NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Veiðifelagið Byrsumúli 40 ár

29/3/2020

Comments

 
Billede
Tað varð tann 27. mars 1980, at Erik Andersen tók stig til at stovna nýtt skjótifelag í Føroyum, felagið fekk navnið Veiðifelagið Byrsumúli.

Í dag skriva vit 27. mars 2020, so tað vil siga, at felagið í dag hevur 40 ára føðingardag.

Felagið heldur til á Sandvíkum í Tórshavn, har skjótibreytin eisini liggur. Framtíðin fyri skjótibreytina, er spennandi, tí Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum, sett av pening til at uppstiga og nútíðargera breytina, so hon m.a. lýkur altjóða krøv.

186 skrásettir limir eru í felagnum, harav tveir eru heiðurslimir. Seinasta tíðina, hevur tilgongdin av nýggjum limum verðið stór, og hevur felagið tískil sett í verk eina skipan, til móttøku av nýggjum limum. Yngsti limur í felagnum er 12 ár, og elsti limur er 88 ár.

Uttanfyri Føroyar hava skjúttarnir í felagnum eisini staðið seg væl, m.a. eigur felagið fyrsta skjúttan, sum vann heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum.

Eftir ætlan, skuldi føðingardagsveitsla og føðingardagskapping verðið avgreidd í morgin, leygardagin, men orsaka av Korona smittuni eru bæði tiltøk avlýst.

Veiðifelagið Byrsumúli

Billede
Comments

Talvkapping verður leygardagin

27/3/2020

Comments

 
Billede
Tað eru tvær vikur síðani, at Løgmaður boðaði frá, at tað føroyska samfelagið fór niður í ferð. Eins og við nógvum øðrum almennum tiltøkum, bleiv øll telving løgd lamin alt fyri eitt. Men leygardagin verður so aftur talvkapping.

Tað er sjálvandi ikki møguligt at hava eina vanliga talvkapping, men Talvsamband Føroya hevur avgjørt, at ein roynd verður gjørd, við at hava eina talvkapping á netinum.

Kappingin verður partur av Grand Prix kappingunum, sum hava verið gjøgnum veturin. Men øll kunnu luttaka í kappingini, eisini um mann ikki hevur verið við til kapping fyrr.

Kappingin verður leygardagin kl. 18.00. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Meira kann lesast um kappingina her: https://faroechess.com/?p=5035

​Talvsamband Føroya

Billede
Comments

Leikarnir eru sendir til hús!

25/3/2020

Comments

 
Billede
Hoyr Mikkjal greiða frá hvussu gerandisdagurin hjá KÍ hevur verið og hvussu hann kemur at síggja út frameftir.

Eisini hevur Mikkjal eina heilsan til øll børn og ung sum í løtuni ikki kunnu venja við KÍ ? klikk link herundir.

​KÍ- Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Comments

Allur flogbóltur í Føroyum er sett í time-out

22/3/2020

Comments

 
Billede
Til øll feløgini:

Góðu tit!

Alt virksemið í flogbóltinum er sum við allari aðrari ítrótt í Føroyum sett í time-out. Myndugleikarnir hava nú boðað frá, at alt verður stongt í minsta lagi til eftir páskir, og nógv bendir á, at vit í minsta lagi skulu út í mai, áðrenn samfelagið letur upp aftur.

Vit skulu nýta høvið at takka tykkum fyri tykkara leiklut í øllum hesum. Tá ið boðini komu frá okkum, tóku tit væl undir við teimum, og tað vit vita um, eru allar venjingar steðgaðar úti í feløgunum. Harumframt eru sjálvandi heldur eingir dystir. Vit hava øll gjørt okkara til at steðga smittuni, og tað er tað einasta, ið telur júst nú.

Tað er avgerandi neyðugt, at vit halda fast í hesum stigum. Tað verða eingir dystir, og tað verður inniliga heitt á tykkum øll, at halda tykkum frá øllum venjingum í felag. Vit hava sum so ikki heimildir at nokta tykkum at venja, men haldið tykkum frá øllum felags venjingum og finnið aðrar loysnir at halda tykkum í venjing.

Starvsnevndin hevur framvegis eina vón og eina ætlan um, at FM skal verða avgreitt í øllum deildum, so vit finna allar føroyameistararnar. Júst hvussu hetta skal verða gjørt, hava vit av góðum grundum ikki gjørt av enn, men FM í 2019/20 er ikki strikað.

Við tí vitan vit nú hava, er gjørt av, at:
📍 FM fyri bæði ung og Meistaradeildina er útsett til hálvan mai í fyrsta lagi. Tað kann verða útsett enn longur.

📍 EM-kappingin fyri U20 dreingir, sum skuldi vera í Føroyum síðst í mai er útsett. Hon verður væntandi í september ístaðin.

📍 EM-kappingin fyri U19 gentur, sum skuldi vera í Íslandi fyrst í juni er útsett. Vit hava ikki hoyrt um nýtt dato enn, men hon verður væntandi tíðliga í heyst eins og U20 dreingirnir.

Vit skulu kunna tykkum so hvørt, vit vita meira, og hava tit spurningar ella viðmerkingar, eru tit væl komin at koma við teimum.

Ansið so væl eftir tykkum og tykkara og alt tað besta.

Vinaliga
​
Nevndin í FBF

Comments

Fullpower síni egnu hølir

18/3/2020

Comments

 
Billede
HETTA ER VILT!

Vit eiga nú ENDILIGA okkara egna Fullpowerhús 🙌🏼

Framyvir fara vit at halda til á Klaksvíksvegi 85 💪🏼

Nú fara vit at taka arbeiðshandskarnar uppá, og gera hetta til heimsins wellasta venjingarstað í Klaksvík 💚

Nógv spennandi er í væntu!! So gleði tykkum 😉
Meira kunning um nær vit opna, og hvat og hvussu kemur seinni 👊🏼

#fullpowerklaksvík #fullpowerhúsið #hettaergarvilt

Kelda: Fullpower

SáH

Comments

Landsdysturin Danmark – Føroyar er avlýstir

13/3/2020

Comments

 
Billede
DBU boðar í dag frá at landsdysturin ímillum Danmark og Føroyar, sum skuldi vera fríggjadagin tann 27. mars er avlýstir, les tíðindaskriv herundir:

HERRELANDSHOLDETS VENSKABSKAMPE AFLYST

Venskabskampene mod Færøerne og England er nu definitivt aflyst på grund af corona-situationen

Herrelandsholdet kommer ikke til at spille venskabskampe mod Færøerne og England senere i marts.

Det er definitivt, efter at det engelske fodboldforbund fredag meldte ud, at al fodbold i England er suspenderet indtil den 3. april på grund af den corona-virus, der spreder sig over det meste af Europa.
Allerede i onsdags meldte DBU ud, at al fodbold i Danmark bliver sat på standby i resten af marts måned. Det gælder både 3F Superliga, Gjensidige Kvindeliga, divisionerne samt kampe og andre aktiviteter i breddefodbolden. På det tidspunkt markerede Kenneth Reeh, konstitueret direktør i DBU, at ingen af de danske fodboldlandshold bør spille de planlagte kampe i marts.

DBU har også været i kontakt med det færøske fodboldforbund og bekræftet, at venskabskampen i Herning fredag den 27. marts også er aflyst.

”Det er beklageligt, at Herrelandsholdet ikke får spillet to spændende opvarmningskampe. Omvendt ønsker vi på ingen måde at risikere at sprede smitte, hverken til vores landsholdsspillere og trænere eller til andre omkring holdet og i samfundet omkring os. Aflysningerne er den eneste rigtige og ansvarlige beslutning,” siger Kenneth Reeh.

DBU har allerede meddelt billetkøbere til venskabskampen mod Færøerne, at de får pengene tilbage og bliver kontaktet direkte.

Det engelske fodboldforbund, FA, har meldt ud, at de refunderer billetterne til den aflyste kamp mellem England og Danmark på Wembley.

Kelda: DBU

​SáH

Comments

Jacqson Og Maverick Barr Hava Stongt, Roykstovan Hevur Opið

13/3/2020

Comments

 
Billede
Jacqson og Maverick Barr fylgja tilmælinum frá mynduleikunum og hava stongt fyribils. Bæði steinkistøðini lótu aftur ígjar, men Roykstovan hevur opið enn.

Annars sigur tilmælið, at mælt verður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matsovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikurnar.

Hetta skrivaði Maverick á Grækarismessu:

Nú krøvini til Skeinkistøðini og matstøðini eru herd munandi viðvíkjandi Covid-19, so fara vit eisini at vísa ábyrgd, bæði fyri okkara arbeiðsfólkum og okkara kundum️, so frá í dag av, á Grækarismessu 2020, verður Maverick Barr og Grillin hjá Símun stongd fyribils.☹️☹️☹️

​SáH

Comments

Mjølnir Fylgir Tilráðingunum

13/3/2020

Comments

 
Billede
Vísandi til almennu tilráðingarnar og áheitan frá Flogbóltssambandi Føroya steðgar Mjølnir øllum virksemi felagsins.

Hetta merkir, at hvørki venjingar ella dystir verða komandi dagarnar, og er tað galdandi fyri allar deildir. Steðgurin verður fyribils í 14 dagar, tvs. frá 12. – 26. mars. Enn ber ikki til at siga, hvør støðan verður tá, tí tað veldst um tilráðingarnar frá avvarðandi myndugleikum.

Verða broytingar, verður hetta kunnað sum skjótast.

Við flogbóltskvøðu

Mjølnir

Comments

Kunning viðvíkjandi flogbarnakapping í Kollafirði leygardagin og sunnudagin 7. og 8. mars

8/3/2020

Comments

 
Billede
Til øll feløgini!
Flogbóltssamband Føroya hevur ráðført seg við ÍSF og heilsumyndugleikarnar.
 
Niðurstøðan er, at kappingin í Kollfirði í morgin leygardagin og sunnudagin verður avlýst.
 
Heitt verður á feløgini at bera hesi boðini víðari sum skjótast til venjarar og leikarar.
 
Vinaliga
 
FBF

Comments

Rógvi og Einar skrivað undir sáttmála við TB

7/3/2020

Comments

 
Billede
Í gjár gjørdist greitt, at Rógvi Joensen og Einar Thorsteinsson verða partur av Betri-hópinum hjá TB.

Rógvi Joensen er einki óskrivað blað í føroyskum fótbólti. Við 208 dystum og 38 málum fyri besta liðið hjá TB, er 26-ára gamli miðvallarin ein hin royndasti spælarin á liðnum. Rógvi er kendur fyri altíð at kempa til síðsta blóðsdropa og eins og hann hevur skorað eina rúgvu av málum, so hevur hann eisini lagt upp til sera nógv mál. Rógvi hevur sera gott ”yvirblikk” á vøllinum og hansara stóra rutina ger, at hann er ein fongur fyri eitthvørt lið – tíbetur fyri okkum, so er tað her á Tvøroyri, hann hevur valt at spæla.

Nýggjasta ískoytið til liðið, er ungi vágbingurin Einar Thorsteinsson. Einar hevur sína fótbóltsuppaling í Vági, hjá FC Suðuroy og royndi seg í tvey ár á næstbesta liðnum hjá TB/FCS/Royn, áðrenn hann í fjør skifti til TB og spældi við næstbesta liðnum her. Einar stendur eisini noteraður fyri ein dyst í bestu deildini, við TB, í 2019. 19 ára gamli Einar hevur tikið seg ótrúliga nógv fram seinastu tíðina, so nógv, at venjari okkara hevur gjørt av, at hann hevur tørv á álopskenda miðvallaranum í besta hópinum. Einar er ein sera skjótur leikari, ið veit hvar málið stendur og vit vænta okkum nógv av honum.

​Vit ynskja Rógva og Einari bestu eydnu í siðbundnu, stríputu blusuni og vóna at tað fer at ganga teimum og TB væl í kappingarárinum 2020.

Kelda: TB

SáH

Lýsing Maverick Barr
Billede
Lýsing Maverick Barr
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly