NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ægir vann Reysta kappingina við stíli

31/10/2017

Comments

 
Billede
Gongur sera gott hjá teimum smáu hjá Ægir í løtuni, tey hava vunnu tvær kappingar av tveimum.

Eftir at hava vunnið Argja kappingina stórt, so vann Ægir eisini Reysta kappingina í Lorvík hampuliga stórt.

Stóri svimjarin hjá Ægir eru í løtuni Sandra Kristin Stampe Niclasen, Sofía Toftegaard og Marius Steinhólm, har Sofía Toftegaard vann heili 5 kappingar.

Ægir gjørdist nummar eitt við 11 gull, 7 silvur og 3 bronsu. Svimjifelagið Reysti gjørdist nummar tvey við 6 gull, 5 silvur og 4 bronsu og Havnar Svimjifelag gjørdist nummar trý við 6 gull, 4 silvur og 3 bronsu. Nummar fýru SU Svim, nummar fimm Flot og aftast Fuglafjarða Svimjifelag.

Øll úrslitini kunnu síggjast her: "Úrslit frá Reysta-stevnuni 28. oktober 2017"

Sær spennandi út fyri tey yngru í Ægir og vónandi halda svimjarnir áfram at svimja og eru hesi eisini við til at fleiri og fleiri ung fara at svimja í Ægir.

Her kunnu tit síggja yvir 130 myndir av Reystakappingini, klikk her "Reysta kappingin 2017"

Stórt tillukku Ægir.

SáH

Comments

Ægir vann stórt á Argjum, nú er Reysta kappingin í dag

27/10/2017

Comments

 
Billede
Tey heilt ungu hjá Ægir vunnu stórt í teirru fyrstu kapping í ár. Hendan kappingin var á Argjum tann 30. september og sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.

Ægir vann heili 14 kappingar av 21 kappingum, so sigast má, at tey ungu hjá Ægir eru komin ordiliga gott ígongd. Stuttligt at at síggja, hvussu tey longu arbeiða við teknikkinum.

Ægir hevur í løtuni nógvar ungar svimjarar og halda tey øll áfram at svimja, so vera tey nokk ordiliga góðir svimjarar, tá ið tey skulu royna seg ímóti teimum vaksnu.

Her úrslitini á Argja svimjikappingini: klikk her: "SMS Argjakapping"

Kappingin í Lorvík byrjar kl. 14.00. Skráin fyri kappingin er hendan, klikk her: "Reysta kappingin"

Spennandi at vita, hvussu Ægir ferð at klára seg í ídag. Koyrá Ægir.

Her nakrar myndir av okkara evnaríku ungu svimjarnum, sjá niðanfyri.

SáH



Comments

Vælkomin heim Kristoffur Jakobsen

25/10/2017

Comments

 
Billede
Kristoffur Jakobsen er aftur í bláum og hvítum

Vit kunnu í kvøld kunngerða fyrsta leikarastyrkin til kappingarárið 2018. Talan er helst um tann leikarin í føroyskum kappingini, sum hevur leikt flestar dystir í bestu deildini av teimum, sum eru 28 ár ella yngri. 319 dystir í bestu deildini hevur 28 ára gamli Kristoffur Jakobsen leikt fyri KÍ, EB/Streym og seinastu árini ÍF. 41 mál hevur hann skorað, harav 31 fyri barndómsfelagið KÍ. Í 2011 var hann toppskjútti fyri KÍ. Sostatt er talan um sera royndan leikara, sum kemur í KÍ hópin.


Talan er um ein 2-ára sáttmála, ið er gjørdur við Kristoffur Jakobsen.

Kelda: www.ki.fo

​SáH

Comments

Dokumentar: Søgan um Diego Maradona

24/10/2017

Comments

 
Billede
Hygg eftir dokumentarin um heimsins størstu fótbóltshetju úr Argentina, Diego Maradona.

​Dokumentarurin vísur hvussu hann kom til fótbólt og hvussu hann kom til at bergtaka allan heimin við hansara fótbóltssnildum.

Sjá dokumentar niðanfyri:

JáH (y) 24.10.2017 

Comments

114 myndir Ægir Open 2017

22/10/2017

Comments

 
Billede
Høllin var dekan ov myrk ígjár, so myndirnar kundi verið betur, men her eru 114 myndir frá Ægir Open 2017.

Hesaferð havi eg eisini tikið av hinum feløgunum og nógv av teimum ungu svimjarnum.

Vónandi verður ljósið betur ídag. Kappingin ídag byrjar kl. 13.30.

Koyrá Ægir

Her myndirnar, sjá niðanfyri.

​SáH

Comments

Signhild 1:01.00 og nýtt føroyskt met í 100 rygg

21/10/2017

Comments

 
Billede
Signhild Joensen (2000, Ægir) framdi eitt satt bragd í morgun, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík tvær ferðir setti nýtt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing fyri kvinnur, fyrst við 1:00.32 í kappingini fyri einstaklingar, og síðani við at svimja 1:01.00 teir fyrstu 100 metrarnar rygg í liðsvimjingini 4×100 blandað. Sí úrslitalistarnar her.

Signhild er nú bara 7 hundraðpartar frá kravtíðini 1:00.93 í 100 rygg til Evropameistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum verður í Keypmannahavn nú í desember. Men tað er nú nokk ikki so frykteliga farligt, við tað at hon longu á FM á stuttgeil í mars mánaða svam 2:10.11 á dupulta teininum 200 rygg, har kravtíðin til EM á stuttgeil er 2:11.01.

Kravtíðirnar til NM 2017 er hon so logandi undir, sum eru 1:04.38 í 100 rygg og 2:18.42 í 200 rygg. Í fjør var hon enn junior í NM/NJM høpi, og kappaðist tí tá á NJM heldur enn NM, og vann tá bronsu við tá stórum føroyskum meti og juniormeti 2:11.53. Tá var NM/NJM í Kolding í Danmark, meðan tað nú í desember verður í Reykjavík í Íslandi, knappar 2 vikur áðrenn EM á stuttgeil.

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments

​Stór svimjikapping í Klaksvík ídag og ímorgin

20/10/2017

Comments

 
Billede
Kl. 10.00 í morgun byrjar stór svimjikapping í Klaksvík, sum nevnist Ægir Open. 

Lutakandi svimjifeløgini eru, Reysti, SU Svim, Havnar Svimjifelag, Fuglafjarðar Svimjifelag, Flot og Ægir.

Beinleiðis úrslit síggjast her, klikk her: "Ægir Open"

Her skráin fyri Ægir Open:
Leygarmorgun 21. Oktober kl. 10.00
1 100m Blandað Kvinnur
2 100m Blandað Menn
3 400m Frísvimjing Kvinnur
4 400m Frísvimjing Menn
5 100m Ryggsvimjing Kvinnur
6 100m Ryggsvimjing Menn
10 min. Steðgur
7 100m Bringusvimjing Kvinn
8 100m Bringusvimjing Menn
9 200m Firvald Kvinnur
10 200m Firvald Menn
11 50m Frísvimjing Kvinnur
12 50m Frísvimjing Menn
10 min. Steðgur
13 4X100m Blandað Kvinnur
14 4X100m Blandað Menn

Leygardag 21. Oktober kl. 17.00
15 100m Frísvimjing Kvinnur
16 100m Frísvimjing Menn
17 200m Blandað Kvinnur
18 200m Blandað Menn
10 min. Steðgur
19 200m Ryggsvimjing Kvinnur
20 200m Ryggsvimjing Menn
21 100m Firvald Kvinnur
22 100m Firvald Menn
23 50m Bringusvimjing Kvinnur
24 50m Bringusvimjing Menn
10 min. Steðgur
25 4X50m Blandað Kvinnur
26 4X50m Blandað Menn

Sunnudag 22. Oktober kl. 13:30
27 1500m Frísvimjing Kvinnur ( Í mesta lagi ein riðil)
28 800m Frísvimjing Menn ( Í mesta lagi tveir riðlar)
29 200m Bringusvimjing Kvinnur
30 200m Bringusvimjing Menn
31 50m Ryggsvimjing Kvinnur
32 50m Ryggsvimjing Menn
10 min. Steðgur
33 200m Frísvimjing Kvinnur
34 200m Frísvimjing Menn
35 400m Blandað Kvinnur
36 400m Blandað Menn
37 50m Firvald Kvinnur
38 50m Firvald Menn
10 min. Steðgur
39 4X50m Frísvimjing Kvinnur
40 4X50m Frísvimjing Menn

SáH

Comments

Endiliga vann Stjørnan

12/10/2017

Comments

 
Billede
Í kvøld vann Stjørnan sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum.

Stjørnan vann sannførandi 22-10 á StÍF og kundi sigurin verið enn størri.

Í hálvleikinum vóru Stjørnukvinnurnar frammanfyri 12-5.

Her nakrar myndir frá dystinum íkvøld.

Stórt tillukku Stjørnan.

​SáH

Comments

Myndir Team Klaksvík - StÍF

12/10/2017

Comments

 
Billede
Her myndirnar frá dystinum Team Klaksvík - StÍF. Team Klaksvík vann 26-25, sjá myndir herundir:

​SáH

Comments

Fantastiska flott Team Klaksvík og vit liggja nummar eitt

11/10/2017

Comments

 
Billede
Hvør skuldi trúð tí, men tað er veruleiki. Team Klaksvík liggur einsamalt á odda í FTZ deildini og tað er fult uppiborið.

Í dysturin í gjárskvøldið háltaði Team Klaksvík aftanfyri STÍF við 4-5 málum ígjøgnum allan dystin, men tá ið 8. min. vóru eftir av dystinum, tóku teir seg saman og tá ið 5. min. vóru eftir, løgdu teir seg framum 24-23 og so hugdi teir ikki afturum seg aftur og vunnu teir dystin 26-25, eftir stórt drama í seinasta minnuttinum. Eitt fantastisk Come Back og vit liggja nummar eitt í FTZ deildini.

Sera spennandi dystir, við methøgum áskoðaratali, omanfyri 300 og teir flestu fóru sera væl nøgdir til hús. 

Team klaksvík hevur nú 8 stig fyri 5 dystir og liggja nummar eitt, nummar tvey er H71 við 7 dystum, men fyri 4. dystir.

Stórt tillukku Team Klaksvík

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly