NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

KÍ árskort 2015

24/2/2015

Comments

 
Picture
Landskappingin 2015 í Effo-deildin fer í gongd 1. mars, og tí er at skunda sær at keypa árskort til allar heimadystirnar hjá KÍ

Bílegg kortið á ki@ki.fo, ring tlf. 281904 ella við at leggja eini boð her á facebook, klikk hetta link: 
Klaksvíkar Ítróttarfelag 

Umframt at tú stuðlar KÍ við at keypa, sparir tú 13.5 % við at keypa árskort. 

Prísurin er kr. 900,-

Comments

Myndir av Torrarenningini leygardagin í Klaksvík

22/2/2015

Comments

 
Picture
Nógv fólk vóru møtt niðanfyri Sjúkrahúsið til árligu Torrarenningina, leygardagin kl. 14.00. 

Tað var bítandi kált og hált, men lagi var gott á rennarnum. 

Tey hitaðu upp áðrenn og har høvdu øll hug til at fáa myndamannin hjá Norðoya Portalinum við at renna, men har er til at siga, at eg havi Gerðabein og tey eru ikki til renning :)

Teinurin var 4,1 km. Talan var um heilsurenning. Øll vóru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga og har vóru fólk í øllum aldri. Rutan var úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað var oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum - út til Sjúkrahúsið, har málið var.

Øll vóru sera hugagóð og eftir renningina fóru teyr flestu til Heilsucafé, sum var á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

SáH

Comments

Dan Hjelm úr Ægir úttikin til Evropeisku leikir í Baku

21/2/2015

Comments

 
Picture
Ægir er flúgvandi, sum tit síggja á myndini til vinstru. 

Gongur gott hjá okkara svimjarnum og nú hava vit fingið Dan Hjelm til Evropeisku leikirnar í Baku sum svimjidómara og tað er sera stórt.

Hetta skrivar SSF:
Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har fyriskipararnir ynskja honum tillukku við heiðrinum.

Hetta er rættiliga stórt fyri føroyska svimjing, at ein av okkara dómarum soleiðis sleppur framat á hesum fyrsta evropeiska OL, og tað enntá undir føroyskum flaggi.

Dan Hjelm hevur fyrr roynt seg í evropeiskum høpi, tá ið hann og Elin Matras í desember 2013 umboðaðu Føroyar sum svimjidómarar á evropameistarastevnuni á stuttgeil.

Afturat teimum hava vit Jon Hestoy sum er vanur at døma á altjóða open water stevnum, umframt sum limur í teknisku nevndum LEN og FINA at hava aðrar uppgávur innan fyrisiting av open water stevnum. Jon var nú seinast trygdarumboð hjá FINA, á open water stevnu í Argentina herfyri.

Kelda: Svimjisamband Føroya

SáH

Comments

Endiliga vann KÍ eitt steyp aftur til Klaksvíkar

17/2/2015

Comments

 
Picture
Finalan í Klaksvíkskappingin bleiv leikt íkvøld og var finalan ímillum KÍ - HB og endiliga eydnaðist tað KÍ at vinna eitt steyp aftur.

Dysturin var undirhaldandi og ferðin var nógv. KÍ legði seg á odda í fyrra hálvleiki, eftir eitt brotsspark, sum Henry Heinensen sera trygt settið í netið.

Í seinna hálvleiki økti Jonas F. Rasmussen eftir horna, HB fekk síðani mál, men nýggju áleyparin hjá KÍ, Kenan Hajdarevic slóð sigurin fastan fyri KÍ og eftir 9 árum, kundi liðskiparin Jónas F. Rasmussen taka ímóti steypinum frá borgmeistarnum Jógvani Skorðheim og heva tað uppí loft og KÍ kann nú aftur kallað seg meistarar í Klaksvíkskappingini.

Tillukku KÍ og nú bíða vit øll spent til landskappingin byrjar tann 1. mars.

Tað var ringt at taka myndir íkvøld, tað var sera myrkt og nógv regn, men her nakrar myndir herundir:

SáH

Comments

Finalan verður leikt nú kl. 18.00

17/2/2015

Comments

 
Picture
Teir eru næstan lidnir at rudda vøllin við Djúpumýru, so finalan í Klaksvíkskappingini kann spælast og finalan byrjar nú  kl. 18.00

Finalan er ímillum KÍ - HB og í løtuni er veðrið bara heilt OK í Klaksvík.

Ísamband við finaluna letur Maverick Barr upp kl. 17.00.

SáH

Comments

Stór skomm, at bert ein KÍ leikari er á A-kvinnulandsliðnum

17/2/2015

Comments

 
Picture
Nú veit eg ikki um Aleksandar Djordjevic, venjarin hjá A-kvinnulandsliðnum, er fornermaður við KÍ, men tað er stór skomm, at steypavinnarnir og FM-vinnarnir fyri 2014, bert fingu ein spælara við á A-landsliðið hjá kvinnum, nú tað er úttikið.

Haldi hatta er so langt úti og skommina eigur FSF, at hetta átti at fingið fylgjur fyri báðir venjarnar á A-landsliðnum og átti teir báðir, at verið blakaðir til hús beinanvegin. Reint út sagt eitt fornermilsi fyri okkara mætu kvinnur, sum eisini hava sett verðinsrekord seinasta ár.

Hetta stendur á heimasíðuni hjá FSF og hetta er ikki ein aprílsøga:

Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic hava úttikið hópin til venjingardystirnar í Íslandi 20. og 22. februar

Sum fyrireiking til undan undankappingina hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum verður á Malta frá 4. til 9. apríl, fara føroysku kvinnurnar til Ísland seinni í hesi vikuni, har tveir venjingardystir ímóti íslendska U19-landsliðnum eru á skránni.

Fyrri dysturin verður spældur í Reykjaneshøllini fríggjadagin 20. februar klokkan 16:00, meðan seinni venjingardysturin verður í Kórinnhøllini sunnudagin 22. februar klokkan 13:00.

Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar:

Bjarta Johansen, B36.
Rakul V. Magnussen, Sigrun K. Kristiansen, Durita Hummeland, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal, Margunn Lindholm og Íðunn Magnussen, EBStreymur/Skála.
Lív Arge, Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal og Jónvá Hentze, HB.
Kára Jarnskor, Sigrid Petersen og Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur.
Monika Biskopstø, KÍ.
Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (Danmark).

Til undan undankappingina á Malta skulu føroysku kvinnurnar spæla ímóti Andorra, Georgia og Malta. Vinnarin av kappingini spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

Kelda: FSF

SáH

Comments

Sær einki út fyri finaluni íkvøld, men veðurstovan YR lovar sól

17/2/2015

Comments

 
Picture
Tók hesar myndirnar kl. 07.26 ímorgun og tá var allur vøllurin í Djúpumýrið klæddir í hvít.

Har var nógvur kavi, men veðurstovan YR í Norra lovar sól ídag, so tað er at vóna at kavin er burtur áðrenn finalan skal spælast kl. 18.00 íkvøld.  

Sjá veðurkort og myndir herundir:

Koyrá Kí

SáH

Comments

JFK eigur enn plássið á bringuni hjá KÍ

15/2/2015

Comments

 
Picture
Ein kvinna, sum stendur KÍ nær, er komin við hesari viðmerkingini til greinina í NP herundir.

Símun, tá íð tað eru vinardysrir og Kl. Kapping eru so nógvir leikarar, at vit hava brúk fyri nógvun blusum, tí brúka vit ikki JFK, tí vit eiga ikki 25 av teimun, so fyri at allir skullu vera líka, nýta vit hasar blusurnar til vinardystir, hinar blusurnar fyri 2015 vera tiknar í brúk til fyrsta landskappingardystin 01-03 2015 á Tvøroyri ímóti TB.

Takk fyri rættingina, haldi eisini at JFK blusurnar vóru nógv vakrari :) Haldi tit ikki eisini tað?

SáH

Comments

JFK burtur og Intersport inn á blusinum hjá KÍ

14/2/2015

Comments

 
Picture
Eitt ein legði merkið til í Klaksvíkskappingini, var at KÍ hevur strika JFK merkið av bringu blusunum  hjá KÍ og hevði sett Intersport á bringuni ístaðin.

Meinhard Joensen hevði tó JFK á sínari blusið, hví tað er, veit NP ikki at siga tykkum.

SáH

Comments

Myndir svimjikapping í Klaksvík tann 07. - 08. februar

7/2/2015

Comments

 
Picture
Her myndir frá svimjikappingini í Klaksvík. Úrslitini koma á síðuni seinni, sjá myndir herundir:

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly