NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​KÍ hølvaði SP Tre Fiori av í Gundadali

27/6/2019

Comments

 
Billede
Tað var stórur munir á liðnum, har KÍ setti seg á dystin frá byrjan av og SP Tre Fiori spældi sjónleik, har teir løgdu seg niður fyri gott orð og royndi at fáa fríspark frá dómarnum og ofta fingu teir tað og tað gav eisini KÍ arnum trý gul kort í fyrra hálvleiki, men tíbetur fekk ongin reyða kortið.

KÍ vann dystin stór, heili 5-1 og í hálvleikinum var KÍ frammanfyri 2-0. Málini skutu:

8 min. 1-0 Patrik Johannesen
37 min. 2-0 Simen Rasen Sandmæl
56 min. 3-0 Jonn Johannesen
73 min. 4-0 Jóannes Bjartalíð
83 min. 5-0 Jóannes Bjartalíð
90 min. 5-1 Andrea Compagno

Sigurin kundi verið enn størri, møguliga var rættað úrslitið 10-1 og tað var eitt sindur keðiligt, at SP Tre Fiori fekk mál í síðsta min., men sjálvandi eru vit øll nøgd við at KÍ hølvaði SP Tre Fiori av.

Soleiðis skal man spæla fótbólt, leypa á, spæla frameftir og skora mál, sera einkult og stórt tillukku KÍ.

SáH

Comments

Súkkluferðin til París byrjar í Klaksvík

26/6/2019

Comments

 
Billede
​

Í morgin, hósdagin 27.juni, byrjar Team Rynkeby sína ferð til París. Aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað uttan fyri Smæruna á Kráarbrekku.

Skráin er hendan
Kl. 10.00: Koma Team Rynkeby súkklurnar. Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa uppá Team Rynkeby.
Kl. 10.30: Umboð fyri Klaksvíkar kommunu og Hjartabarn flyta fram røðu, umframt at Rani Nolsøe framførir. Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi, kaku og okkurt verður til børnini. Eisini vísa børn frá Blákolluni málningar fram í Smæruni, har møguleiki verður at lata eina gáv til Team Rynkeby. Áðrenn ferðin byrjar, sigur Eyð Matras frá Team Rynkeby Føroyar, nøkur orð,
Kl. 11.45: Fráferð av Kráarbrekku. Súkklað verður út á Toftir, umvegis Klaksvíkar Sjúkrahús.

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum súkklarunum eina góða ferð til París.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

Páll A. Klettskarð er komin heim!

21/6/2019

Comments

 
Billede
Vit eru errin av at klaksvíkingurin hevur valt at koma aftur til KÍ.

Páll A. Klettskarð er næst mest skorandi KÍ leikarin í søguni, og tað hevur stóran týðning fyri felagið at hann aftur valdi KÍ, nú hann er komin heim úr Italia har hann hevur spælt við USD Breno .

Páll sigur í viðmerking við KÍ:
Eg eri spentur uppá at koma heim til KÍ, og at síggja allar aftur. Hópurin er sera spennandi og sterkur í ár, og eg hopi at kunna hjálpa til, við teimum kvalitetunum sum eg havi. Eg havi verið skaddur í longri tíð, men nú er málsetningurin fyrst at fáa nakrar vikur við góðari venjing, og so vóni eg at kunna gera mun á liðnum, og vónandi fáa okkurt mál

Páll kemur til landi í morginárini og verður tøkur beinanvegin.

Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag

SáH
​

Comments

Súsanna Lydersen nýggj forkvinna hjá Stjørnuni

18/6/2019

Comments

 
Billede
Í gjár var nevndarfundur í Stjørnuni, har Jastrid Gullaksen, forkvinna og Símun Gullaksen, kassameistari fóru úr nevndini og nýggir limir vóru valdir. Nýggir limir í nevndini eru John Mortensen og Oslá Norðá og hevur nevndin skipað seg soleiðis:

Súsanna Lydersen, forkvinna
Una Váðklett, næstforkvinna
John Mortensen, kassameistari
Hanna Brandal, nevndarlimur
Anna Kristina Samson, nevndarlimur
Oliver Joensen, nevndarlimur
Oslá Norðá, nevndarlimur
Annika Arge, nevndarlimur

Nýggja nevndin heldur áfram eftir sama leistinum við at menna kvinnuhondbóltin í Norðoyggjum og við serligum atliti til menning av ungdómsarbeiðinum, sum verður mett at vera kjarnugrundarlagið fyri Hondbóltsfelagið Stjørnuna.

Kelda: Honbólsfelagið Stjørnan

Comments

109 Myndir Frá Grand Prix Kappingini Í Tórshavn Tann 15.06.2017

17/6/2019

Comments

 
Billede
​Leygarkvøldið var tann seinasta Grand Prix kappingin. Hetta er tann triðja kappingin í ár, tann fyrsta var á Norðoyastevnu, tann næsta í Pálshøll og nú leygarkvøldið í Gundadalshálsi. Her myndir frá kappingin, klikk link herundir:

"Svimjing Grand Prix kapping í Tórshavn tann 15.06.2019"

SáH


Comments

​Rebekka Trygvadóttir vann sannførandi bólkin 2004-2005

16/6/2019

Comments

 
Billede
Rebekka Trygvadóttir frá Ægir vann sannførandi bólk 2004-2005. Hon var heili 70 stig frammanfyri nummar tvey, samlaðu stigini hjá Rebekku blivu 408 stig. Jonna Joensen frá Ægir gjørdist nummar tvey, við stigunum 338 og beint í hølunum á Jonnu gjørdist Nancy N. Dam frá Havnar Svimjifelag, sum hevði 336 stig.

Stórt tillukku Rebekka.

SáH

Comments

​Ægir vann gull, silvur og bronsu í bólkinum 2008-2009

16/6/2019

Comments

 
Billede
Tað var Sandra Kristin Stampe Niclasen sum gjørdist nummar eitt við samlaðu stigum uppá 412 stig. Lea Osberg Højsted bleiv nummar tvey við stigunum 383 og líka stig hevði eisini Róa Trygvadótti við 383 stigum.

Tað eydnaðist eisini Leu Osbjerg Højsted, Róu Trygvadóttir og Lenu R. Loburak at fáa bronsunál og kunnu nú í framtíðini luttaka í FM.

Sera gott klára gentir og stórt tillukku.

SáH

Comments

Sofía Toftegaard frá Ægir vann Grand Prix kappingin í bólki 2006-2007

16/6/2019

Comments

 
Billede
​Grand Prix kappingarnar í svimjing eru lidnar á hesum sinni. Tær vóru tríggjar kappingar í tali, ein kapping í Klaksvík á Norðoyastevnu, ein kapping í Vági og í gjárskvøldið bleiv kappast í Gundalshøllini í Tórshavn.

Í bólkinum árgangur 2006-2007 vann Sofía Toftegaard frá Ægir við samlaðu stigunum 438, nummar tvey gjørdist Sophilia Wraae Mukisa frá Havnar Svimjifelag við stigunum 397 og Birna Isholm frá Ægir gjørdist nummar trý við stigunum 386.

Flott Sofía Toftegaard og stórt tillukku.

SáH
​

Comments

Flúgva føroysku íðkararnar beinleiðis til oyggjaleikirnar á Gibraltar

12/6/2019

Comments

 
Billede
Atlantic Airways er ein av høvuðsstuðlunum í sambandi við oyggjaleikirnar í summar, og eins og til undanfarnu leikir, verður tað føroyska flogfelagið, ið fer at flúgva íðkarar, venjarar og onnur beinleiðis til Gibraltar.

“Oyggjaleikirnir eru ein av teimum stóru ítróttakappingunum fyri føroysk ítróttarfólk, har sera nógvar ítróttagreinir eru umboðaðar við nógvum luttakarum, og tí er tað sera kostnaðarmikið at vera við. Tí fegnast vit um stuðulin og vælvild frá Atlantic Airways, og sjálvandi gerst tað eisini munandi meiri smidligt, umframt at vit spara nógva orku og tíð, tá ið íðkararnir kunnu ferðast beinleiðis,” sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.

Atlantic Airways flýgur føroysku íðkararnar aftur og fram í sambandi við oyggjaleikirnar, sum verða 6. – 12. juli 2019.

“Vit eru sera fegin um at kunna gera okkara fyri at stuðla føroysku luttøkuni á Gibraltar í summar. Føroysku íðkararnir hava nógvu seinastu árini staðið seg sera væl á leikunum, og yvirhøvur eru bæði luttøka og góðu úrslitini við til at seta Føroyar á heimskortið,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

ÍSF og Atlantic Airways

Billede
Comments

Elmar Ósa byrjaður uppá 2 X Ironman í morgun

12/6/2019

Comments

 
Billede
​452 km fyri Autismufelagið, hjálp mær at hjálpa

Havi sett mær fyri, at savna pening inn til Autismufelagið. Fyri at røkka hesum málinum, havi eg eisini brúk fyri tínari hjálp.

Ætli at savna pening inn við at royna at gjøgnumføra ein dupultan IronMan, sum er tilsamans 452 kilometrar. Ein dupultur IronMan er samansettur av:
• 7,6 kilometrar svimjing
• 360 kilometrar súkkling
• 84 kilometrar renning (tvey Marathon)

452 kilometrar royni eg at gjøgnumføra í viku 24, og hettar verður í Føroyum. Byrja verður í svimjihøllini í Gundadali, har eg fyrst svimji 7.6 km. Síðani verður súkklað 360 km á Streymoynni og Eysturoynni, áðrenn runni verður 84 km frá Oyrabakka til Tórsbreyt, har teir seinastur kilometrarnir verða runnir. Hettar er ein dupultur Ironman til longdar. Hettar skal gerast uttan steðg. Tað ber til, at fylgja við á hesari FB síðu, tá “projektið” fer í gongd.

Um tit ynskja at hjálpa, kunnu tit flyta eina peningagávu til konto hjá Autismufelagnum: 6460 1586787

TAKK FYRI STUÐULIN

Tit síggja meira á hesari Facebook síðuni “452 km fyri Autismufelagið”

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly