NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​En-di-liga tapti Liverpool, 3-0 á Watford

29/2/2020

Comments

 
Billede
So tapti Liverpool endiliga, hetta hendi fyri 5 min. síðani og var tað Watford sum koppaði teimum.

Hetta var fyrsta tap hjá teimum í hesum kappingarárinum.

Sarr skoraði tvey mál, eitt í 54 min. og eitt í 60 min. Tað síðsta skorðari Deeney í 72 min. og sostatt eitt stórt vónbrot til Liverpool.

Men hóast hetta tap, so verður Liverpool meistarar í ár, teir eru 22 stig frammanfyri Manchester City, so tað er avgjørt.

SáH

Lýsing Føroya Bjór
Billede
Lýsing Føroya Bjór
Comments

Alaksandar Boricic vitjaði Bakkafrost

28/2/2020

Comments

 
Billede
Í sambandi við vitjanina hjá evropeiska flogbóltsforsetanum varð mánadagin vitjað á Bakkafrost. Tað var stjórin á Havsbrún, Odd Eliasen, sum vísti honum runt og greiddi frá virkseminum í Føroyum og uttanlands. Odd er sjálvur fyrrverðandi landsliðsleikari í flogbólti og leikti í fleiri ár á landsliðnum sum hevari.

Flogbóltssamband Føroya takkar Odd og Bakkafrost fyri vitjanina og fyri teirra stuðul til føroyskan flogbólt á fleiri økjum runt landið.

FBF

Lýsing Føroya Bjór
Billede
Lýsing Føroya Bjór
Comments

Steypafinala, menn: Mjølnir er favorittur

22/2/2020

Comments

 
Billede
​Klaksvíkingar eru stórfavorittar í steypafinaluni hjá monnum, sum verður í høllini á Hálsi seinnapartin leygardagin. Klaksvíkingar eru greipuvinnarar frá í fjør, og stigatalvan í landskappingini leggur ikki upp til nakra broyting í so máta í ár

Tað hevur gingið serstakliga væl í hond hjá Mjølnir hesi seinastu bæði kappingarárini.

Ikki tí, eingin hevur nakrantíð ivast í evnunum hjá klaksvíkingum at spæla flogbólt, ein stóran part av tí, sum er farið av hesi øldini, hevur bara ikki eydnast teimum at fáa tingini at hanga so væl saman á vøllinum, at teir hava fingið steyp burturúr.

Gamaní vunnu teir ta fyrstu, sum varð leikt í 2000, og tvær í 2006 og í 2007, men annars hevur verið so eiðasørt heilt fram til í fjør, sjálvt um Mjølnir annars hevur verið í tíggju finalum tilsamans. Finalan í morgin er tann 11 hjá Mjølnir.

Í so máta ber ikki til at siga, at klaksvíkingar hava klárað seg illa, tí tað skal eisini eitt sindur til at koma í finaluna. Men so er tað hatta við at vinna. Har hevur staðið meira á.

Krútsterkt lið
Nú er tó vent í holuni.

Í fjør eydnaðist felagnum at skrúva eitt sterkt lið saman, eitt so sterkt lið, at eingin kláraði at gera nakað við klaksvíkingar.

Teir vunnu fyrst steypakappingina og síðan landskappingina, og tá hugt verður ígjøgnum liðið, er kanska einki at siga til.

Mált spælara fyri spælara er liðið kanska ikki tað besta, sum hevur verið í Føroyum, men liðið hevur fram úr góðar einstaklingar, har fleiri eru bestir á sínum plássi í kappingini.

Hinvegin hevur Mjølnir klárað at spælt eitt ómetaliga sterkt lið, og eina ómetaliga sterka eind, saman, og tað ger stóran mun. Tá tú so hevur einstaklingar, sum kunnu avgerða dystir, tá er torført hjá øðrum at vinna.

Sørvingar eisini stinnir
Er tó nakar, sum skal kunna vinna á Mjølnir, so er tað kanska akkurát SÍ.

Sørvingar hava verið í 15 finalum og hava vunnið slakan helmingin, sjey finalur. Ta seinastu fyri tveimum árum síðan, tá teir eldru sørvingarnir spældu seg í finaluna, sum teir vunnu á fuglfirðingum.

Og júst hetta, at sørvingar hava verið so stinnir, sum teir hava verið tey fyrstu 20 árini av hesi øldini, er nakað, sum telur upp.

Sørvingar - og fuglfirðingar, sum tó vóru ov stuttir til finaluna í ár - hava staðið fyri einum stórum parti av tí spennandi, sum er hent í føroyskum flogbólti seinastu nógvu árini, og tað sæst eisini aftur á úrslitunum. 

Tað sæst eisini aftur í talinum av landsliðsleikarum og vísir týðiliga, hvussu stóran týdning tað hevur at brúka orkuna rætt.

Nógvar royndir
Sjálvt um stigatalvan í landskappingini sigur, at Mjølnir er langt fremst í landskappingini, so eru onnur viðurskifti, sum í morgin kunnu hava stóran týdning fyri akkurát handan dystin.

Mjølnir er eitt lutfalsliga óroynt í landsliðshøpi, men har eru tó tríggir leikarar, sum hála nógv upp í so máta. Thorvald Danielsen, sum hevur spælt 72 landsdystir, Trygvi Hansen, sum hevur spælt 34, og Steffan Rosenlund Olsen, sum hevur spælt 24. Dávið Hentze hevur eisini spælt tveir landsdystir.

Á hesum málistokkinum fevna sørvingar munandi breiðari, tí allir teir 14 leikararnir hjá SÍ hava spælt landsdystir. Jóan Petur á Stongum hevur spælt 73 dystir og flestar av øllum, sum fara á vøllin í morgin, og tann av sørvingunum, sum hevur spælt fæst, er Oskar í Haraldstovu Weihe, sum hevur spælt seks dystir.

Tilsamans hava sørvingar spælt 417 landsdystir sínamillum og klaksvíkingar 132.

Spurningurin er so, um hetta er nokk. Ella um klaksvíkingar gera tað, sum er væntað av teimum, og vinna annan finalusigurin á rað. Tað fáa vit at síggja í morgin.

Allar finalurnar verða sendar í sjónvarpi ella verða stroymdar. Eisini sendir FM 1 frá kvinnu- og mansfinunum.

Dato   Kl.   Deild   Heimalið   Útilið

Ley 22.02.20kl. 9.00D12SÍ  ÍF
Ley 22.02.20kl. 10.15G14BTernan   Fleyr
 
Ley 22.02.20kl. 13.30MKSÍ   Mjølnir
Ley 22.02.20kl. 16.00MMMjølnir   SÍ

 
Ley 22.02.20kl. 18.30D15SÍ   ÍF
Ley 22.02.20kr. 19.45G19SÍ  Fleyr
 
Sun 23.02.20kl. 13.00G12TB   Fleyr
Sun 23.02.20kl. 14.15D17SÍ   Fleyr
Sun 23.02.20kl. 15.30G14 ATB   SÍ
Sun 23.02.20kl. 16.45G16SÍ   TB
Sun 23.02.20kl. 18.00KUTB   SÍ
Sun 23.02.20kl. 19.15MUSÍ   Fleyr

Lýsing Maverick Barr
Billede
Comments

Evropeiski flogbóltsforsetin hitti Løgmann

22/2/2020

Comments

 
Billede
CEV forsetin Alexandar Boričić kom fríggjadagin til Føroya, og sum tað fyrsta var hann á fundi við løgmann Bárð á Steig Nielsen - sum í sínum starvi eisini er verji ítróttina.

Boričić og Bárður umrøddu týdningin, sum ítrótt hevur fyri samfelagið og serliga umgdómin, og løgdu dent á ta serstøðu, sum lærarar og ítróttatiltøk í skúlunum hava, og skiftu orð um væleydnaða tiltakið við Flogbørnum, har børnini læra grundstigini í flogbólti.

Bárður á Steig Nielsen legði fram ynski Føroya um at gerast partur av olympiska felagsskapinum. Hetta málið hevur verið á skránni í meira enn 30 ár og er tað framvegis. Á øðrum fundi við Ítróttasamband Føroya seinni, fer hetta evnið ivaleyst at verða tikið framaftur. Tí hetta hevur nógv at siga fyri føroysk ítróttafólk, so tey sleppa at kappast undir egnum flaggi á olympiskum leikum.

Boričić takkaði løgmanni fyri dygga stuðulin, landsstýrið veitir føroyskari ítrótti og rósti stóru framgongdini, flogbólturin í Føroyum hevur verið fyri - og sum eisini løgmaður ásannaði.

CEV forsetin verður í Føroyum til týsdagin, og fer hesar dagarnar at hava fundir við lokalar myndugleikar, og leygardagin fer hann eisini at hyggja at steypafinalum í flogbólti millum SÍ og Mjølnir í Meistaradeildini. Eisini verður hann við til onkrar av barna-og ungdómsfinalunum, umframt at hann mánadagin verður við, tá Posta hevur útgávudag í sambandi við flogbóltsfrímerki.

FBF

Lýsing Føroya Bjór
Billede
Lýsing Føroya Bjór
Comments

Stroyming frá ungdómsfinalunum í Flogbóltsvarpinum, sjá link her

22/2/2020

Comments

 
Billede
​Um góðan tíma byrjar stóru flogbóltfinaludagurin í stórhøllin í Tórshavn.
 
Stroyming frá ungdómsfinalunum í Flogbóltsvarpinum sæst her:

https://www.youtube.com/chann…/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live
 
Niðanfyri er leikskráin fyri í dag og í morgin.
 
Leikskrá steypafinalur - yngri og eldri

Dato   Kl.   Deild   Heimalið   Útilið

Ley 22.02.20kl. 9.00D12SÍ  ÍF
Ley 22.02.20kl. 10.15G14BTernan   Fleyr
 
Ley 22.02.20kl. 13.30MKSÍ   Mjølnir
Ley 22.02.20kl. 16.00MMMjølnir   SÍ

 
Ley 22.02.20kl. 18.30D15SÍ   ÍF
Ley 22.02.20kr. 19.45G19SÍ  Fleyr
 
Sun 23.02.20kl. 13.00G12TB   Fleyr
Sun 23.02.20kl. 14.15D17SÍ   Fleyr
Sun 23.02.20kl. 15.30G14 ATB   SÍ
Sun 23.02.20kl. 16.45G16SÍ   TB
Sun 23.02.20kl. 18.00KUTB   SÍ
Sun 23.02.20kl. 19.15MUSÍ   Fleyr

Lýsing Føroya Bjór
Billede
Lýsing Føroya Bjór
Comments

Sera flott úrslit hjá Klaksvíkar Badmintonfelag til FM fyri lið 2020.

20/2/2020

Comments

 
BilledeHer síggja vit U17/19, sum Klaksvíkar Badmintonfelag vann.
​Seinasta vikuskifti varð skipað fyri FM fyri lið 2020, sum var hildið í Klaksvík 15. feb.

Fyri Klaksvíkar Badmintonfelag var hetta ein sera góð kapping, har KBF vann heili 3 meistaraheiti av 4.

Fyrsta kappingin var í U11, har HBF vann 4-1 í móti KBF.

Onnur kapping, sum varð avgjørd, var U15. Hetta var ein sera spennandi dystur millum KBF og HBF, sum KBF vann 3-2. So høvdu KBF og HBF vunnið hvør sítt meistaraheiti, men enn vóru 2 kappingar eftir: U13 og U17/19.

Hjá U13 var eisini kappingin millum KBF1 og HBF1. Hetta gjørdist eisini ein sera spennandi kampur, sum undan seinasta dystinum stóð á jøvnum 2-2. Tað endaði við, at KBF1 vann samanlagt 3-2 og gjørdist føroyameistari í U13 eisini.

Seinasta kappingin, sum varð avgjørd, var U17/19. Hesir leikararnir eru millum teir bestu í landinum. Tríggir leikarar hjá HBF og ein hjá KBF vóru við til Oyggjaleikir í Gibraltar seinasta summar. Havnar Badmintonfelag meldaði eitt lið til saman við Miðvágs Badmintonfelag. KBF vann tveir teir fyrstu, sum vóru tveir singlar, og so var støðan 2-0 til KBF. Tveir teir næstu, sum vóru damu- og harra double, vann HBF/MBF, og so var javnt 2-2. Síðani var farið undir tann seinasta dystin, sum var mix double. Tann, sum vann dystin, kundi kalla seg føroyameistara í U17/19. 1. sett vann KBF og 2. sett vann HBF/MBF, so her bleiv sera spennandi. 3. settið vann Klaksvíkar Badmintonfelag og kundi tí kalla seg føroyameistara fyri lið í U17/19.

Nøvnini á liðunum, sum vunnu heiðursmerki eru niðanfyri:

U17/19:
Gull: KBF, sum var mannað við: Lena Maria Joensen, Bjarnhild í Buð Justinussen, Hans Elttør, Jónas Vágsheyg og Ari M Jacobsen. Liðleiðari var Mrinmoy Pal.

Silvur: HBF/MBF, sum var mannað við: Sissal Thomsen HBF, Miriam í Grótinum HBF,  Jónas Djurhuus HBF og Árant á Mýrini MBF. Liðleiðari var Dorthea Thomsen HBF.

Bronsu: HBF2, sum var mannað við: Mia Thorkildshøj, Sanna Thorkildshøj, Rúni Øster, Hákun Thorkildshøj Sigvardsen og Rasmus Berg Petersen. Liðleiðari var Elsa Thorkildshøj. 

U15:
Gull: KBF, sum var mannað við: Miriam Hávarsá, Oddbjørg í Buð Justinussen, Leivur Joensen, Rógvi Bertholdsen og Olivar Askham. Liðleiðari var Hjørdis Hávarsá.

Silvur: HBF, sum var mannað við: Birita Weihe, Julianna á Heiðunum, Eyð Lamhauge Debess, Bjarti Samson Vang, Asbjørn Heide Olsen. Liðleiðari var Marjun W. Thomassen.

U13:
Gull: KBF, sum var mannað við: Ranja Joensen, Rebekka Eysturskarð, Eva Jacobsen, Filip Høgnason, Fríðrikur J Helmsdal og Roma Kurt Samson. Liðleiðari var Karl Arni Egholm.

Silvur: HBF1, sum var mannað við: Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, Birna K Jacobsen, Sjúrður Elias Heinason Eysturoy og Tóki Yngvason Guttesen.  Liðleiðari var Heini Eysturoy.

Bronsu: HBF2, sum var mannað við: Bjørg Trille Sørensen, Bjarta av Vollanum, Kristoffur Samuelsen og Markus Bjarnason. Liðleiðari var Birita Samuelsen.

U11:
Gull: HBF, sum var mannað við: Inga Guðrin Samuelsen, Naomi Rajani Færø, Símun Thorkildshøj Sigvardsen, Mannbjørn Eysturtún Mouritsen og Beinir Rúnason Weihe. Liðleiðari var Kristianna Thorkildshøj.

Silvur: KBF, sum var mannað við: Ranva Ryan, Paula Jákupsdóttir Høj, Tóki Næs, Jónas Festurstein, Eyðun Lamhauge og Ingi J Helmsdal. Liðleiðari var Jóannes Næs.

Kelda: Klaksvíkar Badmintonfelag

SáH
​

Billede
U11. Silvur KBF.....Gull HBF
Billede
U13. Silvur HBF...Gull KBF...bronsu HBF
Billede
U15. Silvur HBF....Gull KBF
Billede
U17/19. Silvur HBF/MBF.. Gull KBF... Bronsu HBF2
Comments

Maverick Barr vísir dystin Chelsea – Manchester United kl. 20:00 í kvøld

17/2/2020

Comments

 
Billede
Maverick Barr letur upp kl. 17:00 í dag og fara vit at hita upp til stórdystin Chelsea – Manchester United kl. 20:00 í kvøld.

Skráin er hendan í dag:

Kl. 18:00 FC midjylland – Lyngby

Kl. 20:00 Chelsea – Manchester Unitied

Spennandi verður at síggja, hvør at hesum báðum liðunum vinnur í kvøld.

SáH

Comments

Bláa skýli verður handað kommununi 11. juni

10/2/2020

Comments

 
Billede
Fyri viku síðani undirskrivaðu Klaksvíkar kommuna og arbeiðstakararnir undir avtalu, sum fevir um liðugtgerð av Bláa Skýlið.

Partarnir bundu seg samstundis til, at skýlið skal vera klárt at taka í nýtslu 11. juni.

Arbeiðið, sum nú fer ígongd, fevir um innbúgv, setur og annað í samband við liðugtgerð av sjálvum skýlinum.

Arbeiðið fer at betra umstøðurnar á stadionøkið við Djúpumýru munandi, soleiðis at umstøðurnar bæði á og uttanfyri vøllin verða lyftar upp á altjóða støðið.

Í hesum sambandi vera góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið fara at lúka altjóða krøv.

Verkætlanin verður fíggjað í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Fótbóltssamband Føroya og Evropeisku fótbóltssamgonguna UEFA.

Fyrsti dystur hjá KÍ í europeiskum høpi, er um miðan juli.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Lýsing News.fo og Norðoya Portalurin
Billede
Lýsing News.fo og Norðoya Portalurin
Billede
Comments

​Mjølnir mennirnir vunnu seg eisini í finaluna

9/2/2020

Comments

 
Billede
jølnir mennirnir vóru stór favorittar, tá ið teir møttu ÍF í hinari hálvfinaluni, men fingu ein ordans hvøkk, tá ið ÍF vann fyrsta settið 23-25, eftir at ÍF var frammanfyri 16-24, men Mjølnir stríddi seg til 23-24, men longur kom Mjølnir ikki og ÍF vann seinasta bóltin og fyrsta settið heilt óvæntað.

2, 3 og fjórða setti vann Mjølnir, men ÍF fylgdi væl við, breiddin hjá Mjølnir var størri enn tann hjá ÍF og sostatt vann Mjølnir dystin 3-1.
Settúrslitini vóru hesi, 23-25, 25-18, 25-22 og 25-22.

Sostatt eru bæði liðini hjá Mjølnir í finaluni og tann stóri finaludagurin verður í Høllini á Hálsi 22. februar.

Stórt tillukku Mjølnir kvinnur og Mjølnir menn.

SáH

Lýsingar Bank Nordik
Billede
Billede
Billede
Comments

​Mjølnir spælt seg í steypafinaluna við 3-0 á KÍF

9/2/2020

Comments

 
Billede
Tann stóri flogbóltsdagurin var í Badmintonhøllini í gjár og kvinnurnar hjá Mjølnir vóru sera uppsettar, at hesaferð skuldi tær í finaluna.

Nógv fólk vóru til dystin og dysturin gjørdist spennandi og við Mjølnir sum lítlum favoritti.

Tvey tey fyrstu settini gjørdist tøtt og í øðrum settið var heilt javnt, har KÍF var á odda 24-22 og hevði settbólt, men Mjølnir kvinnurar bardi seg uppaftur til 24-24 og 25-24, men so bleiv 25-25 og eftir at KÍF gjørdi ein stóran brølara í verjuni, so eydnaðist tað Mjølnir at vinna tveir teir næstu bóltarnar og sostatt settið.

Í triðja setti sæst at Mjølnir var betra liðið og við einum væluppløgdum Sofía Purkhús Splidt, so vann Mjølnir settið 25-18 og harvið dystin 3-0.

Steypafinalan verður tann 22. februar í Stóru høll á Hálsi.

Vit ynskja Mjølnirkvinnunum eitt stórt tillukku við finaluplássinum.

SáH

Lýsingar Bank Nordik
Billede
Billede
Billede
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly