NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jóannes og Adrian fingið landsliðsboð

30/9/2019

Comments

 
Billede
Samstundis sum Adrian Justinussen og Jóannes Kalsø Danielsen fyri fyrstu ferð fingu landsliðsboð, boðaði Lars Olsen frá, at hann gevst sum føroyskur landsliðsvenjari

Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørdi hópin til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia og Malta, sum verða á Tórsvølli ávikavist 12. og 15. aktober.

Tveir mans eru úttiknir hesaferð, ið ikki hava verið partur av A-landsliðshópinum áður. Talan er um Adrian Rúnason Justinussen úr HB, og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ.

Og beint eftir at Adrian Justinussen og Jóannes Kalsø Danielsen høvdu fingið síni fyrstu A-landsliðboð, boðaði Lars Olsen frá, at hann gevst sum landsliðsvenjari í Føroyum, tá sáttmálin millum FSF og fryntliga danan gongur út á nýggjárinum.

Lars Olsen hevur staðið á odda fyri landsliðnum í átta ár, og tá Føroyar vóru ovast á styrkislistanum hjá FIFA, var føroyska liðið nummar 74. Tað er eisini tað hægsta, ið Føroyar nakrantíð hava verið á FIFA-listanum.

– Hetta hava verið nøkur sera góð ár, og eg havi verið errin av at verið landsliðsvenjari hjá Føroyum. Men nú er tíðin komin at finna aðrar avbjóðingar, segði føroyski venjarin millum annað á tíðindafundinum.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ
Teitur Matras Gestsson, HB
Atli Gregersen, Víkingur
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Gilli R. Sørensen, SK Brann (Norra)
Magnus Egilsson, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Andrias H. Eriksen, B36
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Norra)
Eli Falkvard Nielsen, B36
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur H. Olsen, FH (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Adrian Justinussen, HB
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ

Seinastu dystirnir í hesari undankappingini verða spældir um miðan november. Fríggjadagin 15. november á útivølli móti Norra, og mánadagin 18. november spæla Svøríki og Føroyar á Friends Arena í Stokkhólmi.

Kelda: FSF.fo

SáH

Comments

​Heimir heim

30/9/2019

Comments

 
Billede
Høvuðsvenjari okkara, Heimir Guðjónsson, hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá HB tá kappingarárið endar. Heimir fer heimaftur til Íslands til nýggjar avbjóðingar.

Vit í HB hava tikið avgerð hansara til eftirtektar og vilja fegin takka Heimir fyri hesi bæði árini og tann megnar innsats, sum hann hevur gjørt fyri at menna okkara leikarar, styrkja okkara venjingarumhvørvi og lyft okkum sum fótbóltsfelag. Ikki minst takk fyri at hava leitt okkum til meistaraheitið í fjør og tryggja okkum Løgmanssteypið í ár.

Heimir Guðjónsson sigur sjálvur, at hann hevur verið sera fegin um góðu móttøkuna her og at hava fingið høvi til at verið ein partur av einum vælvirkandi føroyskum fótbóltsfelagi.

Vit í HB eru longu farin undir arbeiðið at seta ein nýggjan venjara fyri okkara Betri-lið hjá monnum, og leggja dent á at finna ein, sum kann halda fram við tí góða arbeiðnum, sum Heimir Guðjónsson hevur gjørt og sum framhaldandi skal tryggja okkum fótbóltsspæl á høgum støði.

Kelda: Havnar Bóltfelag

SáH

Comments

Flogbóltur: Føroyar hýsa EM-kapping hjá monnum

26/9/2019

Comments

 
Billede


Vikuskiftið 4. – 6. oktober verður høllin á Hálsi karmur um EM fyri smátjóðir í flogbólti hjá monnum. Talan er um kapping skipað undir SCD, sum er felagsskapurin fyri smátjóðir í Evropa, og sum er partur av CEV – Evropeisku flogbóltsamgonguni. Vinnarin kann kalla seg meistara í flogbólti fyri smátjóðir í Evropa.

Tórshavn vertsbýur – altjóða puljan undir ÍSF
Høllin á Hálsi er karmur um EM-kappingina. Alt verður skipað eftir hægstu kravfestingum fyri slík tiltøk. Hóast høllin ikki stendur øll altjóða mát, skal ikki verða sagt, at alt annað ikki er 100% í lagi. Tað verður tað!

Havnin er aftur hesaferð vertsbýur. Saman við serligu altjóða puljuni undir ÍSF, sum veitir fíggjarligan stuðul til slík altjóða tiltøk í Føroyum, er tað møguligt at bjóða føroyingum hetta serliga høvið at síggja tað besta innan føroyskan mansflogbólt.

4 sterk lond kappast
Føroyska manslandsliðið skal rættiliga í eldin. Tað eru sterkar tjóðir, ið koma til Føroyar at kappast. Ísland, Skotland og Grønland fara saman við Føroyum at dystast um heiðurin. Hetta eru øll lond, ið vit hava leikt ímóti fyrr. Grønland á Oyggjaleikum, og Ísland og Skotland í sambandi við kappingar fyri smátjóðir.

Av tí at tað er langt ímillum, at vit hava landsdystir ímóti hesum londum, er trupult at meta um styrkina, men bæði Ísland og Skotland hava havt góð úrslit seinnu árini og hava verið virkin á altjóða pallinum. Tá ið tað viðvíkur Grønlandi er talan um eitt lið undir uppbygging, men Grønland hevur fyrr givið Føroyum sterka mótstøðu á Oyggjaleikum.

Dystarskipan
Tað verða leiktir 2 dystir hvønn dag frá fríggjadegi til sunnudag. Dystirnir verða leiktir soleiðis:

Fríggjadag 4. oktober
Kl. 16.00 Skotland – Ísland
Kl. 18.30 Føroyar – Grønland

Leygardag 5. oktober
Kl. 16.00 Ísland – Grønland
Kl. 19.00 Skotland – Føroyar

Sunnudag 6. oktober
Kl. 14.00 Grønland – Skotland
Kl. 17.00 Føroyar – Ísland

Koyrið á Føroyar!

Comments

U18 genturnar hjá KÍ eru føroyameistarar 2019

25/9/2019

Comments

 
Billede
Tað hendi í gjárskvøldið uttan dyst, tí AB/B71 møtti ikki upp og sostatt vann KÍ dystin 3-0.

Steyp og gull heiðursmerkir vóru givin gentunum hjá KÍ og gleðin var sera stór, har sproyta bleiv við champagne og øllum góðum.

Endaliga støðan gjørdist, at KÍ genturnar blivu føroyameistarar við 26 stigum og tapti tær ongan dyst í hesum kappingarárinum, sera flott klára. Nr. tvey gjørdist B36 og nummar trý gjørdist EBS/Skála.

KÍ gjørdist eisini steypavinnarar hjá U15 gentum, so alt talar fyri at kvinnudeildin hjá KÍ gongur einari bjartari tíð á møti.

Nú leygardagin spælir betri deildin hjá KÍ sín seinasta dyst og tað er ímóti HB á Gundadali og har er longu greitt at KÍ er føroyameistarar og tær skulu bara til Havnar at heinta steypið og gullheiðursmerkini.

Stórt tillukku KÍ, fantastiska gott klára.

SáH

Comments

​U15 genturnar hjá KÍ steypavinnarar 2019.

22/9/2019

Comments

 
Billede
​U15 genturnar hjá KÍ steypavinnarar 2019.

Vit vunnu 5-2 á B36. Málskjúttar fyri KÍ: Malena Olsen 4 mál, Anitha á Dalinum 1 mál. Malena bleiv eisini vald til dagsins leikara.

Hjartaliga til lukku gentur – vit í felagnum eru errin av tykkum. Framtíðin er blá – koyr á KÍ 💙🏆🥇

Kelda og mynd: KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

SáH

Comments

Maverick og Grillin hjá Símun spíla seg út í dag

18/9/2019

Comments

 
Billede
​Maverick Barr og Grillin hjá Símun lata upp kl. 17:00 í dag. Vit fara at hita upp til dystin NSÍ – KÍ, sum byrjar klokkan 19:00.

Bláa rutan koyrir frá Maverick Barr klokkan 18:00, men har krevst at man er limur og at man hevur teknað seg áðrenn.

Vit hava onki hoyrt frá Bláu Bylgju um teir eisini skipa fyri bussferð, men væntandi verður okkurt at frætta frá teimum í dag.

Limirnir í Bláu Bylgju fáa eisini tilboð frá Maverick Barr í dag. Vit síggjast í Maverick Barr og Grilluni hjá Símun og vónandi eru tit øll blá og hvít í dag og til dystin fús.

​Dysturin verður eisini vístir beinleiðis í Maverick Barr klokkan 19:00.

Koyr á KÍ

SáH

Comments

KÍ kvinnurnar eru føroyameistarar 2019

16/9/2019

Comments

 
Billede
Sunnukvøldið eydnaðist tað KÍ kvinnurnar aftur at gerast føroyameistarar, tá ið tær á heimavølli spældi javnt 0-0 ímóti føroyameistarnum í fjør og fyrrárið, nevnliga felagsliðið EB/Streymur/Skála.

Dysturin gjørdist sera spennandi og tað var nógv uppá spæl fyri bæði liðini, bólturin var tí eina ferðina í málinum hjá EB/Streymur/Skála, tá ið Eivi á Lakjuni bleiv spæld frí, men málið bleiv kolldømt, tí Eivi var offside sambært linjuverjanum, men tað vóru fleiri sum hildu, at so var ikki, sjá filmsklipp herundir.

Spenningurin helt sær í allar 90 min., men onki mál kom og sostatt gjørdist KÍ kvinnurnar føoyrameistar og tað er tvey á síðani, at tær vóru føroymeistarar síðst og eftir at tær høvdu sligið verðinsrekord og høvdu verið føroyameistarar í sannnfull 17 ár upp í slag.

Her filmsklipp frá Kringvarp Føroya, klikk her “Føroyameistaraheitið aftur í Klaksvík”.

Stórt tillukku og sjálvandi hoyrir FM heima í Klaksvík.

SáH

Comments

Ægir bólkastevnan avlýst vegna veður

13/9/2019

Comments

 
Billede
Orsaka av vánaligu veðurforsøgnini til leygardagin, er avgjørt, at avlýsa svimjikappingina, ið skuldi verða í Klaksvík 14/09-2019 Kl. 13:00

Øll sigling og koyring hjá Strandferðsluni seinnapart leygardagin er avlýst, tí er ikki mett ráðiligt, at hava kappingina leygardagin sum ætlað.

Kelda: ssf.fo

Comments

Sambært Yr.no hampuligt fótbóltsveður sunnudagin

12/9/2019

Comments

 
Billede
Fótbóltsdysturin ímillum KÍ-TB er fluttur til Sunnudagin klokkan 17:00 og sambært Yr.no sær veðrið hampuligt út tá, sjá mynd herundir.

SáH

Billede
Comments

​U15 dreingirnir steypavinnarar 2019.

12/9/2019

Comments

 
Billede
Eftir longda leiktíð vunnu vit 4-2 á Víkingi og bera steypið heim til Klaksvíkar.
Málskjúttar fyri KÍ: Jákup V Norðoy 2, Tóki á Lógv og Silas Gaard.
Hjartaliga til lukku dreingir – vit í felagnum eru errin av tykkum. Framtíðin er blá – koyr á KÍ.

Kelda: KÍ Klaksvíkar Ítróttarfelag

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly