NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Myndir Stjørnan - Neistin 22-22

30/10/2013

Comments

 
Picture
Her myndir frá dystinum Stjørnan - Neistin frá leygardegnum, har Stjørnan var við at koppað meistarnum og steypavinnarnum frá seinasta kappingarárið.

Stjørnan var frammanfyri við einum málið, tá ið ½ min. var eftir, men so bleiv dramatikkur. Venjarin hjá Stjørnuni fekk gula kortið og tað førdi við sær, at ein Stjørnuspælari mátti út í 2. min. Dómurin var íordan, men dómarnir kundi væl blaka venjaran hjá Neistanum eisini út, tí hann ýldi og brølaði ígjøgnum allan dystin og fekk bert tí einu átaluna.

Stjørnukvinnurnar blivu ósikrar av hesum og tað eydnaðist Neistanum akkurát at javnað til endaliga úrslitið 22-22. Gott kempa Stjørnan.

SáH

Comments

Hjalgrím kanska til HB ella B68?

30/10/2013

Comments

 
Picture
In.fo skrivaði ígjár, at liðskiparin hjá KÍ Hjalgrím Elttør er opin fyri at skifta felag, men at hann fyrst og fremst tosar við KÍ.

Nógvar gitingar eru frammi fyri tíðina, men sannlíkt er, at eitt av toppliðnum í Effo deildini ferð avstað við honum, eitt nú HB, men í vikuni fóru eisini søgur at ganga, at hann skuldi til B68 at leika.

KÍ hevur ofta verið seint úti, við at skaffa sær undirskiftirnar hjá sínum spælarum, men hesuferð hevur leiðslan arbeitt hart við at fáa alt uppá pláss skjótast gjørligt og hava longu gjørt fleiri sáttmálar og eisini hava teir fingið fatur í ein av bestu spælarum hjá TB hetta kappingarárið, nevnliga Ndende. Tað verður ein stórur fongur fyri KÍ og skal hann vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar.

Spennandi verður at fylgja við, hvør ferð at leika við KÍ næsta ár.

SáH

Comments

Endaði árið við málveitslu!!!!

26/10/2013

Comments

 
Picture
KÍ endaði árið við einari orduligari málveitslu uppá heili 7-1.

Í hálvleikinum var KÍ frammanfyri 4-0. Mest spennandi var, um tað eydnaðist Páll Klettskarð at vera málkongur í 2013, men tað eydnaðist ikki, Páll gjørdist eitt mál ov stuttur.

Vit áskoðarar fingu ein góðan dyst at sjá og vónandi verður kappingarárið næsta ár uppaftur betur.

SáH

Comments

Brendi alt ov nógv

22/10/2013

Comments

 
PictureStjørnukvinnurnar lógu eftirá týskvøldið
Hevði Stjørnan fingið skil uppá sítt álopsspæl ímóti STíF, kundi úrslitið verið væl betur. Tær brendi alt ov nógvir málmøguleikar og ofta rakti tær slett ikki máli, tá ið tær vóru púra leysar.

Nú skal man ikki nevna nøvn, men tann eina Stjørnan, fekk alt ov frítt spæl og kundi gera feilir aftaná feilir, uttan at venjarin tók um endan og setti hana á bonkin, so skil fekst á álopsspæli. Hetta átti venjarin at sæð og fingið rættað feilin, tí ofta vóru Stjørnukvinnurnar júst komnar í álop og so bleiv avsluttað alt ov tíðliga og tað førdi við sær, at STíF kvinnurnar høvdu tað lætt í verjuspælinum og kundi fara í mótálop.

Í seinna hálvleiki fekk Stjørnan hala seg væl inná STíF og eitt skifti var bert tvey mál á muni, men so var aftur gali, Stjørnan gjørdi nakrar býttar feilir og so endaði dysturin við 26-22 til STíF. Nakað av áskoðarum vóru til dystin týskvøldið og tey fingu sæð ein dyst, har bæði liðini gjørdi nógvar feilir og við STíF sum vinnara.

SáH

Comments

Enn eitt tap til KÍ

20/10/2013

Comments

 
Picture
Tað var ikki sørt, at áskoðarnir hjá KÍ vóru spentir til dystin í Gøtu. Nógv var uppá spæl og nú hevði KÍ endiliga møguleikan sjálvir, at tryggja sær sætið í
Effodeildini. KÍ byrjaði eisini betur, men tá ið eitt korter var leikt, so tímdi okkara spælara ikki at spæla meira og Víkingur yvirtók mestsum alt spæli. Hetta
førdi eisini til, at eftir stuttari løtu, hevði Víkingur bóltin í málinum hjá Meinhardi tríggjar ferðir og vit svaraði ongantíð aftur. Sostatt gjørdist hálvleiksstøðan, 3-0 til Víking.

Kí nær við
Kí var sera nær við at skorað í teimum fyrstu minuttinum í seinna hálvleiki. Álvur Christiasen bleiv spældir leysur í høgru síðu, smekkar til, málmaðurin
bjargar, bólturin endar aftur úti aftur hjá Álva og hann smekkar til aftur og tá endar bólturin á yvirleggjarnum, støkkur út til Páll Klettskarð, men hann skallar bóltin við síðuna av. Hetta var tað nærmasta KÍ kom til mál í Gøtu og sostatt endaði dysturin í Gøtu við stórsigri til Víking 3-0, sum eisini var fult uppiborið.


HB og Teitur bjargaði KÍ
Hin avgerandi dysturin var leiktir í Tórshavn, har hitt botnliðið TB, skuldi vinna á oddaliðnum HB, um teir skuldi hava nakran møguleika at koma forbí KÍ og tað var sera nær við, at tað eydnaðist teimum og tað skuldi ein dómaraavgerð til, sum tryggaði HB FM heitið 2013 og TB má eftir øllum sólarmerkjum tað tungu leið niður í 1. deild. Tískil eru vit noydd, at takka HB og Teiti, fyri at KÍ spælir aftur í Effodeildini næsta kappingarár. Teitur stóð ein rimmar dyst í Gundadali, har hann hevði fleiri meistarliga bjargingar og á tann hátt helt TB
frá at skora.


Ikki gott nokk
 Hetta kappingarárið hevur verið ein marra fyri KÍ. KÍ hevur spælt gott til tíðir, men teir hava sløsa alt ov nógv stig burtur og tað kundi ført til, at teir ikki leikti í Effodeildini næsta ár og tað hevði verið ein katastrofa fyri Norðoyggjar. Sigast kann í stuttun, at hetta er ikki gott nokk. Ikki vinna í yvir 150 dagar og varðveita sætið í besti deildini, tað í sær sjálvum er eitt bragd, men tað skulu vit ikki vera stoltir av.


Klaksvíkar Kommuna hjálp KÍ sera nógv
Tað skulu aðrir bollar í suppuna næsta ár og har hevur Klaksvíkar Kommuna verður ein góður viðspælari. Tað hevur verið ein siðvenja, at Klaksvíkar Kommuna hevur hjálp KÍ sera nógv ígjøgnum árini, bæði fíggjarliga, við hølum, vøllinum og á annan hátt, eitt nú, at útlendskir spælara, hava fingið arbeiðið í Klaksvíkar Kommunu, tað tíðarskeiðið teir hava spælt við KÍ, men tað hevur tað ikki verið í ár men tó eru onkrir fótbólsspælara, ið arbeiða hjá Kommuni, men teir spæla fyri onnur lið. Hesin møguleiki er til staðar næsta kappingarár, men tað er ein vandamikil leið at ganga, tí tá kunnu aðrar ítróttargreinar, eitt nú hondbóltur, flogbóltir, svimjing og onnur gera krav um tað sama, at tey eisini vilja hava arbeiðsfólk innan Klaksvíkar Kommunu og hvat skal henda við ítróttarfólkunum, tá ið tey eru liðug at spæla fyri KÍ, Stjørnuna, Mjølnir,Team Klaksvík, Ægir o.a. Skulu tey sigast úr starvi ella skulu teir varðveita arbeiðsplassið?

Næsti dystir verður nú leygardagin ímóti 07 Vestur og tá er kravið ein sigur, alt annað kann ikki góðtakast. Til endast, er væntandi Galla veitslan á skránni í KÍ høllini seinni í ár og tá vera leikara, spælara heirðari. Kvinnurnar hava nú fingið Europa met og tað skal sjálvandi feirðast. Annars er einki hoyrt um Galla veitsluna enn, í fjørð fekk KÍ fikk av pengum av blusu søluni, haldi hendan sølan gav KÍ yvir 70.000,00 kr. og tað er gott í kassan hjá felagnum.

SáH


Comments

Avgerðin kann fella ídag?

20/10/2013

Comments

 
Picture
Eitt spennandi umfar er í Effo deildini ídag. Tað eru bert tveir dystir eftir at leika í hesum kappingarárinum og spenningur er bæði í toppinum og botninum. Vinnur HB á TB í Gundadali ídag, so gerst HB meistara og TB ferð niður í 2. deild.

KÍ skal leika ímóti Víkingi í Gøtu kl. 15.00 og tann dysturin er eisini avgerandi, tí vinnur KÍ á Víkingini ídag, so varðveita teir næstan 100% plássið í Effo deildini. TB kann innheinta KÍ, um teir vinna á HB, men málmunurin er sera stórir. TB hevur í løtuni minus 20 mál og KÍ hevur minus 4, so tað skal illa til, um KÍ ferð niður í 1. deild. Vit vóna sjálvandi at KÍ vinnur og síggja okkara spælara sum á myndini til vinstru.

SáH

Comments

Team Klaksvík tapti stórt, men spældi javnt 14-14 í fyrra hálvleiki

19/10/2013

Comments

 
Picture
Team Klaksvík tapti stórt, men spældi upp til H71 í fyrra hálvleiki og 2. min. fyri hálvleik var Team Klaksvík frammanfyri við tveimum málum 14-12, men so stoppaði alt upp fyri Team Klaksvík og H71 fekk tvey skjót mál, so úrslitið bleiv 14-14, tá ið mennirnir fóru til hálvleik.

Í seinni hálvleiki hekk spæli ikki saman hjá Team Klaksvík og teir fingu ikki hol á, fyrrenn 8-9 min. vóru leiktir, eftir at Svein Rógvi hevði biðji um Time Out, men H71 økti spakuliga ígjøgnum allan seinna hálvleik og tá ið 5 min. vóru eftir vóru teir á odda við 8 málum.

Fitt av áskoðarnum vóru til dystin og tað sást, at Team Klaksvík nokk skal koma fyri seg og fáa okkurt stigi hetta kappingarárið.

SáH
 

Comments

KÍ føroyameistarar við manér 14 ferðir á rað!!!!

14/10/2013

Comments

 
PictureKÍ føroyameistara 2013
Leygardagin 12. oktober gjørdist KÍ kvinnurnar føroyameistara fyri 14 ferðir á rað. Tá tær í Fuglafirði, vunnu heili 9-0 á ÍF. Hetta er somuleiðis evropeiskt met við at gerast meistarar og nú eiga tær metið saman við Skonto Riga úr Letlandi.

Hetta kappingarárið hevur verið meira javnt í toppinum enn undanfarnu árini. EBS/Skála hevur givið KÍ stóra kapping, men tá ið KÍ vann á teimum í Djúpumýru fyri trimum vikun síðani, so var FM heitið mestsum avgjørt og nú kappingin endaði, varð KÍ heili fýra stig frammanfyri og við einum málmuni uppá +90 mál, EBS/Skála hevði ein málmun uppá +48, so KÍ kvinnurnar hevði sanniliga uppiborið at gerast Føroyameistari.

Nógvir klaksvíkingar høvdu leita sær til Fuglafjarðar og var frøðin stór, tá ið Malena Josephsen tók ímóti steypinum og hevaði tað uppí luftina. Stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum.

SáH


Comments

FM hjá kvinnum verður avgjørt ídag

11/10/2013

Comments

 
Picture
Kl. 14.00 ídag byrjar dysturin ímillum ÍF og KÍ í Fuglafirði. Hetta er seinasti dysturin í ár og tá verður avgjørt, hvør gerst føroyameistari hjá kvinnum í ár. KÍ er stórfavorittur at vinna dystin og gera tær tað, so er tað 14. føroyameistaraskapið á rað og tað er Europamet.

Áðrenn dystin liggur KÍ eitt sitg frammanfyri EBS/Skála, sum skal leika ímóti HB, so KÍ kvinnurnar skulu ikki taka uppgávuna ov lætt, tí væntandi vinnur EBS/Skála sín dyst og tá skal KÍ vinna ímóti ÍF.

Norðoya Portalurin ætlar sær ein túr til Fuglafjarðar og væntandi vera tað fleiri Klaksvíkingar, sum fara at gera tað sama. Koyrá KÍ.
 
SáH


Comments

Respektleyst fyri okkum áskoðarar

6/10/2013

Comments

 
Picture
Man bleiv ikki sørt bilsin, tá ið man skuldi fara at hyggja eftir seinasta dystinum hjá KÍ kvinnunum í Djúpumýri ídag. Fyrsta man møtti var fleiri mál, sum blokeraðu inngongdina og hevði eg ikki verið so fimur, so hevði eg vent við aftur, men ein dama við einum barnavogni, hon vendi við aftur.

Haldi tað er respektleys fyri okkum áskoðarar, at fyrst stongja vinstumeðin skýlið og høgrumeðin Atlantis og síðani at blaka øll málini fyri høvuðsinngongdina. Hatta átti til at klára betur KÍ.

SáH 

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly