NP
  • Heim
    • Vinna
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
  • Ymiskt
    • Politikkur
    • Ítrottur
    • Bloggurin
    • Kunngerðir
    • Tónleikur
  • Jokes
  • Kontakt

Halfway-House aftur á banan!

24/8/2015

0 Kommentarer

 
Picture
Tá ið ein fer í viðgerð - so tekur hetta, sum oftast 4 - 6 vikur. Ein kann velja, at fara í viðgerð á Bláakrossheimi ella Heilbrigdi. Í báðum støðunum fær tú ymisk amboð, at arbeiða við - tá tú kemur út. Men faktist tá tú kemur út úr eini viðgerð, so stendur tú á berum. Tú verður noydd/ur at finna útav tí sjálv/ur og har er also ongin góða mamma. Tú ert nú tín egni harri. Tú kanst velja, at ganga til A.A. fundir (sum Heilbrigdi melur til) ella tú kanst velja at umskapa títt lív soleiðis - har rúsdrekka/rúsevnir ikki er ein partur av tínum lívið longur. Men tað er ikki bara bara, at halda seg frá fløskuni, skal eg siga tykkum.

Tí leggi eg eisini framm, at politikara leggja framm eina skrá, sum setur tann edrúa alkoholikari í hásæti. Hetta kann ein nemliga gera lætt & bíligt. Tað einasta, sum krevst er eitt Halfway-House, sum er eitt hús - har tann edrúi alkoholikari búðleikast - eftir at ein hevur verið í viðgerð. Húsið skal sjálvandi fíggjast av landinum, men matur keypa tey sjálvi, sum búgva har. Tað ger so tað, at tann edrúi alkoholikarin hevur betri kjansir, at fóta sær, tá ið hann/hon koma út.

Hetta riggaði sera væl í Havnini í 80'inum (hevur latið meg fortalt) og mong teirra, sum búðu í Halfway-House - er edrú tann dag í dag. Og um Landið fíggjar ein tílíkum projekti sum hesum - so vinnur Landið tað beinavegin inn aftur. Lat onga iva vera um tað. Tá fær Landið nemliga ein persón, sum kann brúkast aftur í samfelaginum og eftir at ein hevur búð í nakrar mánaðir í Halfway-húsinum, so fer ein í gongd aftur við lívið. Tá hevur ein megna at fóta sær og kann ein tískil hjálpa til ókeypis á
Halfway-húsinum. Og tað veit eg, at ein fegin vil gera - tá ið ein nevniliga hevur fingið lívið hjá sær aftur.

So saman-um tikið - so krevst eitt hús við hita & streymi. Tað eru ikki stórar peningaliga upphæddir vit tosað um - men so sanniliga nakað, sum hjálpa kann mongum familjum kring Føroya knøtt. Eitt Halfway House er stutt sagt eitt hús, har alkoholikara hjálpa hvørjum øðrum - og kann hetta eisini vera við til at spara landinum eina rúgvu av peningi.

Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri


0 Kommentarer

    Greinar

    Februar 2018
    Oktober 2017
    Marts 2017
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Juni 2014
    April 2014
    Marts 2014

    RSS-feed

Proudly powered by Weebly
  • Heim
    • Vinna
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
  • Ymiskt
    • Politikkur
    • Ítrottur
    • Bloggurin
    • Kunngerðir
    • Tónleikur
  • Jokes
  • Kontakt
✕