NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Billard: Páll Heri Nolsøe vann FM í stórum stíli!!!!

26/4/2014

Comments

 
PictureUngi evnaríki Billardspælarin Páll Heri Nolsøe vann FM 2014
Páll Heri Nolsøe gjørdist FM vinnari fyri einstaklingar í billard 2014
við 928 eygum í mótið Jákup L. Baldvinsson, ið fekk 528. Dysturin var mestsum avgjørdi í hálvleikinum, tá hevði Páll Heri heili 546 eygu og Jákup bert 144 eygu, men Páll Heri helt áfram at spæla sítt góða spæl í seinna hálvleikinum og Jákup var stak óheppin í sínum spæli og til endast var munurin sera stórur, har Páll Heri  vann uppibori sítt fyrsta FM heitið og kann nú kallað seg besta spælara í Føroym í Billard. Nr 3 gjørdist Jógvan Jørgensen og nr 4 bleiv Jens Kjartan Feilberg.

SáH


Comments

Semifinalurin vera leiktar nú kl. 10.00 og FM finalan í Billard kl. 15-17!!!

26/4/2014

Comments

 
Picture
Føroyameistaraskapið fyri einstaklingar í Billard verður leikt hetta vikuskiftið í
Klaksvík og eru teir komnir til semifinalurin. Bólkakappingin var ígjár og
bólkarnir vóru hesir:

Bólkur 1:
Jákup Lundsbjerg Baldvinsson, Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen, Danial Pauli Joensen.

Bólkur 2:
 Páll Heri Nolsøe, Kristian Suni Høgnesen, Max Rasmussen, Jens Kjartan Feilberg.

Í bólki 1 komu Jákup Lundsbjerg Baldvinssson og Jógvan Jørgensen víðari og í bólki 2 komu Páll Heri Nolsøe og Jens Kjartan Feilberg víðari. Sostatt kom ongin Klaksvíkingur víðari, men sigast skal at Jákup Lundsbjerg Baldvinsson er hálvur Klaksvíkingur.

Spennandi dagur ídag og sær skráðin soleiðis út:
Kl. 10-12: Semi-finalur.
Kl. 13-15: Dystur um 3-4 pláss.
Kl. 15-17: FM finalan

Her hópin av myndir frá innleiðandi kappingini ígjár, sjá niðanfyri.

SáH


Comments

TB vann akkurát á KÍ ídag!!!!!

25/4/2014

Comments

 
Picture
Tað gjørdist ein spennandi og til tíðir sera harður dystir ímillum KÍ og TB í
Djúpumýru ídag. KÍ legði seg á odda tíðliga í dystinum, har Jákup Pauli Ziskason stútaði bóltin í málið til 1-0. TB svaraði aftur við málið sum Rógvi Joensen hegnsliga smekkaði í kassan til 1-1 og 12 min. seinni økti TB um leiðsluna til 2-1, við málið frá Jonhard Ferjá og hetta gjørdist hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki vendi gongdin, KÍ fekk alt meira spæl og var tað innskiftið Lindi Gardar sum javnaði til 2-2. Eftir hetta bleiv spæli javnt og
til tíðir sera hart spæl, men dómarin kom væl frá uppgávuni, hann kundi gott givið nógv meira kort, men hann hevði tamarhald á stríðandi pørtunum og tá ið gott korter var eftir at leika, fekk TB avgerandi málið. Hetta hendi eftir eitt hornaspark bleiv sent innfyri og veturanurin Óli Johannesen skallaði bóltin í málið ella var tað via eitt annað TB høvd, men málið bleiv góðkent og TB er enn ósigra við fullum stigatalið 21 stig eftir 7 dystum.

Her niðanfyri, hópin av myndum frá dystinum.

SáH

Comments

1. deild: TB kemur á vitjan klokkan trý ídag

25/4/2014

Comments

 
PictureTB-KÍ í 2013
Kl. 15.00 ídag bresta 1. deildar liðini KÍ - TB saman í Djúpumýru. TB liggur klárt nummar eitt í deildini við 18 stigum, ímeðan KÍ liggur triðaftast við 4 stigum, so sigast má, at TB eru stórfavorittar at vinna dystin ídag.

Nú flaggdagur er og flest øll hava frí hálvan dag, kann væntast fitt av fólki kemur til dystin. Veðrið er eisini avbera gott ídag.

KÍ leikar altíð gott á heimavøllið og tískil kann gott vera, at vit vinna ídag. Koyrá KÍ.

Niðanfyri nakrar myndir frá dystinum í 2013 á Tvøroyri.

SáH


Comments

KÍ vann tepurt og liggur nú nummar trý

21/4/2014

Comments

 
PictureHjalgrím Elttør áveg fram
Í allerfagrasta veðrið vann KÍ tepurt 1-0 á uppflytarnum Skála. Tað var Rodrigo sum gjørdist hetjan hjá KÍ ídag, í einum heldur vánaligum dysti. Har bóltarnir blivu spældir ímillum sín og so aftureftir. Onkuntíð funnu KÍ leikarnir uppá at leika frameftir og tá gjørdist teir vandamiklir.

Skal KÍ vera við í oddinum, so mugu teir fyri Guðs skyld ikki spæla bóltin aftureftir, tí so vita vit, hvar teir fara at liggja á stigtalvuni, tá ið kappingin er av og tað verður í niðara endanum. Spæli álopsfótbolt, tað sum tit eru best til.

KÍ liggur nr. trý í kappingini við 12 stigum, ájavnt við HB og oddasessin eigur B36 við 14 stigum. Næsti dystur verður í Gøtu, har KÍ skal leika ímóti Víkingini sunnudagin tann 27. apríl í kappingini um løgmanssteypið. Koyrá KÍ. 

Comments

KÍ vann sannførandi 4-1 á AB ídag!!!!

17/4/2014

Comments

 
PicturePáll Klettskarð hevur júst skorað til 4-0.
KÍ vann sannførandi 4-1 á AB í Djúpumýrið ídag, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Tað var Sørmund Kalsø, sum legði KÍ framum og nakað fyri hálvleik økti Hjalgrím Elttør um støðuna til 2-0.

Í Seinna hálvleiki hevði KÍ mestsum alt spæli og miðskeiðis í hálvleikinum økti Rodrigo til 3-0 og Páll Klettskarð slerdi sigurin fastan til 4-0. Eftir hetta tók KÍ sær av løttum, teir skifti bæði Rodrigo, Henry og Páll út og tað førdi so við sær, at AB fekk eitt mál, so endaliga úrslitið bleiv 4-1.

Næsti dysturin hjá KÍ verður á heimavøllið ímóti Skála og hann verður leiktir 2. páskadag, sum er mánadagin.

SáH

Niðanfyri er hópin av myndum av dystinum ídag.

Comments

KÍ vann heili 5-0 á 07 Vestur

7/4/2014

Comments

 
Picture
KÍ vann ein tryggan sigur á 07 Vestur leygardagin. Heilið 5-0 bleiv úrslitið og tað var ikki eitt mál ov lítið. Her nakrar myndir frá dystinum.

SáH


Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly