NP
  • Heim
    • Vinna
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
  • Ymiskt
    • Politikkur
    • Ítrottur
    • Bloggurin
    • Kunngerðir
    • Tónleikur
  • Jokes
  • Kontakt

Norðoya portalurin

Billede
Norðoya Portalurin - Tí vit vilja so gjarna vera øðrvísi enn hinir ..!
Billede

Hoydalar

30/3/2017

Kommentarer

 
Billede
​Mentamálaráðið eigur bygningarnar hjá Glasi í Hoydølum og varðar av økinum fyri Føroya Landsstýri.

Um stutta tíð flytir skúlin við øllum sínum virksemi í nýggja bygningin hjá Glasi í Marknagili.

Eins og flest onnur hevur Mentamálaráðið vitað hetta leingi, og tí eru longu komin ymisk hugskot á borðið um, hvat hesin vakri og søguríki bletturin, henda perlan mitt í Føroyum, skal brúkast til í framtíðini. Støða er ikki tikin til spurningin enn.

Áðrenn endalig støða verður tikin, fer Mentamálaráðið við hesum at lata almenn og privat fáa høvi at senda inn uppskot um, hvussu tey kundu hugsað sær at gagnnýtt økið.

Uppskotini skulu verða ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flest borgarum at gagni. Fyri at tryggja, at álvari er handan innkomnu uppskotini, skal verkætlanarlýsing og fíggingarleistur fyriliggja.
Uppskotini skulu sendast inn umvegis teldupost mmr@mmr.fo og verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 1. august 2017.

Mentamálaráðið tilskilar sær rætt at brúka burtur úr innkomna tilfarinum, at seta tað saman á ymiskan hátt, ella at vraka innkomnu uppskotini.  

JáH (y) 30.03.2017
Kelda: Løgtingið

Kommentarer

Amerika kannar ákærur um dráp av vanligum borgarum í Irak

25/3/2017

Kommentarer

 
Billede
Ein talsmaður úr Amerika sigur, at eftir luftálopini á Mosul, Irak - hava áleið 200 vanligir borgarar latið lív og tað skal nú kannast - fyri at fáa greiðu á støðini.

Fyri kortum varð Forsetin úr Irak á vitjan í Amerika og tosaði við Donald J. Trump, har hann ímillum annað segði, at hann roknaði við at núverandi Forsetin fór at gera meiri í Irak enn fyrrverandi Forsetin Barack Obama.

JáH (y) 25.03.2017

Kommentarer

Hoyvíkssáttmálin og felags áhugamál fyri á fundi í Reykjavík

25/3/2017

Kommentarer

 
Billede
​Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag hitt íslendska starvsbróður sín, Guðlaug Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir handilin millum Føroyar og Ísland við støði í Hoyvíksáttmálanum. Poul Michelsen legði dent á, at neyðugt er við betri handilsliga javnvág landanna millum.

Ósemjan um lodnufiskiskap, forðingarnar at útflyta føroyskan heilivág til Íslands og loyvi at kumulera vørur í Føroyum at selja til Íslands vórðu viðgjørdar.

“Tað er avgerðandi, at Hoyvíkssáttmálin livir upp til endamálsorðingina soleiðis, at sáttmálin gagnar báðum londum. Samstarvið landanna millum tolir ikki stóran ójavna í handilsviðurskiftunum ” segði Poul Michelsen á fundinum.

Guðlaugur Þór Þórðarson var jaliga sinnaður og bað um nakað av tíð at viðgera føroysku ynskini politiskt. Semja varð um at taka málið upp aftur seinni í ár – møguliga tá ráðharrarnir hittast í Føroyum í mai.

Eisini umrøddu Poul Michelsen og íslendski starvsbróðir hansara føroysku ætlanirnar at gerast limur í EFTA handilsfelagsskapinum, og um arbeðið at tryggja Føroyum fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Guðlaugur Þór Þórðarson endurtók, at Ísland framvegis stuðlar Føroyum á hesi kós.

Nú Bretland formliga byrjar tilgongdina at fara úr ES í næstu viku, tosaðu Poul Michelsen og Guðlaug Þór Þórðarson eisini um tær felags avbjóðingar og møguleikar, sum í tí sambandi eru fyri framman.

Í gjár var Hoyvíkssáttmálin eisini til viðgerðar á fundi millum Poul Michelsen og Þórdís Kolbrún R. Gylfadóttir, ferðamála-, ídnaðar- og nýskapanarráðharra, tá tey høvdu fund um vinnumál av felags áhuga. Millum annað greiddi íslendski ráðharrin frá hvussu íslendskir myndugleikar royna at loysa tær avbjóðingar, ið standast av nógv øktu ferðavinnuni í Íslandi.

Kommentarer

Løgmaður svarað fyrispurningi um leka

25/3/2017

Kommentarer

 
Billede
​Trúnaðarupplýsingar: Heðin Mortensen, tingmaður, fær eina umbering frá Anfinni Kallsberg, fyrrverandi løgmanni.

Løgmaður hevur ikki í hyggju at taka serstøk stig til at fáa fram í ljósið, hvat hendi í einum máli um trúnaðarupplýsingar í ár 2000. Tað svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað í einum § 52a fyrispurningi frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni.

Málið snýr seg um eina kæru tann 16. februar í 2000 til løgtingsins formansskap, har Heðin Mortensen,  sum tá var næstformaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, varð lagdur undir at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting.

“Mítt starv er fyrst og fremst at samskipa og at hava eftirlit við landsstýrismonnunum, sum nú sita. Í sambandi við fyrispurningin havi eg kortini tosað við Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, um málið. Í hesum sambandi heitti fyrrverandi løgmaður á meg um at gera sær tann beina at bera fram eina umbering til spyrjaran, tí hann fyri 17 árum síðan av órøttum ákærdi spyrjaran fyri at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting. Fyrrverandi løgmaður visti ikki og kundi heldur ikki ímynda sær tá, at hesin lekin kom frá landsfyrisitingini sjálvari,” svarar løgmaður millum annað.

Lesið svar løgmans her

UM SKRIVLIGAR FYRISPURNINGAR SAMBÆRT § 52A Í TINGSKIPANINI

Løgtingslimir kunnu sambært § 52a í tingskipanini seta landsstýrisfólkunum og løgmanni stuttar skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti. Hesir skulu verða svaraðir í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn, ella skal við skrivligari grundgeving boðast frá, at spurningurin verður ikki svaraður. Hesir spurningar verða ikki viðgjørdir í tinginum.

JáH (y) 25.03.2017
Kelda: Løgtingið

Kommentarer

Ikki nemt at blíva piparsveinur

22/3/2017

Kommentarer

 
Billede
Ídag blívur flogskiparin Jógvan Eli á Høvdanum 30 ár og kann nú kallað seg piparsvein.

Vinirnir hjá honum hava í "dagens anledning" sett hesar piparbússir upp á Posthúshjørninum í Klaksvík.

Vit á Norðoya Portalinum fara at ynskja Jógvan Eli á Høvdanum tillukku við degnum og vónandi fært tú ein super dag.

​Nú vita so øll í Føroyum, at tú ert ein piparsveinur.

SáH

Kommentarer

Summardáin í nýggj hølir á N.P.Gøtu

21/3/2017

Kommentarer

 
Billede
Í morgin kl. 10.00 letur Summardáin upp í nýggjum og snotuligum hølum á N.P.Gøtu 10, har gamla Brugsan var.

Norðoya Portalurin var og vitjaði ídag og tá vóru allar systarnar í fult sving, við at seta vørur á hyllarnar og tær stríddist við síðstu fyrireikingarnar til stóra dagin ímorgin.

Sigast skal, at hesi hølini eru munandi betur og størri enn hølini sum Summardáin hevur húsast í og eru systarnar saman við Petur Hans Poulsen komin sera væl frá at pynta og útstilla nýggja handilin, vøruúrvali er stórt og fjølbroytt, so tað er heilt sikkurt ein vitjan verd.

Upplatingartíðirnar hjá Summardáini eru hesar:
Mánadag - Hósdag kl. 10.00 - 17.30
Fríggjadag 10.00 - 18.00
Leygardag 10.00 - 14.00

Vit ynskja Signy og Petur Hans hjartaliga tillukku við nýggju hølinum og alt tað besta í framtíðini.

​SáH

Kommentarer

David Rockefeller er deyður

21/3/2017

Kommentarer

 
Billede
David Rockefeller er deyður - 101 ára gamal. Hann doyði ígjár av hjartatilburði í heimi hansara í New York.

David Rockefeller varð yvirhøvdið fyri Rockefeller konsernina, sum roknast at vera ein hin ríkasta familjan úr Amerika.

Hann varð føddur í 1915 og varð sonur til John D. Rockefeller (yngra) og abbasonur til John D. Rockefeller (eldra).

John D. Rockefeller (eldri) roknast við at vera tann fyrsti amerikumaðurin sum varð dollaramilliardingur og bleiv í sínari tíð kosin at vera tann ríkasti maðurin í heiminum.

JáH (y) 21.03.2017

Kommentarer

Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð: Vit stuðla verkamannafeløgunum

20/3/2017

Kommentarer

 
Billede
Tá ið Fólkaflokkurin tók við leiðsluni í Klaksvíkar Býráð í 2009, lá Kósavirkið stilt. Hetta var fíggjarligur smeitur fyri kommununa. Vit kunnu ikki góðtaka, at sitandi stjórn ætlar at fremja átøk, ið tekur grundarlagið undan virkseminum í Klaksvík.

Tí stuðla vit heilt og fult sjónarmiðunum hjá okkara verkamannafeløgum.

Mikudagin 8. mars sendu verkamannafeløgini í Norðoyggjum skriv út, har tey m.a. søgdu: Verður uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan samtykt, er stórur vandi fyri, at hundraðtals arbeiðspláss í Norðurøkinum fara at hvørva um heilt stutta tíð.

Tí vilja vit við hesum heita á politiska myndugleikan – og fyrst og fremst á tingmenn í Norðoyggjum, um at steðga ætlanini hjá landsstýrinum”. Víðari siga tey: “Vit hava tvær ferðir seinastu 25 árini upplivað, at virkið hevur staðið stilt, og tað er ein støða, sum vit ikki ynskja at uppliva aftur.”

At tilverugrundarlagið í Føroyum er fiski- og alivinnan, má vera hvørjum føroyingi púra greitt. Norðoyggjar hava alla seinastu øld verið tætt tengdar at broytingunum í fiskivinnuni. Hetta hevur givið okkum góðar uppgangstíðir eins væl og álvarsligar niðurgangstíðir. Hóast viðurskiftini hava verið óstøðug, hava vit altíð átt dugnalig vinnulívsfólk, ágrýtnar sjómenn og áhaldandi arbeiðsfólk, sum hava starvast í fiskivinnuni.

Somuleiðis hava vit í Klaksvík altíð upplivað tætt samstarv millum verkamannafeløgini og arbeiðsgevarar. Feløgini hava havt góð arbeiðspláss til limir sínar sum hægstu raðfesting. Báðir partar hava havt stóra virðing hvør fyri øðrum. Um hetta ikki var, høvdu vit ikki havt so sterkan búskap í Norðoyggjum, sum allar Føroyar hava notið gott av.

Ynsktu skriv frá samdum býráð
Vit høvdu ætlað, at eitt samt býráð skuldi senda skriv út, har vit, uttan mun til politiskan lit, stóðu saman um okkara verkamannafeløg og arbeiðspláss. Semja fekst ikki um tað, hóast fleiri av ætlaðu átøkunum í Fiskivinnunýskipanini tykjast at hótta tilverugrundarlagið í Norðoyggjum. Tíverri var ikki politiskur vilji til hetta.

Vit eru greið yvir, at tíðin rennur undan og 1. januar nærkast. Hóast hetta, so meta vit ikki vera rætt, at eitt so álvarsamt mál, sum rakar allar føroyingar, á ein ella annan hátt, ikki varð sent til hoyringar, áðrenn tað varð latið løgtinginum. Hetta sýnist at vera ein taktikkur fyri at geva teimum, ið virka í vinnuni minni umhugsanartíð áðrenn niðurstøðan er kend og fyri at fáa átøkini ígjøgnum.

Vit fara at heita á tingfólkini í landnyðringsøkinum og somuleiðis á øll løgtingsfólk um at lurta eftir fakligheitini og teimum sum nústani verða hoyrd.

Latið vera við at samtykkja Fiskivinnunýskipanina í verandi líki, eftir at tit hava fingið so nógvar greiðar áheitanir og ávaringar.

Klaksvík 18. mars 2017
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð
Gunvá við Keldu
Atli S. Justinussen
Beinir Johannesen
Herfrí J. Sørensen

Kommentarer

Menniskju verða frelst og grødd

16/3/2017

Kommentarer

 
Billede
Tíðindaskriv:​

​Um vikuskiftið fáa føroyingar eina rættiliga forvitnisliga vitjan, tá danin Hans Berntsen kemur hendavegin.

Hans Berntsen er ein vanligur maður, sum í síni tíð var stjóri hjá bilafyritøkuni Volvo í Danmark. Hann hevur haraftrat fingið ta andaligu gávuna at biðja fyri fólki sum hava tørv á forbøn til likams og sálar. Tey seinastu mongu árini hevur hann tí bert ferðast runt og hildið frelsu og grøðingarmøtir.

Nú hann vitjar í Føroyum fer hann at hava fleiri møti, har boðið verður til frelsu og grøðing – alt undir skipaðum viðurskiftum.
- Eg veit av royndum, at øll sum tað verður biðið fyri, fáa nakað gott burturúr tí. Eg vil tó leggja dent á, at tað er ikki nøkur serlig megi í mínum hondum, men hjá Gudi er alt gjørligt. Tí kann eg við stórari frímóð biðja fyri øllum fólkum, sigur Hans Berntsen. 
Vitjað verður í Vági, á Viðareiði, í Klaksvík og í Havn. Hans Berntsen fer av aftur landinum mikudagin.

GUDS KÆRLEIKI

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hans Bernsen vitjar í Føroyum. Hann hevur verið her fleiri ferðir áður, eins og hann hevur vitjað í fleiri ymiskum heimspørtum.

Nú eru tað so hesi fýra støðini í Føroyum sum hann vitjar. Møtirøð hansara byrjar fríggjadagin við møtum í Frelsunarherinum í Vági, - fyri monnum kl. 9:30 og um kvøldið kl. 21 við almennum møti á sama staði.

Leygarkvøldið fer hann allan vegin norður til Viðareiðis, har møti verður í skúlanum í bygdini kl. 19:30.

Sunnukvøldið kl. 18 verður møti í Soli Deo Gloria í Klaksvík og mánakvøldið kl. 19:30 í KFUM/K í Klaksvík. Seinasta møtið á hesum sinni verður í Oasuni í Hoyvík týskvøldið kl. 19:30.


Hans Berntsen gleðir seg til at vitja oyggjar okkara enn einaferð.


- Møtini verða hildin, við tí fyri eyga at boða Guds kærleika, og um, hvussu gleðiboðskapurin kann broyta og grøða menniskju gjøgnum persónliga forbøn, verður sagt.
​

Útlendskir miðlar hava víst hesum møtum ans. Millum annað hevur Danmarks Radio havt sendingar við honum, har teir hava tosað við Hans Berntsen og við fólk sum hann hevur biðið fyri – og sum eru vorðin frísk, eisini við vísindaligum prógvum.

Kommentarer

Danskarar vilja ikki hava innflytan av muslimum

15/3/2017

Kommentarer

 
Billede
BT hevur gjørt eina kanning, sum vísur á at tveir útav trimum danskarum ikki vilja hava innflytan av muslimum.

Tað er ein øking uppá 10 %, samborið við 2015, veit also BT at siga frá.

JáH (y) 15.03.2017

Kommentarer
<<Forrige
    Billede

    Greinar

    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    September 2014
    August 2014
    Juli 2014
    Juni 2014
    Maj 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Februar 2014
    Januar 2014
    December 2013
    November 2013
    Oktober 2013
    September 2013
    August 2013
    Juli 2013
    Juni 2013
    Maj 2013

    RSS-feed

Proudly powered by Weebly
  • Heim
    • Vinna
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
  • Ymiskt
    • Politikkur
    • Ítrottur
    • Bloggurin
    • Kunngerðir
    • Tónleikur
  • Jokes
  • Kontakt
✕