NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klassamunir, KÍ hølvaði B36 av 3-0

25/9/2016

Comments

 
Billede
Sunnudagin hevði KÍ vitjan av B36, sum fyri trimum vikum síðani vunnu 2-0 á oddaliðnum EBS/Skála á útivøllið, men ígjár var hevði B36 ongan møguleika ímóti KÍ, har var klassamunir á liðnum.  

B36 kvinnurnar kláraði slett ikki at fylgja við og KÍ sat á øllum. KÍ vann dystin 3-0, Hervør Olsen skoraði tvær ferðir og Rannvá Andreasen skoraði einaferð.

Norðlýsið skrivar at tað er sjálvmál og á Facebook bólkinum hjá kvinnum, skriva tær at Rannvá Andreasen skoraði, so vit vóna at kvinnurnar hava rætt.

Mikukvøldið verður annar av útsettu dystunum hjá KÍ kvinnunum, nær klokkan hann er, veit eg ikki, men hann er ímóti ÍF/Víkingini. Vinna tær tann dystin, so eru tær aftur oddalið í 1. deild, við málmuninum 77-7, EBS/Skála hevur málmunin 57-13. Koyrá KÍ

​SáH

Comments

Signhild Joensen úr Ægir einastandandi í SMS kapping í Tórshavn

25/9/2016

Comments

 
Billede
Signhild Joensen frá Ægir er byrjað kappingarárið sera gott.

Hon er hetta vikuskiftið í svimjikapping í Tórshavn og hevur vunnið 4 gull heiðurstekin higartil og kappingin er ikki liðug enn. Tær seinastu kappingarnar vera svomnar kl. 14.00 ídag.

Signhild Joensen hevur vunnið í 50 metur rygg, 100 metur frí, 200 metur rygg og 200 metur frí. Tíðirnar hjá henni hava eisini verið góðar í SMS kappingini, so framtíðin sær góð út fyri hana og Ægir. 

Møguliga hevði hon sett okkurt met, men hon beglaði sær fótin fyri tveimum vikum síðani í einum flogbóltsdystið, so tað spælir sjálvandi inn, tá ið 100 partar av sekundi galda. Hetta hendi eisini seinasta kappingarár, tá kokti hon fótin í einum fótbóltsdysti, so Signhild Joensen, ráðini frá forðmanninum eru "hált teg til svimjingina"  :)

Sera flott og stórt tillukku til tín og venjaran Jaime Arro.
​
SáH

Comments

​Jórun og David A. Galán vunnu í New York

24/9/2016

Comments

 
Billede
Stórt tillukku Jórun Larsen Mørkøre og David frá okkum øllum í Klaksvík. Havi lænt hetta frá HM, vónandi blívur hann ikki illur. Fantastiskt at tú tók tær tíð at stuðla okkara ítróttarfólkum, hattin av fyri tær HM og konuni, havi nú tað so gott øll somul har yviri:

"Men tá gekk skjótt at finna vinnararnar. Tað eru 5 tey bestu sum vera tikin burturúr í hvørjari grein, og nr. 5 verður fyrst róptur fram og so víðari, og tað fantastiska, sum hendi var, at í báðum førum gjørdust ávikavist David og Jórun nr. 1, altso gullvinnarar í sínum bólki. 
Hjartaliga til lukku Jórun, David og Jákup og takk fyri ein góða uppliving, ja, tann besta hjá okkum á hesari ferðini. Tit eru ófør, og sjálvandi liggur nógv arbeiði og venjing aftanfyri, og eru uttan iva nógv fólk, sum eiga sín lut í góðu úrslitunum. Allarbestu eydnu víðari".
Heilsan
Heðin M úr NY.

Farið inn á Facebook síðuna hjá Heðin Mortensen, og les góðu greinina Heðin hevur skrivað um okkara Jórun Mørkøre og David, klikk her: "Heðin Mortensen"

SáH


Comments

Ægir góða byrjan uppá svimjiárið 2016-2017

24/9/2016

Comments

 
Billede
Ídag og ímorgin er svimjikapping í Tórshavn, heitið á kappingini er "SMS kappingin" og ímorgun blivu 12 kappingar svomnar av 34 kappingum.

Av teimum 12 kappingunum vann Ægir 5 kappingar og tískil hevur Ægir fingið góða byrjan uppá svimjiárið 2016/2017, eftir at Ægir gjørdist besta svimjifelag seinasta kappingarár 2015/2016.

Jana Thomsen frá Ægir mundi sett nýtt juniormet í 200 metur firvarld við tíðini 2.24.61, gamla metið er 2.24.04 og tað eigur stórsvimjarin Sára R. Nysted. Besti tíðin hjá Janu, áðrenn hesa kappingina var 2.26.80, flott Jana.

Í 100 metur frísvimjing vann Ægir bæði gull, sivlur og bronsu. Hinar kappingar Ægir vann, var í 200 metur blandað menn, Rókur Trygvason, 50 metur Bringa, Ásbjørg Hjelm, 200 metur firvald, Jana Thomsen, 50 metur Rygg.

Flott Ægir, formaðurin er stoltir av tykkum.

SáH

Billede
Comments

​Tottenham Hotspur áskoðarnir setti trý met ígjár

14/9/2016

Comments

 
Billede
​14. september bleiv eisini merkisverdur í Ongland ígjár, tá ið Tottenham Hotspur setti trý met í Champions Leauge dystinum ímóti Monaco: Hetta skrivar Tottenham á teirra heimasíðu:

"Íkvøld hava áskoðarnir sett trý met! Takk fyri tykkara ótrúðliga stuðul"!

Ja, nú hava tvey lið hjá mær sligið tvey met í ár, eitt var á Tórsvøllið í august og ígjár á Wembley.

SáH 

Billede
Comments

Krista Mørkøre svimur um góðan tíma

13/9/2016

Comments

 
Billede
Nú verður spennandi at vita, hvussu tað ferð at gangast Kristu ídag. ÍSB skrivar á teirra Facebook síðu:

So er tað í dag at Krista skal svimja sína næstu kapping. Hesuferð er tað 100m frísvimjing, ið byrjar kl 14.37 føroyska tíð. Krista er í fyrsta riðili og svimur á geil 7.

Danir hava ein svimjara ið kappingini beint frammanundan, so tað er ein møgulleiki fyri at DR3 sendir beinleiðis.

Annars ber til at stroyma beinleiðis, klikk her: "Watch IPC swimming Live".

Vit ynskja Kristu bestu eydnu.

Kelda: ÍSB á Facebook

​SáH

Comments

OL 2016: Okkara 12. september

12/9/2016

Comments

 
Billede
Dagurin í dag gjørdist søguligur í føroyskari telving. Í dag fingu Føroyar sín fyrsta stórmeistara.

Tað gjørdist greitt, tá ið tað eydnaðist 26 ára gamla Helga Dam Ziska at vinna talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia í tíggjunda og næstsíðsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð.

Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen.

At vit einaferð fóru at fáa ein stórmeistara í Føroyum hevur verið ein fjarur dreymur í huganum á føroyskum telvarum og hjá Talvsambandi Føroya, sum í nógv ár hevur roynt at búgva okkum út til munagóð framtøk. Tá ið Helgi Dam Ziska sum blaðungur, gávaður telvari steig upp á føroyska talvpallin, birtist vónin um, at her høvdu vit telvaran, sum einaferð fór at gera bart.

Og tað eydnaðist so í dag – 12. september – sum føroyingar minnast fyri annað ítróttaavrik fyri fleiri árum síðani.


Les meira HER

JáH (y) 13.09.2016
Kelda: Talvsamband Føroya


Comments

Nú stendur á gomlum nøglum

11/9/2016

Comments

 
Billede
KÍ tapti uppiborið dystin í Runavík ígjár.

KÍ fekk aldrin teirra góða spæl at koyra og í fyrra hálvleiki vóru teir sjáldan at síggja frammanfyri málið hjá NSÍ og tá hevði KÍ nógvan undanvind. Løgið at teir ikki skutu langskot, tá ið vindurin var so nógvur? Páll Klettskarð var nær við at skorað í fyrra hálveliki, tá ið hann stóð púra fríður á 5. metrinum, men hann skallaði bóltin uppum málið.

Í seinna hálvleiki tók NSÍ yvir og tað endaði við at teir fingu 2 mál, ímeðan KÍ fekk 0, sostatt endaði øll trý stigini í Runavík og nú stendur á gomlum nøglum. KÍ er nú bert eitt stig frammanfyri Víking og teimum skulu vit møta næsta sunnudag í Gøtu. Tann dysturin má vinnast, um man framhaldandi skal stríðast fyri FM heitinum. Koyrá KÍ

​SáH

Comments

Krista Mørkøre svam sína fyrstu kapping í Rio

9/9/2016

Comments

 
Billede
​Krista svam sína fyrstu kapping ígjár. Tíðin var 32:54 og tí eitt sindur frá hennara bestu tíð. Hon svam í desembur 31:69 og tí var vónin at náa bestu tíð. Hví so er, er ilt at siga, men lagi er gott hóast avrikið. Fyrsta Krista segði ! Upp á hestin aftur.

SáH

Kelda: Torkil Mørkøre

Billede
Comments

U21 landsdysturin byrjar nú kl. 15.00

6/9/2016

Comments

 
Billede
​Smb. Bill McLeod Jacobsen, venjarnum hjá Føroyska U21 landsliðnum, so kann U21 landsdysturin millum Azerbajan og Føroyar streamast...Byrjar nú kl 15 føroyska tíð, klikk á myndina.

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly