NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Spennandi dystir fyri framman !!!!

25/9/2012

Comments

 
Picture
KÍ skal spæla ímóti Víkingi á Norðagøtu sunnudagin tann 30. september. KÍ hevur 42 stig, og Víkingur hevur 41 stig - so tað skal nokk blíva ein sera spennandi dystir.

Annars so liggur EB-Streymur í núverandi løtu sum nr. 1, og skal spæla ímóti B68, sum liggur næstniðast - og sum má gera ALT hvat teir kunna fyri IKKI at flyta niður.

ÍF er nr. 2 og er tað einasta liðið, sum kann bæsa EB-Streym - skal spæla ímóti FC-Suðuroy, sum tó ikki hevur nakað at spæla fyri uttan sína æru.

                                                                          JáH (y) 25/09-12

Comments

Endaði kappingárið við manér

22/9/2012

Comments

 
Picture
Kí endaði kappingarárið við manér, har tær vunnu 3-0 á AB í Argjum. Málini skutu Malena Josephsen, Sofía Purkhús og Rannvá Andreasen. Hetta er 13-anda meistaraskapið á rað og tað má sigast at vera sera flott og rokni eg eisini við at tað er met. Aftaná blivu gullmedaljunar handaðar og Malena tók ímóti steypinum. Stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum.

SáH 22.09.12


Comments

Unglingarnir hjá KÍ føroyameistarar

18/9/2012

Comments

 
Picture
Nú bert eitt umfar er eftir at leika í unlingadeildini, gjørdist greitt í gjárskvøldið, at U18 dreingirnir hjá KÍ gjørdist føroyameistara. Nógvir áksoðara vóru til dystin í Runavík, einamest frá Klaksvík, har Bláa Bylgjan hevði skipa fyri útferð.
KÍ vann dystin uppiborið við heili 3-0.Leivur Joensen, Petur Andreasen og Jóannes Bjartalíð skoraði málini hjá KÍ. Norður Portalurin ynskir okkara dreingjum hjartaliga tillukku við føroyameistaraskapinum.

SáH 18.09.12

Comments

KÍ flutti upp í 2. deild í dramatiskum dysti sunnukvøldið

16/9/2012

Comments

 
Picture
Tað gjørdist sera spennandi og dramatisk, at hyggja eftir dystinum ímillum KÍ - Víking sunnukvøldið.
KÍ legði seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men Víkingur javnaði og legði seg á odda, bæði 2-1 og 3-2, men við einum sera flottum einmansavrikið av Beini Poulsen miðskeiðis í seinna hálvleiki, eydnaðist tað KÍ at javnað og í yvirtíðini eydnaðist tað veteraninum Ove Nysted, at skorað til 4-3 uppá brotsspark og dysturin var mestsum avgjørdir, men í seinastu sekundinum skoraði KÍ til 5-3 og KÍ spældi seg í 2. deild og í finaluna í 3. deild.
Sera dramatisk og spennandi var ímóti endanum og tað sá sera svart út, tí tá klokkan vísti yvir 90 min. var støðan 3-3, Sámal Eyðfinn var rikin av vøllinum fyri tvey gul kort og við javnleiki, var Víkingur í 2. deild, men við einum øgiligum pressi frá øllum á KÍ liðnum, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin, vendist alt á høvdi og teir vunnu uppiborið 5-3. Aftaná blivu allir bodnir til Maverick, har teir fingu okkurt lekkurt frá stjóranum. Stórt tillukku til 3. deildarliðið hjá KÍ.

SáH 17.09.12

Comments

KÍ avgjørdi, at tað bleiv AB, sum flutti upp í Effo deildina

16/9/2012

Comments

 
Picture
KÍ avgjørdi leygardagin á Djúpumýri, at tað bleiv AB sum flutti upp í Effo deildina komandi kappingarár. KÍ vann dystin í 1. deild ímóti Skála 2-1 og samstundis vann AB sín dyst og tískil hevur Skála ongan møguleika, at fáa AB aftur. Vit ynskja Argjamonnum vælkomnan aftur í Effo deildina.

SáH 16.09.12

Comments

KÍ - TB ídag kl. 16.30

12/9/2012

Comments

 
Picture
EFFO dysturin í 21 umfari ímillum KÍ og TB verður ídag kl. 16.30. KÍ hevur í
góðum samráð við FSF og TB gjørt av at dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 16.30.

Vit frætta frá Maverick, at teir lata upp kl. 15, so viðhaldsfólkini hjá TB og KÍ kunnu hita upp til dystin.Smyril hevur eisini broytt ferðaætlanina, so TB leikarar og  viðhaldsfólk sleppa suður í kvøld. Smyril siglur kl. 19.30.

SáH 12.09.12

Comments

Megnaði bara javnleik ímóti HB

11/9/2012

Comments

 
Picture
U18 unglingarnir hjá KÍ megnaði bara javnleik ímóti HB mánakvøldið og dysturin endaði 2-2. Sostatt misti okkara unglingar møguleikan at avgera FM heitið sjálvir og mugu nú hava hjálp frá onkrum av hinum liðunum, um teir skulu gerast meistarar.

SáH (y) 11/09-12

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly