Serliga eitt skarar frammum hini: nýtt føroyskt met í 4x100 mix. Nýggja metið settu Heini, Líggjas, Lea O og Jóhanna við tíðini 3:50,32. Gamla metið var 3:53,85. Ægir átti eisini tað metið.
Annars kunnu vit nevna, at í samlaða stríðnum um gullheiðursmerki liggja vit í Ægir greitt á odda.
Í FM sær býtið soleiðis út, higartil:
Ægir 12 gull 💪🏊🏊💛
HS 3 gull
Susvim 0 gull
FS 0 gull
Reysti 0 gull
Vit gleða okkum longu til næstu dagarnar.
Go go Ægir
Kelda og myndir: Ægir Klaksvík
SáH



RSS Feed