NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Allir Effodystirnir hetta vikuskiftið eru útsettir til mikukvøldið

27/9/2014

Comments

 
PictureGunnar Zachariassen
Ein lýsandi stjørna er slóknað
 
Hósmorgunin bórust tungu boðini um, at EB/Streyma- og U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariassen, hevði latið lív í eini syndarligari arbeiðsvanlukku í Havn hósnáttina.

Í slíkum stundum, tá ið nakað so meiningsleyst hendir, leita okkara tankar fyrst og fremst til tey avvarðandi hjá Gunnari, familjuna, unnustuna, liðfelagar og onnur, ið stóðu honum nær. Hjá tykkum er uttan iva eins og hjá øllum øðrum trupult at skilja, tað ið er hent. Má Harrin styrkjatykkum í hesi sváru tíð.

Gunnar Zachariassen var ein lýsandi stjørna í føroyskum fótbólti, sum tey flestu spáddu eina ógvuliga bjarta fótbóltsframtíð. Hann hevði longu væl og virðiliga gjørt vart við seg á U21-landsliðnum, har hann hevði skorað fýra mál í tólv dystum. Tey flestu mettu tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn hann eisini bleiv boðsendur til at vera við á A-landsliðnum. 

Árið í ár var bert triðja árið hjá Gunnar í føroyskum fótbólti. Hann hevur búð tað mesta av sínum barndómi í Danmark, men í 2012 kom hann til Føroya og fór at spæla við B36. Men áðrenn hetta var hann longu knýttur at føroyskum landsliðsfótbólti, tí í 2010 var hann við á U19-landsliðnum, og árið eftir var hann á fyrsta sinni við á U21-landsliðnum bert 19 ára gamal. 

Fótbóltssamband Føroya vil við hesum vísa okkara djúpastu samkenslu við tykkum, ið hava mist, og vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um bóltsnillingin Gunnar Zachariassen.

Fótbóltssamband Føroya


Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly