Síðan samkoman Soli Deo Gloria keypti bygningin á Stangavegnum fyri nógvum árum síðan, hevur ætlanin verið at lata upp umsorganarheim fyri fólki við víðfevnandi sosialum trupulleikum, og nú er tann dreymurin loksins vorðin veruleiki.
Eftir drúgt og áhaldandi arbeiði í mong ár, varð endaliga samstarvsavtalan millum stigtakararnar, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu beint fyri jól, og nú flyta fyrstu búfólkini inn. Sjálvsognarstovnurin Soli Deo Gloria eigur og rekur umsorganarheimið við rakstrarstuðli frá Klaksvíkar kommunu og Almannaverkinum, sum í 2018 hava játtað ávíkavist 1,8 og 2 milliónir krónur.
Í samband við upplatingina bjóðaði Umsorganarheimið í dag til almenna móttøku, har landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH og Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, vóru millum røðararnar. Harumframt var vakur sangur og ábit á skránni.
Øll hugleiddu tey um stóra týdningin, Umsorganarheimið Gloria hevur og fær, bæði fyri búfólkini og fyri samfelagið sum heild, tí fjølbroytt bústaðartilboð, sum samanlagt nøkta tann fjølbroytta og skiftandi tørvin í samfelagnum, hava alstóran týdning fyri trivnaðin og vælferðina í føroyska samfelagnum.
Stórur áhugi fyri plássunum
Umsorganarheimið Gloria er bústaðartilboð við átta plássum. Fríbjørg Michaelsen er leiðari á heiminum, og afturat sær hevur hon eitt væl samansett og útbúgvið starvsfólkatoymi. Fleiri umsøkjarar hava longu víst plássunum áhuga, og fyrstu búfólkini flyta sum nevnt inn mánadagin 5. mars.
Fólk, ið ynskja búpláss á umsorganarheiminum, kunnu venda sær til Gloria á telefon 256507 ella avvarðandi heilsumyndugleika, fyri at fáa hjálp til umsókn.
Niðanfyri endurgeva vit røðurnar hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í NBH og Beintu Klakstein, forkvinnu í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir.
Røðan hjá borgarstjóranum:
Góðan dag, øll somul
Nógv góð orð eru longu søgd um, hvussu stór hendan løtan er.
Týdningurin av hesum tilboðnum er ómetaliga stórur, og brikkarnir í hesum puslispælinum eru óteljandi nógvir.
Men við hvørt kunnu vit best lýsa tað stóra og týdningarmikla ígjøgnum tað einfalda og lætta.
Til dømis kom eg at hugsa um eina ferð, tá Peter Plys spurdi vinmannin hjá sær Grísling, hvør dagur tað var.
- Hvør dagur er tað í dag?
- Tað er í dag, svaraði Gríslingur.
- Mín yndisdagur!, segði Peter Plys.
So eg sigi sum Peter Plys – í dag er mín yndisdagur!
***
Plússpætur ella Palli Pumm, sum hann verður kallaður á føroyskum, hevur í skjótt 100 ár verið millum væl umtóktu barnabókafigurarnar í heiminum.
Men hann hevur eisini nógv gullkorn at bjóða okkum vaksnu.
Hann dugir at síggja stóru gleðina í teimum smáu tingunum, og tí kann hvør dagur vera hansara yndisdagur.
Hann veit, at við hvørt fylla tey minstu tingini mest í hjartanum.
Og so er hann ein ómetaliga góður vinur, sum vísir umsorgan og næstrakærleika í øllum lutum.
Og júst tí helt eg tað vera uppá sítt pláss at hava Plússpætur við til hetta høvið.
***
Um enn søgan um hetta umsorganarheimið ikki er heilt líka gomul, sum søgan um Plússpætur, so hevur hetta sanniliga verið ein dreymur í nógv, nógv ár.
Eg veit, at hetta longu var ætlanin, tá samkoman Soli Deo Gloria av fyrstan tíð keypti hendan bygningin, men ætlanin bar ikki á mál í fyrsta umfari.
At fleiri ár og royndir afturat skuldu ganga, áðrenn vit nú endiliga bóru á mál, vitnar um ein ómetaliga stóran og ótroyttiligan vilja.
Góðu tit, sum í so nógv ár hava stríðst og trúð uppá hesa verkætlanina.
Takk fyri, at tit ikki góvu upp.
Takk fyri, at tit, saman við umsitingunum hjá bæði kommunu og landi, hildu áfram at berjast fyri hesum glorverdiga endamálinum.
Tit hava gingið undan í hesum fantastiska samstarvinum, sum eisini er eitt frálíkt dømi um, hvussu stigtakarar, land og kommuna kunnu lyfta í felag, har tørvur er á tí.
So góðu tit øll, túsund takk og hjartaliga til lukku á hesum stóra degi, mínum yndisdegi.
***
Eg lati Plússpætur eiga míni seinastu orð, tí tryggleikin og blíðskapurin í honum endurspeglar onkursvegna alt tað, sum Umsorganarheimið Gloria stendur fyri og bjóðar sínum búfólki.
Eina ferð spurdi Gríslingur:
- Vit fara altíð at vera vinir, ha?
- Uppaftur longri enn tað, svaraði Plúss.
“Um tað nakrantíð kemur ein dagur, har vit ikki longur eru saman, so skalt tú minnast til hetta:
Tú ert djarvari enn tú heldur, sterkari enn tú sært út, og klókari enn tú veist.
Men tað mest umráðandi er, at sjálvt um vit ikki eru saman, so fari eg altíð at vera hjá tær.”
Blíðan byr, øll somul og Harrans ríku signing.
Takk fyri.
Røðan hjá nevndarforkvinnuni:
Góðan dagin
Eg fari fyrst at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku, tí hetta er ein stórur dagur.
Ein dagur har vit kunnu vera stolt av, at vit í Klaksvík nú hava eitt umsorganarheim.
Eina heilt serliga heilsan vil eg tó bera tær Fríðbjørg, tykkum starvsfólkum og Samkomuni Soli Deo Gloria.
Saman við handverkarunum hava tit gjørt eitt megnar arbeiði við at fáa hetta klárt til hendan dagin.
Sum tit so væl siga tað í tykkara faldara, so er vónin, at búfólkið fer at síggja Gloria sum sítt trygga og umsorganarfulla heim.
Her verða tey sædd sum heil menniskju, við likami, sál og anda.
Útfrá hesum skilji eg, at tykkara menniskjasýn er grundað á, at øll menniskju eru serstøk og hava stórt potentiali og royna eftir besta førimuni at klára seg við teimum fortreytum, tey nú einaferð hava.
Tá ið eitt menniskja ynskir búpláss her á Gloria, so merkir tað, at viðkomandi ynskir eina broyting í sínari tilveru.
Í flestu førum er talan um eina broyting til betri umstøður, enn viðkomandi hevði frammanundan.
Tað at ynskja og vilja broyting til tað betra, er eitt eyðsæð tekin um styrki hjá tí einkulta.
Og hetta leiðir meg aftur til menniskjasýnið, sum er so týdningarmikið í øllum arbeiði, sum umfatar menniskju.
Tað nyttar at gera sítt besta fyri onnur menniskju og øll menniskju hava týdning og hava nakað at bjóða.
Sum starvsfólk ræður tað um at hava hjartarúm og at hava hjartað við.
Og tað hava tit, sum skulu vera um búfólkið. Tað merki eg á tykkum.
Men tit, sum skulu arbeiða her, hava eisini fakliga førleikan, sum ger tykkum før fyri at stuðla hesum menniskjum á ein skynsaman hátt.
Og fakligheit er týdningarmikil.
Tí nettupp tað at stuðla á ein skynsaman hátt, gongur lættari, tá tit vita, hvat tit tosa um.
Saman við búfólkunum fara tit nú at skapa sambond, sum eisini eru við til at menna tykkara fakligheit enn meira.
So alt í alt eri eg vís í, at hetta tilboðið er ein win/win støða fyri bæði búfólk og starvsfólk, sum saman kunnu læra av hvørjum øðrum og harvið fáa eina uppaftur betri framtíð.
At enda vil eg siga, at tað hevur verið gevandi at umboða Klaksvíkar Kommunu í tilgongdini til hetta virksemi.
Eg havi merkt, at tit veruliga brenna fyri hesum og ynskja hetta.
Sum býur eiga vit at taka okkum av øllum okkara borgarum, og Gloria fer at gera Klaksvík til ein betri bý, har pláss er fyri øllum.
Takk fyri, at eg sleppi at hátíðarhalda hesa løtu saman við tykkum.
Eg ynski tykkum góðan arbeiðshug og Guðs Signing.
Takk fyri
Kelda: Klaksvik.fo
SáH
RSS Feed