academy excites me. Working with these players is what has attracted me.”

Tottenham Hotspur, 20. november 06:29

Comments

​Mauricio Pochettion fingið sekkin

19/11/2019

Comments

 
Billede
​So gekk ikki meira, venjarin hjá Tottenham  Mauricio Pochettion hevur fingið sekkin, tað skrivar heimasíðan hjá Tottenham í dag.

Mauricio Pochettion hevur verið venjari hjá Tottenham í  5 ár. Leiðsan hevur almannakunngjørt í dag, at Mauricio Pochettino og venjaraliðið hjá honum, Jesus Perez, Miguel D’Agostino og Antoni Jimenez er blivnir sekkaðir.

Tottenham liggur á 14. plássinum, nú 12 umfør er spæld og hevur bert 14 stig og tað er høvuðsorsøkin til at Mauricio Pochettion er blivin arbeiðsleysur.

Maurico Pochettino bleiv venjari hjá Tottenham í 2014 og áðrenn tað var hann venjari hjá Southampton og Espanyol.

Hetta skrivar Tottenham um at Pochettion fekk sekkin:
The Club can today announce that Mauricio Pochettino and his coaching staff Jesus Perez, Miguel D’Agostino and Antoni Jimenez have been relieved of their duties.

Chairman, Daniel Levy, said: “We were extremely reluctant to make this change and it is not a decision the Board has taken lightly, nor in haste.

“Regrettably domestic results at the end of last season and beginning of this season have been extremely disappointing.

“It falls to the Board to make the difficult decisions – this one made more so given the many memorable moments we have had with Mauricio and his coaching staff – but we do so in the Club’s best interests.

“Mauricio and his coaching staff will always be part of our history. I have the utmost admiration for the manner in which he dealt with the difficult times away from a home ground whilst we built the new stadium and for the warmth and positivity he brought to us. I should like to thank him and his coaching staff for all they have contributed. They will always be welcome here.

“We have a talented squad. We need to re-energise and look to deliver a positive season for our supporters.”

We shall provide an update on new coaching staff in due course.

Tottenham Hotspur

Comments

Mjølnir vann toppdystin ímóti Drátti 3-1

17/11/2019

Comments

 
Billede
Mjølnir vann spennandi dystin í meistaradeildini hjá kvinnum 3-1 ímóti Drátti og hevur nú lagt seg á odda í landskappingini saman við KÍF.

Settmunurin var 25-23, 25-17, 17-25 og 25-18.

Her nakrar myndir frá dystinum í kvøld, klikk her, "Myndir: MK Mjølnir - Dráttur 3-1"

SáH
​



Comments

​Toppdysturin í Klaksvík sunnudagin

16/11/2019

Comments

 
Billede
Tað er kanska nakað tíðliga longu í 2. umfari at fara at tosa um toppdyst. Men tá ið Mjølnir og Dráttur hjá kvinnunum bresta saman sunnudagin kl. 17.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík, verður talan í minsta lagi um dyst millum tveir av heitastu FM-kandidatunum.

TB, SÍ og Fleyr skulu reisa seg Fyrsta umfar vísti á tríggjar greiðar vinnarar og tríggjar líka so greiðar taparar. Tveir av hesum taparum hittast á Hálsi í Havn leygardagin kl. 12.00. SÍ skal vaska greiða tapið fyri KÍF av sær, og í Fleyr er støðan tann sama. Fyrsti dysturin ímóti Drátti gav als einki. Annað av hesum liðunum fer av vølli leygardagin við uppreisn – hitt við eini byrjandi kreppu.

TB byrjar kappingarárið við tveimum truplum útidystum. Fyrst ímóti Mjølni og nú ímóti KÍF, sum tykist sera sterkt í ár. KÍF má metast at vera greiður favorittur til henda dystin, og TB má finna annað lag fram, skulu tær fáa nakað við sær suður aftur.

Ábendingar um FM Stóri dysturin hetta leikumfarið er í Klaksvík sunnudagin kl. 17.00. Tá fara vit av álvara at síggja fyrstu ábendingar um, hvussu landskappingin kann vara at síggja út. Bæði Mjølnir og kanska serliga Dráttur vístu í fyrsta leikumfarinum, at tær eru nógv sterkari enn í fjør. Gullið er avgjørt ein møguleiki hjá báðum liðunum. Nakað sum Mjølnir hevur bíðað eftir líka síðan í 2014, tá ið tær vunnu FM fjórða árið á rað. Dysturin er tí meira enn bara ein dystur. Hann er eisini ein sálarlig styrkiroynd og gevur vinnaranum fyrimun víðari í landskappingini.

Undan hesum leikumfarinum hava KÍF, Dráttur og Mjølnir 3 stig og Fleyr, SÍ og TB einki stig.

• FM 1 sigur frá dystinum Fleyr – SÍ kl. 12.00

Dystir hetta leikumfarið í Meistaradeildini hjá kvinnum:

Billede
​Aftur 5-settari millum Fleyr og ÍF á Hálsi? Fleyr og ÍF hava gjørt tað til vana at spæla 5-settarar. Tað var lagið síðsta kappingarár, og aftur í ár hendir tað sama. Tað er tí væntandi, at vit fáa ein javnan og spennandi dyst, sum kann koppa báðar vegir. Fleyr tapti fyri SÍ á heimavølli 1-3 í vikuni. Tað var sjálvandi eitt vónbrot, sum skal vaskast av. ÍF spældi í sínum lagi ein fínan dyst ímóti Mjølni, men tað rakk tó ikki til ein sigur.

Kann SÍ steðga Mjølni? SÍ vann sannførandi á Fleyr mitt í vikuni, og nú fáa teir so møguleikan ímóti Mjølni á Heimavølli. SÍ er altíð ein trupul uppgáva og serstakliga á heimavøllinum í Sørvági. Mjølnir hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, og einki bendir á, at teir ætla sær at taka fótin av speedaranum í ár. Tvørtur ímóti sær liðið út til at vera enn sterkari um nakað. Men besta boðið til avbjóðara er SÍ – serliga í Sørvági.

• FM 1 sigur frá dystinum Fleyr – ÍF kl. 16.00.

Dystir hetta leikumfarið í Meistaradeildini hjá monnum:
Billede
Comments

Mjølnir vann spennandi dyst ímóti ÍF 3-0

13/11/2019

Comments

 
Billede
Mikukvøldið fekk Mjølnir vitjan av ÍF eftir at Mjølnir leygardagin vann trygt 3-0 á SÍ.

ÍF leikti í teirra dysti 3-2 ímóti Fleyr í einum sera tøttum dysti, har setmunurin var 16-25, 33-31, 14-25, 29-27 og 11-25.

Dysturin í gjárskvøldið var eisini spennandi og ÍF fylgdi væl við Mjølnir og triðja sett gjørdist sera spennandi, har Mjølnir vann 29-27, hini settini endaði 25-20 og 25-23.

Mjølnir liggur nú á odda í landskappingini við 6 stigum og hevur fingið eina dreyma byrjan.

Næsti dystir verður í Sørvági leygardagin tann 16. november og SÍ vann heilt óvæntað á Fleyr í stórhøllini í Tórshavn í gjár.

Her myndir frá dystinum, klikk her "Mjølnir vann spennadi dysti í móti ÍF 3-0"

Dysturin sæt live á heimasíðuni hjá Mjølnir, Klikk her: "Mjølnir menn".

SáH
​


Comments

​Úttøka til EM á stuttgeil 2019

11/11/2019

Comments

 
Billede
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út teir svimjarar til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil 2019 sum hava klárað til hesa stevnu, umframt ein seniorsvimjara afturat fyri úrslit yvir 700 FINA stig í hesi árshálvu. EM á stuttgeil 2019 verður í Glasgow í Skotlandi hin 4. til 8. desember 2019.

Tey úttiknu eru hesi:
Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
Róland Toftum (1996), Suðuroyar Svimjifelag
Signhild Joensen (2000), Ægir
Vár E. Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

Vit vita tó longu at Óli Mortensen hevur givið avboð til NM og EM á stuttgeil 2019, og at tey tí verða trý sum fara til Glasgow.

Venjari verður Panagiotis Christou

Ferðaleiðari verður Rókur í Jákupsstovu

Vegna SSF

Rókur

Comments

Flogbóltur: MM Mjølnir vann eisini hjá monnunum

9/11/2019

Comments

 
Billede
Meistaradeildarliðið hjá Mjølnir kom eisini gott frá landi, nú teirra landskapping er byrjað.

Teir møtti í teirra fyrsta dysti SÍ frá Sørvági og gjørdist tann dysturin meira tættur enn tann hjá kvinnunum.

Mjølnir var klárt betra liðið og blivu teir flestu av leikarnum royndir og gleðiligt var, at fleiri av teimum yngru eisini sloppi at royna seg.

Settmunurin var hesin, 25-20, 25-23 og 25-17.

Her myndir frá dystinum, klikk her "Myndir: MK Mjølnir - SÍ 3-0"

SáH


Comments

Flogbóltur: MK Mjølnir vann trygt 3-0 á TB

9/11/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 15:00 í gjár leikti Mjølnir kvinnurnar sín fyrsta landskappingardyst í hesum kappingarárinum og tað var ímóti TB.

Mjølnir vann dystin trygt. Fyrsta settið var nøkunlunda javn, sum endaði 25-19, men næsta og triðja settið var klassamunur á liðnum og Mjølnir vann uppiborið 3-0.

Settmunurin var hesin, 25-19, 25-14 og 25-16.

Her myndir frá dystinum, klikk her: "Myndir: MK Mjølnir - TB 3-0"

SáH
​



Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly