NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Krista Mørkøre frá Ægir vann eina silvur og eina bronsu í Croatia Open 2016

26/1/2016

Comments

 
Billede
​Krista Mørkøre vann eina silvur og eina bronsu í Croatia Open 2016

Kroatia open er nú av, og Krista svam seg til trý heiðursmerkjapláss. Hon bleiv tíverri kolldømd fyri eitt silvur merki. Krista vann eina silvur og eina bronsu. 

Fyri Kristu var hetta ein tung kapping at koma ígjøgnum, av tí at reisan var í longra lagi, og so var hon ikki heilt væl fyri. 

Krista svam ikki upp til sínar bestu tíðir, men tó megnaði hon at svimja eitt silvur og bronsu heiðursmerkið heim.

Hon vónar at røtt venjing fer at gera hana klára til EM á Madeira sum verður fyrst í mai mánaði 2016.

Kelda: Torkil

SáH

Billede
Comments

Status áðrenn síðsta dag á RIG 2016

25/1/2016

Comments

 
Billede
Ein skjót upplisting av metum og heiðursmerkjum til nú hjá føroysku svimjarunum á Reykjavík International Games 2016.
​
Tað sær út til at føroyingarnir til nú hava sett 1 stevnumet á RIG, 5 føroysk met og 9 føroysk juniormet.

​ Hartil hava vit í opnu kappingini vunnið 4 gull, 6 silvur og 2 bronsur. Og í yngra bólkinum hava vit vunnið 2 gull, 2 silvur og 5 bronsur. Tilsamans 21 heiðursmerki. Og hartil hevur Frans Johannesen vunnið 3 gull.

JáH (y) 24.01.2016
Kelda: Svimjing.com (skrivað hevur Rókur)

Comments

​Krista Mørkøre til Croatia Open

23/1/2016

Comments

 
Billede
Krista Mørkøre úr Ægir er hetta vikuskifti í Kroatia har hon luttekur í opnari paralympiskari svimjikapping. 
Hon skal royna seg í fýra greinum, 50m frísvimjing, 100m frísvimjing, 400m frísvimjing og 100m bringusvimjing. 
Við til hesa stevnu eru mest svimjarar úr londum úr fyrrverandi Jugoslavia. 
Føroyar er einasta tjóð úr norðanlondum, men einstakir svimjarar úr Kina, Spania, Portugal eru eisini við. 
Krista hevur í morgun svomið eina kapping, har hon vann eitt silvurheiðirsmerki í 50 mtr. frísvimjing við tíðini 32.41

Orsøkin at Krista er í Kroatia, og ikki í Íslandi við liðfeløgunum úr Ægir, er at IPC skuldi eftirmeta klassifiseringina av Kristu.

Klassifisering er ein háttur at tryggja javnbjóðis og rættvísa kapping innan paralympiska heimin.
Tað gongur fyri seg á tann hátt at, ítróttarfólk verða kannaði av klassifisørum, ið kunnu verða læknar, fyrsioterapeutar ella onnur.
Tey verða eisini eygleidd í hylinum.
Síðani verða tey flokkaði í flokkar frá 1-10, fyri rørslutarnað.

Krista er klassifiserað í sterkastu bólkum í sínum svimjigreinum, so kappingin er hørð.

Kelda: ÍSB

SáH

Comments

Signhild Joensen nummar trý í 50 metur rygg í RIG 2016 og forbetraði seg heili 0.66 sekund

22/1/2016

Comments

 
Billede
Signhild Joensen frá Ægir fekk eitt flott triðja í pláss í 50 metur rygg  í Reykjavík International Games. Hon var tilmelda við tíðini 31.42 og hon forbetraði tíðina við 0.66 sekundum og hon kom á mál við tíðini 30.76.

Vinnarin gjørdist kendi danski svimjarin Mie Oe Nielsen við tíðini 30.06. Finalan verður svomin sunnudagin.

Her kunnu tit síggja úrslitini live, klikk her: RIG 2016

Stórt tillukku Signhild við góðu tíðini.

​SáH

​

Billede
Comments

Ægir, SuSvim og Reysti til RIG 2016 í Íslandi

22/1/2016

Comments

 
Billede
Svimjikappingin RIG 2016 byrjar ídag

Í gjár byrjaði altjóða ítróttastevnan Reykjavík International Games 2016, sum varar frá 21. til 31. januar, og har svimjistevnan er nú í vikuskiftinum 22. til 24. januar. Úr Føroyum luttaka eini 29 úr Ægir, Suðuroyar Svimjifelag og Reysta, og tey eru fleiri sum síggja út til at kunna taka heiðursmerki.

Ægir eru tey 14
Aimi á Lakjuni (02), Barbara Debes (00), Helga Nielsen (98), Jana B. Thomsen (00), Maibritt Niclasen (01), Rebekka Trygvadóttir (04), Signhild Joensen (00), Sólvá Sigurðsson (02), Súsanna T. Justinussen (02), Ásbjørg Hjelm (99), Alvi Hjelm (96), Denis Voropaev (00), Martin V. Sivertsen (02), Rókur Trygvason (00)

Reysti er ein luttakari
Sólveig Steinhólm (02)

 Suðuroyar Svimjifelag 14
Alisa Vestergaard (03), Brynhild Johannesen (02),Elin Christiansen (04), Lea Midjord (02), Lilja D. Jacobsen (03), Petra A. Nielsen (03), Sára R. Nysted (01), Sólrun Kjærbo (99), Eyðbjørn Joensen (96), Hugin N. Lave (01), Húni Vestergaard (99), Rani Jacobsen (01), Rói Bech (01), Róland Toftum (98)

Ægir og Reysti fóru til Reykjavíkar longu mánadagin, at venja á langgeil nú upp undir stevnuna. Og í dag koma so tey úr Suðuroy afturat, sum svimjistevnan byrjar seinnapartin.

Ein fyribils startlisti er viðfestur, sum bendir á at serliga Sára R. Nysted kann taka heiðursmerki, umframt Ásbjørg og Alvi Hjelm, Sólrun Kjærbo, Signhild Joensen, Róland Toftum, Rókur Trygvason. Hartil liggur Frans Johannesen væl fyri til at taka nøkur gullheiðursmerki, sum hevur føroysk foreldur men hevur danskan svimjitjóðskap.

Her fyribils startlistin, klikk her: RIG 2016

Her Kappingin RIG 2016, klikk her:  ​"Reykjavik International Games 2016– Swimming - Meet program"

​
Á hesari innbjóðingini síggja tit metlistan á RIG, klikk her: "Invitation"

Kelda: www.svimjing.com og Ægir Ísland

​SáH

Comments

​KÍ fær vitjan av TB í fyrsta umfarinum

19/1/2016

Comments

 
Billede
Leikskráin fyri EFFO-deildina 2016 er nú klár, og fyrsta umfar verður spælt leygardagin 5. mars.

​Føroyameistararnir byrja á heimavølli ímóti ÍF og KÍ fær vitjan av aldursforsetanum TB.

Eisini í 1. deild hjá monnum er greitt, hvussu spælt verður í ár har fær KÍ eisini heimavøll og skal møta 07 Vestur.

Fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár eru í hæddini, og um góðan hálvan annan mánaða verður hol sett á eina nýggja kapping í EFFO-deildini og í 1. deild hjá monnum.

Í EFFO-deildini verður lagt frá landi leygardagin 5. mars, tá fýra dystir í fremstu deildini eru á skránni, meðan tann fimti verður spældur sunnudagin 6. mars.

1. umfar í EFFO-deildini verður spælt soleiðis:
KÍ – TB
NSÍ – HB
B36 – ÍF
AB – B68
Víkingur – Skála (6. mars)

Í næstbestu deildini verður byrjað á Grækarismessu, leygardagin 12. mars, og har sær fyrsta umfar soleiðis út:
AB – NSÍ
KÍ – 07 Vestur
FC Suðuroy – B71
EB/Streymur – HB
Giza/Hoyvík – Víkingur

Kappingarárið 2016 verður drúgt, møguliga eitt tað drúgvasta nakrantíð. Umframt 27 umfør í EFFO-deildini og í 1. deild, eru fýra A-landsdystir, seks U21-landsdystir og fimm umfør í steypakappingini eisini á skránni. Tískil endar kappingin í fremstu deildini hjá monnum ikki fyrr enn leygardagin 22. oktober, meðan seinasta umfar í 1. deild er á skránni leygardagin 1. oktober.

Seinasta umfar í EFFO-deildini sær soleiðis:
B36 – TB
AB – Víkingur
B68 – NSÍ
ÍF – KÍ
Skála – HB

27. umfar í 1. deild:
EB/Streymur – NSÍ
Giza/Hoyvík – FC Suðuroy
Víkingur – KÍ
HB – AB
B71 – 07 Vestur

Øll leikskráin í EFFO-deildini sæst her: EFFO-deildin 2016
Øll leikskráin í 1. deild menn sæst her: 1. deild menn 2016

Kelda: www.fsf.fo

SáH

Comments

7. Umfar av Dart

19/1/2016

Comments

 
Billede
7. Umfarð í FM hevur verið í hølunum hjá Vága Dartfelag. Undirtøkan til kappingina var góð. Tað vóru 44 luttakarar í einmasleikið hjá monnum og 8 kvinnur. 21 pør í Tvímansleikið

Vinnarar í kappingini:

Einmansleikur, kvinnur:
Gunnbjørg Dam, HDF
Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy
Sólveig Skorastein, HDF
Joan Edvør Thomassen, VDF

Einmansleikur, menn:
Remy G. Hansen, Kongshavn
Bárður Olsen,HDF
Jørgen Meitelberg, HDF
Bogi H. Isaksen, KDF

Tvímansleikur:
Uni Árting & Jan Mc., HDF
Bogi Isaksen KDF & Hans Eivind Olsen, Team Sandoy
Remy G. Hansen, Kongshavn & Naldo, HDF
Ólavur Ellingsgaard & Esmar Mikkelsen, Fuglafjørður

​Hægstið útgangur: 
Menn:  Hans Emil Haraldsen við 158
Kvinnur: Gunnbjørg Dam, HDF við 101
Tvímansleikur: Uni Árting & Jan Mc., HDF við 121

Fagst pílar:
Menn: Remy G Hansen, Kongshavn við 14 pílum
Kvinnur: Joan Edvør Thomassen, VDF við 36 pílum
Tvímansleikur: Uni Árting & Jan Mc., HDF við 15 pílum

8. Umfar
verður í hølunum hjá Havnar Dartfelag, tann 6 feb.

Við dartkvøðu

Hans Eivind Olsen, miðlasamskipari hjá dartspælinum

Comments

Ægir til "Reykavík International Games 2016" ídag

18/1/2016

Comments

 
Billede
 Ídag klokkan 12.25 fara 14 svimjarar frá Ægir til Íslands við Atlantic Airways at kappast í RiG 2016. 

Ægir hevur luttikið fleiri ferðir í "Reykavík International Games" og er tað ein liður í venjingini til Føroyameistaraskapið 2016. 

Leikirnir eru í døgunum 21 - 31 januar og kappast verður í 22 ítróttargreinum. Klikk her fyri at síggja meira til leikirnar: "www.rig.is"

Norðoya Portalurin ferð at fylgja við okkara svimjarnum í Íslandi, meira um kappingini seinni í vikuni.

Vit ynskja Ægir góða eydnu í Íslandi og eru tit vælkomin at senda myndir og tíðindir til Norðoya Portalin á meyladressuni klips.fo@live.dk

SáH

Comments

​Tey eldru vunnu á teimum ungu

16/1/2016

Comments

 
Billede
Nógvir góðir menn vóru og dystaðust í Flogbóltskappingini hjá Mjølnir ídag.

Tá ið Norðya Portalurin var og vitjaði í KÍ høllini, spældi  Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø og sjálvir borgmeistarin í Klaksvík Jógvan Skorheim dyst, men liðið har Vesturi vann tann dystin og tað eydnaðist eisini teimum at vinna kappingina í 1. deild menn.

Hetta skrivar Jørgen Niclasen á sínum Facebook vanga:

Mjølnirkapping 1. Deild menn. Finalan í dag var millum SÍa og Síb. Tað eydnaðist okkum eldru at knógva teimum ungu. Settúrslit: 25-20, 20-25 og avgerandi 15-10. So gull til SÍ, silvur til SÍ og bronsa til Mjølnir.

Tillukku tit, munnu Jógvan Skorheim og Co. ikki koma sterkt aftur.

SáH

Comments

​Umskipan av fótbóltinum hjá KÍ

14/1/2016

Comments

 
Billede
Nevndin hevur avgjørt at uppraðfesta ungdómsfótbóltin í felagnum.

Beint eftir at landskappingin endaði í fjør, var farið undir at umskipa ungdóms- og áhugafótbóltin í felagnum. Ein bólkur varð settur, sum skuldi hava ábyrgd av øllum fótbólti í felagnum við undantaki av besta liðinum hjá monnum og kvinnum. 

Bólkurin fór til verka beinanvegin. Arbeitt hevur verið saman við umboðum frá nevndini og høvuðsvenjara felagsins við at gera uppskot til nýggjar málsetningar fyri ungdómsarbeiðið hjá felagnum, og at betra um fysisku karmarnar í felagnum.

Bólkurin hevur annars fyrireikað komandi kappingar ár og skipað fyri futsalfótbólti og fysiskari venjing fyri leikarar frá U14 og uppeftir í vetur. 

​Avgjørt er at gerast partur av heilsufótbóltinum hjá FSF.

Í bólkinum sita Petur í Gong høvuðsungdómsvenjari og dagligur leiðari, Jóan Pauli Jacobsen deildarvenjari, Niels Pauli Danielsen deildarvenjari, Allan Joensen deildarvenjari, Heri Ósá málmansvenjari, Hans Jacob Heinesen samskipari og Petur Martin Hansen nevndarlimur.

Vinaliga

Petur Martin Hansen, nevndarlimur við ábyrgd fyri ungdóms- og áhugafótbólti

Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag

SáH

Billede
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly