NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Signhild Joensen úr Ægir í uppskoti til ársins ítróttanavn 2018

31/1/2019

Comments

 
Billede
​Tað eru fýra nøvn. sum eru innstillaði til ársins ítróttarnavn 2018 og tey eru Signhild Joensen, svimjing, Torkil Veyhe, súkkling, Hávard Vatnhamar, paratriatlon og Vípan (Støkk) estetiskur fimleikur.

Innstillingarnar hava hesar grundgevingar:

Signhild Joensen:
– Fyri á EM í Glasgow í august 2018 at vera einans 38 hundraðpartar, ella éina plasering, frá hálvfinaluni í 200 metra ryggsvimjing

– Fyri sítt silvurheiðursmerki í 200 rygg á 8 Trofeo Citta di Milano í mars 2018

– Fyri sítt bronsuheiðursmerki í 200 rygg á 27e Meeting International de Saint-Dizier í oktober 2018

– Fyri síni 2 gull og 1 silvur í 50, 100 og 200 rygg í opnu kappingini á Bergen Swim Festival í apríl 2018

– Signhild svam seg í 2017 við 2:14.01 í 200 rygg undir B-kravtíðina hjá FINA á 2:14.30 til OL 2020 í Tokyo, og prógvaði aftur í 2018 at hon er ein hin frægasti kandidaturin hjá føroyingum til OL 2020, við 2:14.99 á Bergen Swim Festival 2018.

Torkil Veyhe:
– Tíðliga í fjør bleiv Torkil kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í allari kappingini, tá seks daga kapingin Tour de Normandie endaði í Caen.

– Í juni fekk hann kanska sítt besta úrslit, tá hann gjørdist næstur um málstrikuna í fyrstu etapu av Ronde de l´Oise.

– Í 2018 skrivaði Torkil undir sáttmála við PRO kontinentalliðið Riwal-CeramicSpeed

Vípan:
– Estetiska unglingaliðið Vípan hjá Støkk megnaði í 2018 at gera seg galdandi á altjóða pallinum, tá tær gjørdust nr. 10 til HM í Estetiskum fimleiki, sum varð hildið í Budapest.

At gerast millum 10 tey bestu unglingaliðini í heiminum er ikki komið av sær sjálvum, tí hetta liðið hevur vant sera hart og miðvist saman síðani 2013, soleiðis at tær kunnu kappast við tey bestu úti í heimi.

– Estetiski fimleikurin kom á fyrsta sinni til Føroyar fyri knapt 15 árum síðani, og tað er at frøðast um, at vit nú eru komin hartil, at vit kunnu bjóða heimselituni av.

Hávard Vatnhamar:
– Hávard Vatnhamar hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst fram ímóti einum paratriatlon startplássi á Paralympisku leikunum í Tokyo í 2020

– Hávard er seinasta árið klatraður uppá 16. pláss á heimsrankinglistanum fyri Paratriatlon íðkarar, eina løtu í 2018 var hann á 15. plássi.

– Besta úrslit hansara í 2018 var gerast nr. 2 í world cup kapping í Magog i Kanada, men Hávard var eisini nr. 1 í Fyn Duatlon world championships, og nr 2 í FM í triatlon (ikki paratriatlon).

– Hávard er ein stór fyrimynd fyri føroyska paraítrótt, bæði við sínum kappingarvilja og sínari jaligu og professionellu tilgongd til ítróttin.

Her tíðindaskriv frá Ítróttarsamband Føroya:
Fríggjadagin 1. februar 2019 kl. 16.00 skipar ÍSF fyri tiltaki í Smæruni at avdúka Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og heiðurskjal Poul E. Petersen. Endamálið er at varpa ljós á tey, sum íðka, virka og skipa fyri í vanliga gerandisdegnum úti í ítróttafeløgunum.

Saman við heiðurskjali fáa hesi eisini eina peningaupphædd afturfyri síni avrik:

Atlantic Airways stuðlar Ársins ÍtróttaNAVN 2018 við kr. 10.000

Tórshavnar kommuna stuðlar Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 við kr. 10.000

Klaksvíkar kommuna stuðlar viðkomandi, sum fær heiðursskjal Poul E. Petersen’s við kr. 10.000

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin. Les meira her: https://isf.fo/isf-heidrar-itrottinum/

Comments

Royal Run verður í Klaksvík tann 1. juni 2019

16/1/2019

Comments

 
BilledeHesar hava gjørt sítt til at HKH krúnprinsurin Frederik kemur til Klaksvíkar tann 1. juni 2019

Leygardagin 1. juni 2019 rennur HKH Krúnprinsurin 10 km í Klaksvík. Hetta er í sambandi við Royal Run 2019, sum í ár verður skotið í gongd í Føroyum.

Í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Krúnprinsinum í mai 2018, rann Krúnprinsurin Royal Run saman við 70.000 luttakarum í fimm ymiskum býum í Danmark. Í ár verður startskotið til Royal Run renningina 2019 í Klaksvík. 

-Hetta er ómetaliga spennandi fyri allar Føroyar. Í Klaksvík eru vit sjálvsagt errin av, at tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Treysti, fær møguleikan at samskipa Royal Run. Vit høvdu vitjan av Krúnprinsfamiljuni seinasta summar, men høvdu ikki ímyndað okkum, at Krúnprinsurin fór at vera so skjótur aftur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum tó leggur aftrat, at hann undir veitsludøgurðanum í Spinnarínum spurdi, um tað ikki var ein møguleiki, at hava Royal Run í Klaksvík.   

-Góða móttøkan uttanfyri Norðoya Sparikassa, har føroyskir rennarar frá Royal Run 2018 tóku ímóti Krúnprinsafamiljuni, hevur kanska eisini havt sína ávirkan, at Klaksvík varð valt sum staðið, har renningin skuldi vera, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.  

Royal Run er ikki ein kapping um bestu tíðina, tí møguleiki er bæði at ganga og at renna. Tí er talan um eitt tiltak fyri øll, óansæð um mann er royndur rennari ella um mann bara ynskir at ganga eina enska míl, sum svarar til 1,6 km. Sostatt kunnu fólk í øllum aldri, familjur við barnavognum og fólk í koyristóli ella líknandi eisini luttaka saman við Krúnprinsinum.

-Okkara luttøka í Royal Run skal eggja øllum til at røra seg, sigur Guttorm Sørensen, næstformaður í Treysti. Hetta er eitt fantastiskt tiltak, sum eisini hevur til endamál at savna føroyingar. Vit eru mong, sum minnast Tunnilsrenningina í 2006, tá 3.200 luttakarar fóru ígjøgnum Norðoyatunnilin. Tað varð ein hátíðarløta, sum vit vóna at endurskapa við Royal Run, sigur Guttorm Sørensen.  

Royal Run verður í Danmark 10. juni 2019, og tekur átakið støðið í hugsjónini “Bevæg dig for livet”, sum er eitt samstarv millum donsk ítróttarfeløg, har endamálið er, at 75% av íbúgvunum skulu verða virkin. Hesum máli vilja vit eisini arbeiða fram ímóti, og metir Guttorm Sørensen, at Royal Run avgjørt kann birta undir, at fleiri fara at røra seg.

Meira kunning um Royal Run í Klaksvík 1. juni er at finna á facebook leinkjuni her.

Tilmelding á royalrun.dk

Comments

Signhild Joensen frá Ægir fekk mest

4/1/2019

Comments

 
Billede
Tað loysir seg at gera nakað við venjingina og tað kann Signhild Joensen staðfesta, tí í dag fekk hon mest frá úrvalsstuðlinum, sum bleiv latin í dag í ÍSF húsinum

Signhild Joensen frá Ægir fekk 189.000,00 kr. og ein annar svimjari úr Ægir fekk eisini pengar frá Úrvali og tað var Rókur Trygvason og hann fekk 59.000,00 kr.

Hesa hava eisini klára seg einastandani í 2018, so tað er fult uppiborið og nú kunnu tey satsa enn meira uppá svimjingina í 2019.

Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna sum býtti pengarnar út og hesu fingu pengar:

Svimjing:
Signhild Joensen Bólkur 2 189.000,00 kr.
Óli Mortensen Bólkur 2 163.367,00 kr.
Alvi Hjelm Bólkur 2 140.386,00 kr.
Vár E. Eidesgaard Bólkur 2 124.000,00 kr.
Rókur Trygvason Bólkur 2 59.000,00 kr.
15 úrvlssvimjarar Bólkur 3 50.000,00 kr.

Fimleikur
Astrið Nanly Breckmann Bólkur 3 50.000,00 kr.
Rebekka Ingadóttir Rein Bólkur 3 50.000,00 kr.

Frælsur ítróttur
Kastarakvinnur Bólkur 3 50.000,00 kr.
Tórur Mortensen Bólkur 2 136.000,00 kr.

Súkkling
Torkil Weyhe Bólkur 2 117.000,00 kr.

Trialhlon
Hávard Vatnhamar Bólkur 2 156.000,00 kr.

Aðalmálini hjá Úrvali eru m.a. at:
– støðið í allari føroyskari úrvalsítrótt alsamt hækkar,
– menna og stuðla serliga evnaríkum og ágrýtnum ítróttarfólkum, sum kunnu gerast úrvalsítróttafólk,
– gera tað møguligt hjá úrvalsítróttafólki at sameina ítrótt, útbúgving og arbeiði.

Hetta er sætta árið, Úrval letur stuðul. Í ár verður íalt latið 1.284.753 mió. kr. í stuðli.

​SáH

Comments

​Semir Hadzibulic: Við tárum úr eygunum sigi eg farvæl

2/1/2019

Comments

 
Billede
Hvat hendir í KÍ fyri tíðina? Nú kann eg skjótt ikki fylgja við meira, hvør rýmur frá okkara stolta felagið.

Her nøkur nøvn og eg rokni við, at eg havi gloymt fleiri, Ronni Møller Ivertsen, Pedrag Pocuca, Páll Klettskarð, Hørður Askham, Henry Heinesen, hjálparvenjarin Jákup Mikkelsen og nú stóra stjørnan á liðnum Semir Hadzibulic.

Tað lovar ikki gott fyri kappingarárið 2019. Her farvæl orðini hjá Semir Hadzibuliz og tey eru rørandi:

It is hard to find words that i could explain my feelings right now, because this day has come when i have to say goodbye to the best supporters in the World, to the most honest people in my football career. With tears in my eyes i am leaving this club and team. Thanks for this 3 beautiful years and seasons. I met great people in Faroe Islands. Again thank you for the best 3 seasons

SáH
​

Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly