NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​U19-landsliðið við gentum úttikið

30/9/2017

Comments

 
Billede
​U19-landsliðið við gentum úttikið
John Petersen, U19-landsliðsvenjari hjá gentum, hevur úttikið hópin, sum í oktober skal til innleiðandi EM-undankapping í Moldova

Í døgunum 16. til 22. oktober fer føroyska U19-landsliðið við gentum til Moldova, har innleiðandi EM-undankapping verður á skránni. Umframt Føroyar og vertslandið, verða Frakland og Italia eisini við í kappingini.
 
Hetta verður heilt avgjørt hørð mótstøða, og tað er venjarin, John Petersen fult greiður yvir, men eingin ivi skal vera um, at føroyska liðið fer at gera alt tær kunnu, fyri at fáa so gott úrslit sum tilber, og so ætlar venjarin sær stig ímóti Moldova.
 
- Frakland og Italia eru tvey av teimum heilt góðu europeisku londunum, so tað liggur ikki fremst at halda, at vit skulu hava stig ímóti teimum. Men vit fara sjálvandi at gera okkara allar besta, og ímóti Moldova trúgvi eg uppá at vit kunnu gera ein vørr, og helst fáa trý stig, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
 
Hópurin
Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ
Rebekka E. Danielsen, Forus og Gausel (NOR)
Birita Bergsdóttir Nielsen, B68
Nadja Dam Johannesen, HB
Ninna Hansen, HB
Rebekka F. Benbakoura, HB
Tórunn Jøjgaard Joensen, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Lea Hansen, HB
Andrea Silja S. Hoydal, AaB Ålborg (DEN)
Oddny Lind Jacobsen, B68
Rebekka Klein Olsen, Team Viborg, DEN)
Sara Samson Lamhauge, HB
Poula Andreasen, HB
Hansina Ronaldsdóttir, B68
Julia Naomi Mortensen, HB
 
Skráin
16. oktober Frakland – Føroyar (kl. 11:00)
19. oktober Italia – Føroyar (kl. 11:00)
22. oktober Føroyar – Moldova (kl. 11:00)

Comments

Myndir SMS kappingin í Tórshavn tann 23. og 24. september

30/9/2017

Comments

 
Billede
Her myndirnar frá SMS kappingini í Tórshavn tann 23. og 24. september, sjá herundir:

​SáH

Comments

KÍ vann 6-0 og er nú aftur nummar eitt

29/9/2017

Comments

 
Billede
​Í gjárkvøldið bleiv útsetti dysturin leiktur. B36 var á vitjan, men tær blivu sendar suðureftir við einum 6-0 tapi. Tað gekk ein løta áðrenn hol koma á, men í 28. min vóru leiktir legði Evy okkum odda og 10. min seinni økti Sigrid til 2-0.

Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, vit trýstur og B36 koyrdi uppá skjótálop. Tá 65. min vóru leiktir var Evy aftur á plettinum og skoraði til 3-0 og bara ein minutt seinni gjørdi B36 sjálvmál. Sofía skoraði til 5-0 í 83. minutti. Seinasta málið gjørdi Liljan í seinasta minutti.

Sigurin ber við sær, at nú eru vit aftur har vit hoyra heima, nemlig á fyrsta plássi, eitt stig frammanfyri EB/Streym/Skála.

Næsti dystur verður sunnudagin í móti HB í Klaksvík.

Kelda: KÍ kvinuur Facebook

​SáH

Comments

Skjót svimjing eisini annan dag á HS-stevnuni 23. og 24. september 2017

27/9/2017

Comments

 
Billede
Aftur sunnudagin svumu í øllum førum tey skjótastu skjótt, tá ið annar dagur á HS-stevnuni 23. til 24. september 2017 varð svomin. Tey eru nú fleiri sum hava staðfest sína støðu sum NM- og NJM-kandidatar, longu aftaná fyrstu stevnu í svimjiárinum 2017-2018, og summi enntá upp til fleiri ferðir.

Í 800 frí svumu Vár Eidesgaard (2001, HS) og Eyðrið Mortensen (2003, HS) væl og virðiliga undir kravtíðina 9:35.78 til NJM 2017, við ávikavíst 9:10.85 og 9:26.95, har Eyðrið enntá ‘bara’ skuldi klára kravtíðina til yngru juniorarnar á 9:55.63.

Í 1500 frí svam Johan N. Dam (2002, HS) sum einsamallur harri í teirri kappingini 16:38.79, sum er væl undir NJM-kravtíðina fyri teir yngru juniorarnar á 17:28.80, og hartil greitt skjótari enn kravtíðina til teir sum eru eldri enn hann á 16:53.84.

Í 100 bringu vann Róland Toftum (1998, SuSvim) við 1:03.70, har kravtíðin til NM er 1:04.22.

Og í 100 rygg vann Signhild Joensen (2000, Ægir) við 1:02.63, har kravtíðin til NM er 1:04.38.

Um vit royna at gera upp, so eru tey kvalifiseraðu frá hesi stevnu:

NJM 2017 – yngri bólkur
Eyðrið Mortensen (2003, HS) í 400 frí (4:40.33), 800 frí (9:26.95), 200 rygg (2:25.02)
Alisa Vestergaard (2003, SuSvim) í 100 frí (1:00.69), 200 frí (2:11.83), 400 frí (4:40.61)
Johan N. Dam (2002, HS) í 200 frí (2:00.23), 400 frí (4:14.49), 1500 frí (16:38.79)
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) í 200 frí (2:03.72)

NJM 2017 – eldri bólkur
Vár E. Eidesgaard (2001, HS) í 400 frí (4:28.65), 800 frí (9:10.85), 100 firvald (1:03.26)
NM 2017
Signhild D. Joensen (2000, Ægir) 100 frí (58.11), 200 frí (2:06.03), 50 rygg (29.46), 100 rygg (1:02.63), 200 rygg (2:13.27)
Róland Toftum (1998, SuSvim) í 50 bringu (28.94), 100 bringu (1:03.70)
Øll úrslit frá stevnuni kunnu síggjast her á livetiming.se

Næsta stevna av hesum slag verður Ægir Open hin 21. og 22. oktober, og er hetta tá eisini seinasti kjansur at klára kravtíð í Føroyum, áðrenn FM á stuttgeil hin 3. til 5. november 2017.

Men áðrenn tað verður sokallaða Argjastevnan hjá Havnar Svimjifelag, longu næsta leygardag hin 30. september, og er hon fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Kelda: www.svimjing.com

​SáH

Comments

​Góðar tíðir á HS-stevnu

27/9/2017

Comments

 
Billede
Havnar Svimjifelag skipaði í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Gundadali, sum er fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2017-2018. Og hóast vit ikki eru meira enn byrjað, so vóru tað nógvir svimjarar sum longu í gjár staðfestu sítt støði til altjóða stevnur í vetur.

Vár Eidesgaard (2001, HS) legði hart út við í 400 frí at svimja 4:28.65, har kravtíðin til NJM í Íslandi fyri hennara bólk er 4:37.52. Sára Nysted (2001, SuSvim) var ikki so langt aftanfyri heldur við 4:38.17, meðan Eyðrið Mortensen (2003, HS) við 4:40.33 og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) við 4:40.61 svumu undir kravtíðina 4:47.09 fyri hesar yngstu í NJM-bólkinum.

Í 400 frí fyri harrar svam Johan N. Dam (2002, HS) seg trygt undir NJM-kravtíð, við at vinna kappingina í tíðini 4:14.49, har kravtíðin til NJM fyri hansara bólk er 4:24.28, og kravtíðin fyri tann eldra NJM-bólkin 4:15.37.

Í 50 bringu fyri harrar svam Róland Toftum (1998, SuSvim) seg somuleiðis trygt undir NM-kravtíð, við at vinna og svimja 28.94 har kravtíðin til NM er 29.55.

Í 50 rygg vann Signhild Joensen (2000, Ægir) kappingina fyri kvinnur við 29.46, har kravtíðin til NM er 29.90.

Í 100 frí vann Signhild Joensen (2000, Ægir) gull við 58.11, har kravtíðin til NM er 58.83, meðan Alisa Vestergård (2003, SuSvim) við 1:00.69 og bronsu svam undir NJM-kravtíðirnar bæði fyri sín bólk á 1:03.04, og eldra NJM-bólkin á 1:00.93.

Hatta var um morgunin, og um seinnapartin vann Signhild Joensen (2000, Ægir) so aftur gull í 200 rygg við 2:13.27, har kravtíðin til NM er 2:18.42. Eyðrið Mortensen (2003, HS) svam eisini skjótt, 2:25.02 og silvur, har NJM-kravtíðin fyri hennara bólk er 2:28.31.

Í 100 firvald svam Vár Eidesgaard (2001, HS) seg trygt undir NJM-kravtíðina 1:05.73, við at vinna í tíðini 1:03.26, meðan Jana B. Thomsen (2000, Ægir) við 1:03.48 og silvur svam heilt nær NM-kravtíðini 1:03.46.

Í 200 frí vann Signhild Joensen (2000, Ægir) gull við 2:06.03, har kravtíðin til NM er 2:07.17, og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) bronsu við 2:11.83, har NJM-kravtíðin fyri hennara bólk er 2:16.25.

Og í 200 frí fyri menn svumu teir báðir Johan N. Dam (2002, HS) og Bartal Eidesgaard (2003, HS) seg trygt undir NJM-kravtíð, við at svimja 2:00.23 og 2:03.72 har kravtíðin fyri yngra NJM-bólkin er 2:04.04.

Nú seinnapartin verður aftur kappast, frá kl 14:00 í 12 kappingum íroknað okkara eftirhondini føroyagreinum 800 og 1500 frí. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se, og annars at síggja øll úrslit her. "SMS kapping Tórshavn"

Altjóða meistarastevnurnar í vetur eru Norðurlendska JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan (NJM/NM 2017) í Íslandi hin 1. til 3. desember 2017, umframt EvropaMeistarastevnan á stuttgeil (EMS 2017) í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017.

Kravtíðirnar síggjast her, og eru tey væl at merkja onnur enn hesi nú sum hava klárað kravtíðir eisini, bæði til NJM/NM og EMS 2017, á stevnum innanfyri kravtíðarskeiðini. Vit skulu fara at lista upp seinni, og eisini gera upp hvussu varð við heiðursmerkjum millum svimjarar og feløg á hesari stevnu.

Sum nakað heilt nýtt í ár verður FM á stuttgeil í vetrarhálvuni, og enda kravtíðarskeiðini til NJM/NM og EMS tí eisini við hesari stórslignu og avgerandi meistarastevnu í Havn hin 3. til 5. november 2017. SSF er farið undir fyrireikingarnar til FM, umframt eftirfylgjandi landsliðslegu hin 17. til 19. november.

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments

​Kurt Mørkøre og KBK 2  eru longu blivnir Norskur meistarar

26/9/2017

Comments

 
Billede
Liðið hjá Kurt Mørkøre í Norra eru longu blivnir meistarar og tað eru enn tríggir dystir at leika. Hetta hendi seinasta vikuskiftið og spæla KBK 2 sostatt í 3. deild komandi ár, les grein herundir:

KBK 2 SERIEMESTERE
KBK 2 slo Surnadal IL 4-0 på Kristiansund stadion mandag kveld og sikret med det opprykk til 3.divisjon


Det var flere lag som hadde ambisjon om opprykk foran årets sesong i 4.divisjon, men KBK 2 trakk det lengste strået og står allerede nå som seierherrer i serien med enda 3 kamper igjen å spille. 

Kveldens kamp mot Surnadal IL ble vunnet 4-0 på Kristiansund stadion etter scoringer av Ådne Gikling Bruseth, Jesper Isaksen, Joakim Bjerkås og Daouda Bamba. 

Vi tok en prat med hovedtrener Kurt Mørkøre etter kampen:

- Gratulerer med opprykket, Kurt! Årets sesong gikk akkurat som planlagt?
« - Det kan du si. Vi i trenerteamet startet tidlig i januar med målsetning om opprykk. Det var flere lag som hadde samme målsetning, og vi visste at det kom til å bli en tøff sesong da vi har avdelingens desidert yngste spillergruppe. Guttene har virkelig gjort en kjempejobb, all honnør til spillerne.»

- Hva er det som er hovedgrunnen til at KBK 2 nå er seriemestere, og har fremstått så solide som de har gjort i årets sesong?

« - Hele laget har opptrådt svært profesjonelt, og jobbet knallhardt på trening for oppnå målene vi satte oss sammen. I tillegg er det et veldig bra samhold i gruppen. Kombinasjonen av dette har nok vært nøkkelen til at vi står som seriemestere allerede nå.»

- KBK 2 har også avdelingens toppscorer per nå. Ådne Gikling Bruseth står oppført med imponerende 24 scoringer på 18 kamper. En gutt for fremtiden?

« - Ådne er en meget god fotballspiller med ekstrem fart og et veldig godt skudd. Både Ådne og flere på dette laget har naturligvis ambisjoner om å få sjansen på et høyere nivå på sikt. Guttene vet at det er kun hardt arbeid som gjelder for å få sjansen. Vår jobb som trenere er å gi de best mulig veiledning og forutsetninger for at de skal kunne bli så gode som de kan og vil»

Alle i KBK gratulerer så mye med opprykket - vi gleder oss til fortsettelsen, og ønsker laget masse lykke til i sesonginnspurten og neste års 3.divisjon!

Stórt tillukku Kurt Mørkøre, sera flott klára.

Kelda: KBK

SáH

Comments

​Alvi gull í 400 frí og blandað á svimjistevnu í Greve

26/9/2017

Comments

 
Billede
Alvi Hjelm royndi seg nú í vikuskiftinum á GTI Cup í Greve, og megnaði hann har at vinna gull í 400 frí og 400 blandað, umframt bronsu í 100 blandað.

Hartil kvalifiseraði hann seg til Norðurlendsku Meistarastevnuna í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017, við góðum tíðum í 400 frí umframt 200 og 400 blandað.

Einstaklingaúrslit hjá Alva í Greve
200 blandað 2:05.64 og nr 4 (NM-kravtíð 2:08.23)
400 frí 3:57.76 og gull (NM-kravtíð 4:06.57)
400 blandað 4:25.55 og gull (NM-kravtíð 4:33.81)
100 blandað 59.86 og bronsu (NM-kravtíð 59.14)

Magnus Jákupsson royndi seg eisini á hesi stevnu, og vann har gull í 50 og 100 rygg, 50 firvald og 100 blandað. Tíðirnar hjá honum eru tó ikki viðkomandi fyri føroysku landsliðini, við tað at hann hevur danskan svimjitjóðskap.

Óli Mortensen er sum skilst á hæddarlegu, og luttók tí ikki á stevnuni í Greve.

Stórt tillukku Alvi Hjelm, sera flott klára.

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments

Myndir Team Klaksvík - Neistin 25-23

26/9/2017

Comments

 
Billede
Her myndir frá dystinum Team Klaksvík - Neistin. Har Team Klaksvík vann 25-23, sjá myndirnar herundir:

Comments

​Team Klaksvík vann óvæntað enn einaferð

26/9/2017

Comments

 
Billede
Sera nógvir áskoðarar vóru til dystin ímillum Team Klaskvík og Neistan sunnudagin.

Dysturin gjørdist sera spennandi, Team Klaksvík hevði munin allatíðina og í hálvleikinum var Team Klaksvík frammanfyri 13-11.

Í seinna hálvleiki helt javna gongdin sær og tá ið fýra minuttir vóru eftir var úrslitið 22-22 og tá ið so ein spælari hjá Team Klaksvík fekk 2. min. løtu seinni, tóktist alt at fella á gólvi, men spælarnir hjá Team Klaksvík vildu tað ørvísi og stríddist enn meira fyri hvørjum øðrum og heilt uppiborið vunnu teir dystin 25-23. 

Stór gleði var á teimum mongu áskoðarum í Badmintonhøllini og hevur Team Klaksvík fult stigatal eftir tveimum dystum í FTZ-deildini.

Hvør hevði trúð tí, tá ið kappingarárið byrjaði. Team Klaksvík fekk bert eitt stig í allari kappingini 2016/2017 og hava nú longu fýra stig. Fantastiska flott klára og tað má vera stuttligt hjá venjara og spælara at síggja, at nú koma eisini áskoðarnir aftur í høllina og har var esini eitt heppukór við trummum, sum setti lív í alla høllina, sera stuttligt at síggja og skulu teir hava rós fyri teirra stóra stuðul til Team Klaksvík.

SáH 

Comments

​KÍ kvinnurnar hølvaði B68 av 10-0

25/9/2017

Comments

 
Billede
Í gjár vunnu KÍ kvinnnurnar ein knúsandi sigur á B68 heili 10-0 og kundi sigurin verið enn størri.

Snøgt sagt, so var mótstøðan altíð ov lítil frá B68 og málini raplaðu inn hjá teimum.

Hálvleikstøðan var 4-0 og tá ið dómarin brígslaði síðsta floyt av, hevði KÍ vunnu 10-0.

Málini skutu:
Rannvá Andreasen 2
Maria 2
Malena 2
Sofía 1
Eyy 1
Hervør 1
Sigrid 1

Næsti dystur verður hóskvøldið kl. 19:15, tá B36 kemur á vitjan.

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly