NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ein fitt søga um svimjing fyrr í tíðini :)

28/9/2015

Comments

 
Picture
​Nakrir av teimum sum svomu í 70-80unum vóru til staðar í Vági og sjálvur primus motorurin hjá VS var í høllini sunnudagin, nevnliga "Kissaba"

Eg spurdi hann, hvat hann minntist best til, hansara tíð innan svimjingina. Jú sigur hann, tað skal eg væl siga tær, tað var til eina kapping, har tú og Heri Mortensen svomu í Klaksvík, har tit báðir komu líka inn og báðir blivu dømdir nummar eitt, men eftir kappingina, fórt tú yvir til yvirdómarin og segði við hann, at Heri nam fyrst við kantin og tískil vann Heri Kappingina. Rokni ikki við, at eg hevði gjørt tað nú :)

Annars svam "legendan" Heri Mortensen 100 blandað sunnudagin, men eg hevði gloymt mínar svimjibuksir eftir, so Guð viti hvør hevði vunnið hesuferð.

Takk fyri ein super tíð í Vági og ein serlig tøkk til "Kissaba", sum eigur størsta heiðurin fyri, at Suðuroyingar eru so frammanliga innan svimjing.

SáH

Picture
Comments

Ægir vann søguliga kapping í Vági

28/9/2015

Comments

 
Picture
Hetta var seinasta kappingina í gomlu svimjihøllini í Vági og eins í, tá ið hon opnaði, einaferð í 70unum, ja, so vann Ægir eisini hesuferð flest kappingar. Næstu ferð svomi verður suðuri í Vági, verður tað í Pálshøll.

Um vikuskiftið var stór kapping suðuri í Vági. Kappast var í 32 kappingum, har Ægir gjørdist sigursharrin við 15 gull, SUsvim 13 gull og Havnar Svimjifelag 5 gull.

Hetta er nøkur ár síðani, at Ægir er blivin nummar eitt samanlagt í einari svimjikapping, so hetta boðar frá góðum.

Ægir hevur fingið nýggjan venjara, Juan Jaime Arroyo Toledo frá Mexico og var hann samanlagt nøgdir við úrslitið. Onkur forbetraði seg heilt nógv, men hjá onkrum gekk ikki serliga gott,  men soleiðis er einaferð innan svimjing, nú nýggjur venjari er, so verður vant ørvísið og tað kann taka eitt sindur av tíð, at venja seg við tað. Spennandi verður, um tey, sum ikki slógu ígjøgnum suðuri í Vági, fara at sláa til í næsta mánað, tá ið svimjinkapping verður í Klaksvík.

Vit ynskja Ægir stórt tillukku.

SáH

Comments

Signhild frá Ægir slóð Føroyska juniormetið við nærum 3 sekundum

27/9/2015

Comments

 
Picture
​Signhild 2:15.64 og føroyskt juniormet í 200 rygg

Ótrúðliga flott klára, at sláa tað føroyska juniormetið við nærum 3 sekundum og nú manglar sera ltíð í, at Signhild Joensen slær sera gamla metið hjá Elspu Mørkøre, sum er heilt frá 2007.

Nýggið venjarin Jaime var sjálvsagt eisini stoltir av tíðini og nú lovar tað sera gott fyri kappingarárið 2015-2016 hjá Ægir.

Hetta skrivar svimjing.com um Signhild ígjár:

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon á SuSvim Open í Vági svam teinin uppá 2:15.64. Hon átti sjálv juniormetið á 2:18.17 frá FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða, og er nú rættiliga nær føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, á 2:15.15 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007.

Kelda: www.svimjing.com og mynd Jón Bjarnason.

SáH

Comments

Sær gott út hjá kvinnusíðuni hjá KÍ

27/9/2015

Comments

 
Picture
U9 gentuliðið hjá KÍ var til seinastu kapping í ár úti í Runavík í dag.

Tær spældu tríggjar dystir. Fyrst spældu tær javnt 2-2 ímóti EB/Streymi, síðan vunnu tær 3-0 ímóti NSÍ b og 6-2 ímóti NSÍ a, og vunnu tískil kappingina. 

Í ár hava tær luttikið í 6 kappingum. Onkuntíð við tveimum liðum og onkuntíð við bert einum. KÍ hevur vunnið 4 av hesum kappingum og er endað nr 2 í hinum báðum.

Allar gentirnar hava verið sera raskar í ár og hava ment seg og hugna sær nógv, bæði til venjing og dystir. Sigast má at kvinnusíðan hjá KÍ sær út til at ganga einari bjartari framtíð ímóti. Koyr á KÍ!

Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag

​SáH

Á myndini eru Karsten Hansen, venjari, Durita Vang, Fríðgerð Hansen, Jóna Miðalberg, Elspa Maria Zachariasen. Fremst frá vinstri, Vár Eliasen, Lena Loburak, Oddbjørg í Buð.

Comments

Team Klaksvík - VÍF ídag kl. 18.00

26/9/2015

Comments

 
Picture
Comments

Ægir í suðri: SuSvim open í Vági ídag og ímorgin

25/9/2015

Comments

 
Picture
Stór svimjikapping verður í Vági ídag og ímorgin. Ægir luttekur við 1. lið og 2. lið.

Hetta fyrsta kappingin, har okkara nýggji venjari JJaime Arro ferð at royna seg við okkara svimjarnum. Onkur hevur forbetra seg nógv, men sjálvandi tekur tað eitt sindur av tíð, áðrenn man ferð at síggja fruktirnar av góða arbeiðinum, sum Jaime gerð.

Norðoya Portalurin ferð til suðuroyar seinni ídag og væntandi vera fleiri myndir at síggja sunnukvøldið ella mánadagin.

Vit ynskja okkara svimjarnum í Ægir eina góða kapping.

Kappast verður soleiðis í Vági og er tað í gomlu svimjihøllini:

Leygarmorgun kl. 09:30 ​(Upphiting kl. 08:30)
01 ​50m ​Bringusvimjing ​Kvinnur
02​ 50m​ Bringusvimjing ​Menn
03​ 400m ​Blandað​ Kvinnur
04​ 400m​ Blandað ​Menn
05 ​50m​ Firvald Kvinnur
06 ​50m ​Firvald Menn
Pausa í 15min
07 ​100m ​Ryggsvimjing​ Kvinnur
08 ​100m​ Ryggsvimjing​ Menn
09​ 400m​ Frísvimjing​ Kvinnur
10​ 400m​ Frísvimjing​ Menn
11​ 100m​ Firvald​ Kvinnur
12​ 100m​ Firvald​ Menn

Leygardagur kl. 16:00 ​(Upphiting kl. 15:00)
13 ​100m ​Bringusvimjing​ Kvinnur
14​ 100m​ Bringusvimjing​ Menn
15 200m​ Frísvimjing​ Kvinnur
16​ 200m​ Frísvimjing​ Menn
Pausa í 15min
17 200m ​Ryggsvimjing Kvinnur
18​ 200m​ Ryggsvimjing Menn
19 50m Frí Kvinnur
20​ 50m​ Frí​ Menn
21 200m ​Blandað​ Kvinnur
22 200m​ Blandað​ Menn

Sunnudagur kl. 14:00​ (Upphiting kl. 13:00)
23 50m​ Ryggsvimjing​ Kvinnur
24​ 50m​ Ryggsvimjing​ Menn
25 200m​ Bringusvimjing​ Kvinnur
26​ 200m​ Bringusvimjing​ Menn
27 100m​ Frísvimjing​ Kvinnur
28​ 100m​ Frísvimjing​ Menn
Pausa í 10min
29​ 200m​ Firvald​ Kvinnur
30​ 200m​ Firvald​ Menn
31​ 100m​ Blandað​ Kvinnur
32​ 100m ​ Blandað​ Menn

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments

Stjørnan er tendra, leikti javnt 19-19 ímóti Føroyameistarnum!!!

24/9/2015

Comments

 
Picture
Stjørnan fekk eina ynski byrjan uppá kappingarárið og tað eydnaðist okkara kvinnum, at leika javnt ímóti Føroyarmeistarnum Neistanum, 19-19 og hevði eydnan verið við teimum, so átti tær at vunnið dystin, tí í seinasta sekundinum átti Størnan at sett bóltin í málið, men bólturin endaði uttanfyri.

Sera spennandi dystir í KÍ høllini og eftir eina katastrofu byrjan, har Stjørnan var aftanfyri 5-0, ja, so tiku tær seg saman og spældi fult upp ímóti Føroyameistarnum Neistanum, har teir ofta vóru nær við at koma framum, men tað eydnaðist teimum ikki. Málkvinnan hjá Stjørnuni spældi ein branndyst og nógvu áskoðarnir í KÍ høllini fingu ein góðan og javnan dyst at síggja, har okkara kvinnur stríddist meistarliga og fult uppiborið fingu ein javnleik.

Stjørnan er tendra aftur og tað verður spennandi at fylgja teimum hetta kappingarárið. Koyrá Stjørnan

SáH 

Comments

Svimjifelagið Ægir nýggja nevnd

9/9/2015

Comments

 
Picture
Mánakvøldið hevði svimjifelagið Ægir sín árliga fund.

Har møtti ikki nógv fólk til fundin, men tó so mikið, at Ægir fekk mannað eina nevnd.

Dann Hjelm og John D. Olsen tóku ikki við afturvalið og í teirra stað komu Josef Jacobsen og Rannvá Sigfríðsdóttir. Formaður er Símun á Høvdanum og eyka limir eru, Oluffa á Høvdanum og Carsten Wigant Andersen.

Fríggjarliga hevur gingið niður á bakka í fleiri ár, men væntandi vendir gongdin í 2015/2016.

Ægir hevur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fingið ein útlendskan venjara, Jaime Arro, sum er frá Meksiko. Hetta hevur gjørt at limatali er økt munandi og er ætlanin tann, at Jaime skal aftur fáa Ægir á fremstu rok.

Fyrsta svimjikappingin í hesum kappingarárinum verður suðuri í Vági tann 25 - 27 september.

Meira um Ægir á hesari Facebook síðuni, klikk her:  https://www.facebook.com/AEgirklaksvik?fref=ts 


Comments

Kalendarafundurin hjá SSF var hildin leygardagin

7/9/2015

Comments

 
Picture
Tann 5. september hevði Svimjisambandi sín árliga Kalendarafund. Øll feløgini luttóku og har blivu allar kappingarnar
fastlagdar fyri árið 2015 og 2016 til summarferiuna.

Samtykt bleiv eina nýggja bólkagreining hjá teimum yngru svimjarnum, so aldurin ikki gjørdist so stórir ímillum teir fýra bólkarnar.

Kjak stóðst av, at kappingin skuldi gerast longri. Tey stóru feløgini ynsku, at leingja kappingina, so hon endaði síðst í 
juni ella fyrst í juli, tí tað var best fyri okkara allerbestu svimjarnar, sum luttaka í altjóða kappingum, men tey smáu feløgini vóru ímóti og vildu hava kappingina, sum hon var í ár. Grundgevingin var tann, at tá fóru allir svimjarnar í aðrar ítróttargreinar, so næstan ongir svimjarar vóru eftir. Hetta hildu stóru feløgini í landinum vera óseriøst, at vit skuldi taka hædd fyri fótbóltinum og aðrar ítróttargreinum, tá ið tær ítróttargreinarnar ikki tiku hædd fyri svimjingini.
Tískil skuldi atkvøðast um hetta stóra mál og úrslitið gjørdist, at tey smáu feløgini vunnu og sostatt endar svimjiárið í mai 2016.

Samanumtikið ein góðir fundir og samtykt bleiv, at hava ein kalendarafund aftur í desember mánaða í ár.

SáH

Comments

Ein ørvísið venjing hjá Ægir "tímin til at doyggja"

6/9/2015

Comments

 
Picture
Ljóðar kanska øgiligt, men leygardagin hevði nýggju venjarin hjá Ægir, eina grót harða venjing við svimjarnum, har eisini foreldrini luttóku.

Venjingin gekk út uppá, at svimjarnir svomu við fullari ferð í ein tíma, har teir svomu 50 metrar, hildu eina lítla pausi og so við
fullari ferð aftur.

Nýggið venjarin Jamie koyrdi á svimjarnar og tann seinasta hálvan tíman, komu foreldrini eisini á banan, har tey heppaðu síni børn, til at klára tað.

Svimjarnir góvu seg 150% og teir vóru fullkomiliga útkoyrdir, tá ið venjingin var liðug.

Aftaná var samankomstir fyri svimjarnar, har foreldrini høvdu gjørt gjørt pasta rættir, lasagne, kakur og annað gott. Hetta trongdi svimjarnir eisini harðliga til og ein strævin dagur var at enda komin.

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly