NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fekk heiðursmerkið frá mammuni

27/3/2017

Comments

 
Billede
Hesar báðar eru gull verdar fyri Ægir. Myndin er frá FM seinasta vikuskiftið og her handar Rannvá Sigfríðsdóttir dóttrini ein av mongu gullheiðursmerkum, sum Signhild Joensen vann fyri Ægir og sjálvandi fekk hon ein muss eisini.

Signhild Joensen gjørdist klárt besti svimjarin á FM 2017, har hon slóð trý føroyskt met.Tey vóru í 100 metur rygg, 200 metur rygg og so svam hon eisini í liðkappingini 4x100 metur frí, har kvinnurnar hjá Ægir slóðu føroyskt met. Eisini vann hon hópin av junior metum, so samanumtikið eitt fantastisk FM fyri Signhild. Stórt tillukku frá okkum øllum í Klaksvík.

Spennandi at fylgja Signhild Joensen, næsta stóra kappingin verður Danish Open nú vikuskiftið.

SáH


Comments

Ægir flest svimjarar til Oyggjaleikirnar

26/3/2017

Comments

 
Billede
FM 2017 gjørdist enn eitt gott Føroyameistaraskap fyri felagiðher norðuri og tá ið avtornaði fekk Ægir felst svimjarar til Oyggjaleikirnar í summar. Ægir fekk 5 svimjarar við, Havnar Svimjifelag 4 svimjarar og SU Svim 2 svimjarar. Rókur Trygvasson úr Ægir fekk eitt vildcard og var tað í bringusvimjing.

Oyggjaleikalandsliðið í svimjing 2017 er heta. Frá vinstru: Óli Mortensen (1996, HS), Rókur Trygvason (2000, Ægir), Alvi Hjelm (1996, Ægir), Jana B. Thomsen (2000, Ægir), Ásbjørg Hjelm (1999, Ægir), Vár E. Eidesgaard (2001, HS), Signhild Joensen (2000, Ægir), Sára R. Nysted (2000, SuSvim), Beinta P. Debes (1997, HS), Marius I. Gardshodn (1998, HS), Róland Toftum (1998, SuSvim)

Vit ynskja øllum svimjarnum hjartaliga tillukku við úttøkuni. Fantastiska flott klára og takka fyri eitt gott FM 2017.

​SáH

Comments

Dysturin á Stórskíggja á Trappuni

24/3/2017

Comments

 
Billede
Øll eru vælkomin á trappuna í Vágsbotni í morgin leygardagin 25. mars til stórt, ókeypis tiltak við føroyskum fótbólti, føroyskum tónleiki og onkrum at drekka.

Televarpið og Føroya Tele skipa fyri, at dysturin millum Andorra og Føroyar verður vístur á stórskíggja við trappuna. 

Upphiting byrjar kl. 16.15, tá Jens Marni Hansen fer at spæla, og eisini verður høvi at málað andlitið í landsliðslitum. 

Atlantic Airways bjóðar eisini okkurt gott føroyskt at drekka frá Okkara og Føroya Bjór í samband við dystin.

JáH (y) 25.03.2017
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

KÍ hitar upp í Bridehúsinum

19/3/2017

Comments

 
Billede
Hey allir KÍ fjepparar, vit hita upp í Brigdehúsinum í Gundadali, hesir báðir hava gjørt sítt allarbesta at baka kaku 

KOYR Á KÍ

Comments

Væleydnað Silvarenning leygardagin

19/3/2017

Comments

 
Billede
Treysti skipaði fyrrapartin fyri árligari Silvarenning í Klaksvík, har einir 55 rennarar luttóku, og var harav meginparturin børn. Líkindini at renna vóru sera góð hóast tað var eitt sindur kølið. 

Gestablídni frá Norðoya Sparikassa var stórt. Í deildini, har tilmelding fór fram, var borðreitt við frukt, kaffi/te og øðrum góðum. Allir luttakarar fingu ein lítlan pakka, og hesuferð varð skipað soleiðis fyri, at øll børn 12 ár og yngri fingu heiðursmerkir fyri at luttaka. Tað gjørdi at bæði børn og foreldur blivu uppaftur betri nøgd við tiltakið. 

Luttakararnir vóru ymsastaðni frá. Teir flestu úr Klaksvík, men eisini úr Havn, av Skála, av Viðareiði, úr Norðdepli, úr Fuglafirði og úr Leirvík.

Øll úrslitini síggjast niðanfyri 

Gentur f. 2011 ella seinni - 425m        
1    2.04    Deborah Hvannastein    2011    Treysti
2    2.13    Durita Davidsen    2011    Treysti
3    2.17    Fía Lý Gunhildardóttir    2011    Klaksvík
4    2.19    Petrina T. Venned    2011    Treysti
5    2.22    Ró Biskopstø    2011    Treysti
6    2.46    Andrea Gaard    2012    Treysti
7    3.25    Elisabet S. Mohr    2013    Treysti
8    3.37    Tóra Heradóttir    2012    Klaksvík
9    3.50    Ýðunn S. Kallsberg    2013    Viðareiði
10    3.55    Kristfríð Jørgensen    2014    Treysti

Dreingir f.2011 ella seinni - 425m        
1    2.11    Levi Justinussen    2011    Leirvík
2    2.15    Mattias Simonsen    2011    Treysti
3    2.18    Jákup Fossá    2011    Treysti
4    2.22    Sigfríður T. Venned    2012    Treysti
5    2.23    Arni Joensen    2011    Treysti
6    2.38    Marner Fríði Petersen    2011    Treysti
7    2.49    Bjarti Skarðenni    2012    Treysti
8    3.47    Eli Abrahamsen    2013    Fuglafjørður
9    4.14    Villiam Bogason    2013    Treysti
10    4.30    Simion Hvannastein    2013    Treysti

Gentur f. 2009-2010 - 425m        
1    1.56    Rannvá Ryan    2010    Treysti
2    2.13    Miriam Stauss    2010    Leirvík
3    2.14    Eyhild Jørgensen    2010    Treysti
4    2.16    Bjørg Johannesen    2010    Klaksvík
5    2.18    Jórun Skarðenni    2010    Klaksvík

Dreingir f. 2009-2010 - 425m        
1    1.52    Elian B. Nielsen    2009    Skála
2    1.57    Dánial Abrahamsen    2009    Fuglafjørður
3    1.58    Josias Hvannastein    2010    Treysti
4    2.12    Ingi Sigurðsson    2010    Klaksvík
5    2.32    Dávid Vágsheyg    2010    Klaksvík
6    2.36    Aleksandur Lydersen    2010    Treysti

Gentur f. 2007-2008 - 425 m        
1    1.37    Brá Zakariasardóttir    2007    Bragdið
2    1.51    Katrin Joensen    2008    Treysti
3    1.58    Tabita Hvannastein    2008    Treysti

Dreingir f.2007-2008 - 425m        
1    1.45    Rókur Davidsen    2008    Treysti

Gentur f.2005-2006 - 850m        
1    3.22    Vibeka Sivertsen    2005    Treysti

Gentur f. 2001-2004 - 850m        
1    2.50    Oddvør Josephsen    2001    Treysti
2    3.02    Rutt Gregersen    2001    Treysti
2    3.18    Birita Ryan    2002    Treysti

Dreingir f. 2001-2004 - 850m        
1    2.49    Hans Sivertsen    2001    Treysti
2    2.55    Ingi Johannesen    2002    Roysnið

Menn f. 1972-2000 - 3,3 km        
1    10.32    Julian Gregersen    1998    Treysti
2    12.00    Dánjal D. Ljósheim    2000    Hvirlan
3    14.53    Bogi Bjarnason    1974    Treysti
4    17.15    John Ryan    1974    Treysti

Kvinnur vet. f.1962-1971 - 3,3 km        
1    16.44    Karin K. Petersen    1964    Treysti

Menn vet. f. 1962-1971 - 3,3 km        
1    12.35    Jonhard Larsen    1966    Treysti
2    13.21    Jan Matras    1966    Treysti
3    15.31    Johnni M. Jacobsen    1964    Treysti
4    18.11    Rógvi Joensen    1962    Treysti

Kvinnur supervet. f. 1961 ella fyrr        
1    25.18    Sonja Eysturdal    1940    Treysti

Kelda: www.treysti.fo

SáH

Comments

1. deild kvinnur, KÍ flúgvandi byrjan uppá kappingarárið 2017

13/3/2017

Comments

 
Billede
​KÍ kvinnurnar fingu eina super byrjar uppá kappingarárið 2017. Tær hølvaði ÍF/Víkingur av 6-1 og kundi sigurin verið enn størri. Málini skorðau: Maria 2, Liljan 2, Malena 1 og Tóra 1.

Hetta skrivaði kvinnurnar hjá KÍ á Facebook vanganum hjá teimum:
Dysturin ímóit ÍF/Víkingi endaði við 6-1 sigri, sum ikki var eitt mál ov nógv. Aftaná fyrstu 10 minuttirnar stýrdu vit dystinum frá byrjan til endan. Liljan Jacobsen og Maria Klakkstein skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki skoraðu Liljan, Maria, Malena og Tóra Mohr. Einastu ferðina Víkingur var inni í brotsteiginum fingu tær brotsspark og skoraðu. 
At KÍ eigur nógvar góðar ungar leikarar er eingin loyna og aftur í dag fingu tvær av teimum debet. Tórunn H. Joensen byrjaði inni á vinstra bakki og í seinna kom viðareiðisdáman Anna Absalonsen eisini á vøllini fyri fyrstu ferð. 

​Næsti dystur verður komandi leygardag, tá vit skulu út á Toftir at leika ímóti B68.

SáH

Comments

1. deild menn, KÍ vann 4-2 á Víkingi

11/3/2017

Comments

 
Billede
​So rullaði fótbólturin aftur í Djúpumýru, eftir ein langan vetrarsteðg.

1. deild hjá KÍ varð fyrsta liðið, sum skuldi royna seg í kappingárinum 2017 og tað eydnaðist teimum at vinna 4-2 á Víkingi.

Dysturin var sera hart spældir og gav dómarin 7 gul kort, sum eisini lættliga kundi verið eini tvey reyð kort.

Víkingur legði seg á odda 1-0 í 12. min., Petur Andreasen javnaði fyri KÍ í 32. min. Eitt flott mál, har Henry Heinesen legði ein langan bólt inn í brotsteigin og Petur skallaði bóltin hegnisliga í málið (sjá myndir). Aksel Danielsen legði síðani KÍ framum 2-1 og Víkingur javnaði, tá ið 70. min. vóru leiktir, men so settið KÍ seg á dystin. Jóannes Danielsen skoraði til 3-2 bert tveir min.eftir at Víkingur hevði javnað og Fróði Mørkøre staðfesti sigurin, tá umleið 80 min. vórur leiktir.
Sostatt vann KÍ sín fyrsta dyst í hesum kappingárinum, spennandi at vita um kvinnurnar og Effo liðið hjá KÍ fara at vinna seinni ídag.

Vit ynskja øllum liðunum hjá KÍ góðan byr í kappingarnum 2017.

Koyrá KÍ

SáH

Comments

Myndir Mjølnirkappingin fyri yngru deildir

10/3/2017

Comments

 
Billede
Leingi er tað í væl skal vera. Onkur av yngru spælarnum hava spurt, nær koma myndir av Mjølnirkappingina inn á Norðoya Portalin og í morgun havi eg so funnið nakrar myndir frá kappingini, sum var fyrr í ár. Sjá niðanfyri.

SáH

Comments

Hawaii vil hava Trump-forboð í rættin

7/3/2017

Comments

 
Billede
Stakríki Hawaii hevur longu sett seg ímóti tí amerikanska Forsetanum Donald J. Trump og fer í rættin ímóti teim nýggju innfaringa lógini, sum Forsetin vil hava sett í verka tann 16. mars í ár.

Sostatt um hetta endar, sum ein skjót sak - tí tað vil stakríki Hawaii hava, so er tað aðru ferð, at Forsetin hevur brent seg undir føturnar ... væl at merkja, um Forsetin og hansara fólk tapa sakina ímóti Hawaii.

JáH (y) 08.03.2017

Comments

Jana Thomsen úr Ægir, 2:28.40 og føroyskt met í 200 firvald

4/3/2017

Comments

 
Billede
Jana Bjartalíð Thomsen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:28.40. Jana er árgang 2000 og svimur fyri Ægir.

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag átti bæði føroyska metið og juniormetið á 2:29.98, frá SuSvim-stevnu í januar mánaða í ár. Besta tíð hjá Janu var 2:30.51 áðrenn hetta, frá Reykjavík International í januar mánaða.

Vit øll í Ægir ynskja tær hjartaliga tillukku, fantastiska flott klára og hatta kann bara lata seg gera við góðari venjing og tínum sterka vilja.

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly