NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rannvá Sigfríðsdóttir nýggj forkvinna í Ægir

28/11/2016

Comments

 
Billede
​Í gjárskvøldið hevði svimjifelagið Ægir sín árliga aðalfund og var fundurin hildin á loftinum í KÍ høllini.

Formansfrágreiðingin hjá Símun á Høvdanum var sera positiv, har hann staðfestið, at svimjiárið 2015/2016 var eitt avbera gott ár fyri felagið og har Ægir aftur gjørdist besta svimjifelag í Føroyum.

Vit hava svimjarar sum hava luttikið í NM, NJM, EM og Para OL í Brasil og hava svimjarnir sligið hópin av metum.  Ægir gjørdist føroyameistarar í stuttgeil og har bleiv Alvi Hjelm kosin ársins svimjari í Føroyum og eisini blivu Rókur Trygvason og Signhild Joensen kosin ársins stjørnuskot.

Formaðurin var eisini sera glaðir fyri at tilgongdin hjá teimum heilt ungu endiliga er komi ígongd og sær framtíðin hjá Ægir gott út.

Fíggjarliga hevði Ægir eitt lítið yvirskot, eftir at Ægir í 2014 hevði eitt lítið undirskot, men ynskiligt hevði verið við fleiri sponsorum, nú Ægir hevur ein útlendskan venjara fyri fyrsti ferð í søgu felagsins.

Símun á Høvdanum endaði við at takka fyri seg og ynski nýggju nevndini góðan byr.

Aftaná varð nýggj nevnd vald og í hana blivu hesu vald:

Rannvá Sigríðsdóttir, forkvinna
Agnes Vágseið Sivertsen, næstforkvinna
Linda Kjærbæk Hansen, skrivari
Símun á Høvdanum, kassameistari
Gudmundur Danielsen, nevndarlimur

Eykalimur:
Elin Stampe
Símun Michael Sørensen 

Billede
Comments

Sjey svimjarar frá Ægir úttiknir til NM og NJM 2016

21/11/2016

Comments

 
Billede
​Úttøka til NM og NJM 2016

Kunning vegna SSF

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Norðurlendsku Juniormeistarastevnuna 2016, sum verður í Kolding í Danmark frá fríggjadegi 9. til sunnudag 11. desember 2016:

NM 2016
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
Alvi Hjelm (1996), Ægir
Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
Markus Joensen (1996), Havnar Svimjifelag
Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

NJM 2016
Alisa Vestergaard (2003), Suðuroyar Svimjifelag
Barbara Debes (2000), Ægir
Brynhild Johannesen (2002), Suðuroyar Svimjifelag
Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag
Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
Maria Bjarnastein Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000), Ægir
Sólva A. Sigurðsson (2002), Ægir
Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
Hugin Næs Lave (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Johan Nónskarð Dam (2002), Havnar Svimjifelag
Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Rókur Trygvason (2000), Ægir
Ferðaleiðarar verða Sørin S. Djurhuus og Annika Næs Johannesen

Venjarar verða Hálvdan Rúni Gaardbo og Rui Filipe Dos Santos Magalhaes

Pál Joensen, Óli Mortensen og Sára Ryggshamar Nysted hava eisini klárað kravtíð, men hava valt at í staðin taka ímóti úttøku til HM á stuttgeil 2016, sum er um somu tíð.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Comments

Jórun Larsen Mørkøre gjørdist nummar fýra í USA

19/11/2016

Comments

 
Billede
Jórun Larsen Mørkøre gjørdist nummar fýra í USA. Hetta skrivar hon á sítt Instagram fyri trimum tímum síðani. Hon er sera glað og takkar venjarnum fyri góða úrslitið. Flott klára Jórun og stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum.

SáH

Comments

Ægir-gentur 8:38.20 og føroyskt met í 4×200 frí

19/11/2016

Comments

 
Billede
​Ægir-gentur settu í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 4×200 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið tær á HS-stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali svumu teinin uppá 8:38.20. Ægir átti longu føroyska metið á 8:38.58 frá Ægir-stevnu í oktober 2014, og juniormetið á 8:47.37 frá Ægir-stevnu í november 2011.

Splitt-tíðirnar vóru

Signhild Joensen 2:06.67
Ásbjørg Hjelm 2:12.43
Barbara Debes 2:12.70
Jana B. Thomsen 2:06.40

Norðoya Portalurin ynskir Ægir stórt tillukku.

Kelda og mynd: www.svimjing.com

SáH

Comments

Signhild Joensen úr Ægir stórt føroyskt met í 200 metur rygg

19/11/2016

Comments

 
Billede
Signhild Joensen úr Ægir gjørdi bart á HS-stevnuni ígjár. Hon hølvaði allir hinar kvinnurnar av í 200 metur rygg, var meira enn 10 sekund frammanfyri nummar tvey og kom inn við tíðini 2:13:11 og tað er stórt føroyskt met.

Hon átti sjálv metið á 2:14:74 frá Ægir stevnuni í februar mánaðinum í ár.

Stórt tillukku Signhild Joensen, sera flott klára.

SáH

Comments

Team Klaksvík 10 ár við manér

13/11/2016

Comments

 
Billede
Ein fantastiskur dagur 
Nú tá vit fylla 10 ár í ár , hildu vit at tað skuldi gerast okkurt spennandi fyri at hátíðarhalda dagin. 

Vit kenna næstan øll Joachim Boldsen, sum var við at tryggja Danska Landsliðnum tað fyrsta gullið í EM í 2008 og sum var ein fantastiskur spælari. 

Boldsen hevði eina venjing við dr.14 í høllini um dagin, har okkara limir og foreldur vóru boðin í høllina at hyggja og høvdu møguleikan at heilsa uppá Boldsen. 

Hann var bæði fyrikomandi, fittur, róligur, stuttligur og avslappandi at vera saman við og gav hann sær góðar stundir til øll.

Seinni um kvøldið hevði ein stuttligan og lættan fyrilestur í skúlanum á Skúlatrøð. 

Vit eru sera væl nøgd við hesa vitjan og vilja vit takka øllum, sum hjálptu okkum við tiltakinum, Sponsorar, leikarar og hjálparfólk. 

Man plagar at siga: Eingin nevndur og ongin gloymdur. Men vit vilja gjarna nevna og takka okkara nr.23 Andrias Ellingsgaard fyri hansara ágrýtni. Uttan hann, so var hetta ikki veruleiki.

Team Klaksvík hevur lagt myndir út á teirra heimasíðu, klikk her:  "Joachim Boldsen á vitjan"

Vit á Norðoya Portalinum ynskja Team Klaksvík hjartaliga tillukku við 10 ára degnum.

Kelda: Team Klaksvík

SáH

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly