Spurdi vitlíki "hvussu nógvur útlendingar eru í Føroyum 2026"?
Í Føroyum eru tað yvir 3.300 útlendingar við arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og talið á fólki í arbeiðslívinum, ið ikki eru danskir ríkisborgarar, er metstórt.
• Arbeiðs- og uppihaldsloyvi: Umleið 3.300 útlendingar hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
• Útlendingar til arbeiðis: Í august 2026 vóru tilsamans 30.211 fólk til arbeiðis í Føroyum, og av teimum vóru 2.621 útlendingar (persónar, ið sambært landsfólkayvirlitinum ikki eru ríkisborgarar í danska ríkinum).
• Heildarfólkatal: Fólkatalið í Føroyum er vaksið upp í 55.726 fólk (per 1. august 2026), og vøksturin er í stóran mun elvt av tilflyting.
Men hvønn dag koma fleiri og fleiri útlendingar inn í landi og okkara fólkavaldu gera reint út sagt einki fyri at támla tilflytingina.
Tølini eru ræðandi og Vinnuhúsið og arbeiðsgevarnir lovprísar tí, grundgevingin er manglandi arbeiðskraft og at vit fáa fleiri og fleiri útlendingar at arbeiða fyri okkum, so meira og meira kemur í teirra yvirfyltu pungar, men ein dag so eru tað fleiri útlendingar enn vit og kunnu vit tá kallað okkum "Føroyingar"?
Her má stoppa á og OKKARA fólk mugi til arbeiðis aftur og ikki bara ganga í skúla og fáa sær høg almen størv, sum lítið og einki gevur aftur til okkara land, men bert er ein ovurhonds útreiðsla. Her má javnvág í, 10% av okkara arbeiðsmegi eru útlendingar nú og um 10 ár eru tað kanska 30%, hvør veit?
Taki tykkum fyri Guds skyld saman og fái skil á okkara útlendingarpolitikki og arbeiðsmarknað, áðrenn tað er ov seint og kanska tað er ov seint nú. Setið hámark á, at ikki fleiri enn 10% av føroyingum kunnu vera útlendingar á arbeiðsmarknaðinum, fleiri og fleiri skip eru mannaði bara við útlendigum, á eldraøkinum er metstór arbeiðsfólk útlendingar, á flakavirkjunum eru fleiri útlendingar enn føroyingar, tað eru fleiri útlendingar enn føroyingar í byggivinnuni, í ferðavinnuni eru fleiri útlendingar enn føroyingar, á bensinstøðunum er næstan 100% útlendingar og ein kundi blivu við nemt økir har fleiri útlendingar eru enn føroyingar....
Nær ætla tit at stoppa?, hatta er løtuvinningur hjá arbeiðsgevarnum og tá ið alt stoppar upp, so eru tað vit sum eiga trupuleikan við øllum útlendingunum og ikki arbeiðsgevarnir, SO ER TAÐ SAGT.
Ikki bara hugsa um VINNING, hugsa eisini um FØROYAR.
Símun á Høvdanum,
ein stúrin føroyingur
RSS Feed