![]() Beint fyri kl. 18.00 ídag hendi eitt ferðsluóhapp á Helnabrekku í Klaksvík. Ein bilur, sum kom frá sambýlinum á Heygnum koyrdi beint út á Helnabrekku og rendi á gráa jeepin til vinstru og hesin rendi síðani á bilin, sum var parkaður við vegin, so tríggir bilar fingu skaða. Politi kom á staðið og løtu seinni kom eisini sjúkrabilur og koyrdi kvinnuna, sum koyrdi svarta bilin á sjúkrahúsið, men sum skilst so fekk hon ikki skaða, men var kortini koyrd á sjúkrahúsið til kanningar. SáH ![]() Í samband við triðju viðgerð av hjúnabandslógini verður tiltak á Tinghúsvøllinum leygardagin 27. mai 2017 kl. 13. Endamálið er at vísa Føroya løgtingi okkara støðu til ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, og soleiðis vísa, at vit eru samd við Føroya biskupi, tá ið hann sigur: “ Biskupur er í síni trúgv gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu.” Tiltakið byrjar við sálminum “Boðar tú til allar tjóðir,” og síðani verður kunnað um tiltakið. Tiltakið endar við, at “Faðir Vár” verður biðið í felag, og síðani verður tjóðsangurin sungin. Fyrireikararnir, ið umboða kirkjur og samkomur í Føroyum vóna, at fólk møta fjølment! ![]() Í samband við at seinna hálvfinalan ímillum NSÍ - KÍ verður leikt ídag kl. 15.00 í Runavík, letur Maverick Barr upp kl. 13.00 ídag. Bláa Bylgjan fær sjálvandi super tilboð uppá Bip og vónandi vera tað nógvir KÍ fjepparar sum støkka inn á gólvi hjá Maverick Barr, áðrenn leiðin gongur til Runavíkar. Koyrá KÍ, tað hevði verið well, um tit høvdu vunnið ídag SáH ![]() Hava hugsað um hvat tað er, sum fær fólk til at blíva so destruktiv, sum henda samgongan nú einaferð er, at vilja sora fiskivinnuna sundur nú hon koyrir betur enn menn vita um. Hesi 17 sum sita í samgongu kundu farið í søguna, sum tey ið gjørdu tað møguligt at endurnýggja fiskiflotan, men tey velja heldur tað øvuta, skilji tann sum skilja vil. Her verður tosað um samgonguna sum eina homogena eind men tað er nú ikki heilt rætt, tí har eru tvær suðuroyar hetjur, sum hava sæð ljósið, teir sóu úlvin sjálvt um hann var í "fåre klæder" sum danskarar siga, og fingu bjargað sínum upp á turt, men hvar eru norðoyar tingfólkini sum eru í samgonguni í øllum hesum. Hvussu kann tað vera at teir har suðri kundi síggja at uppskoti í verandi líki fór at verða ein vanlukka fýri teirra øki, og okkara samgonguumboð halda at tað er super, at vit sum sigla hjá J.F.K koma at missa hýruna og har við livið – breyðið hjá okkara familjum. Hava tey sæð seg ill inn á J.F.K ella hvat, vit standa spyrjandi? Tað eru 64 familjur kring alt Føroya land sum fáa sína árligu inntøku umborð á Gadus, tað vil siga 2 heilar manningar. Hetta letur seg gera, tí vit hava tað kvotu sum vit nú einaferð hava, og tí kunnu vit hava eitt familju lív. Um kvoturnar verða skerdar sum landsstýrið vil er ikki pláss fyri 2 manningum og teir sum verða eftir mugu sigla so at siga hvønn túr fyri at fáa tað at hanga saman. Hví fara aftur til slupp tíðina tá aðrir møguleikar eru? Annars so sær tað út til at fiskimálaráðharrin hevur sitið og roknað út hvussu nógv hvørt skipið skal hava fyri at klára seg, fyri síðan at geva hvørjum aktøri so mikið at hann akkurat yvirlivir ella helst doyr, tí eitt er givið, ongin yvirlivir við bert 20% av einari Barentshavs kvotu, og als ikki um tú hugsar um at byggja eitt nýtt skip fyri 280 mil., sum er prísurin fyri eitt slíkt. Nú rentan er søguliga lág, og skipasmiður kring heimin hava lítið at gera, so hevði tað verið ein gyltur møguleiki at bygt nýtt, men nei tað skal ikki vera, vit skulu sigla við okkara gomlu dangum til alt steðgar av sær sjálvum, stendur tað til hetta landsstýrið. Listi okkum at sjá, hvussu nógv kemur í landskassan tá. Manningin á Gadus |
Greinar
April 2018
|