NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vika sex 2018

2/2/2018

Comments

 
Billede
​Tá ung kenna síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.

Í døgunum 5. til 9. februar ferðast tiltakið Vika sex 2018 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.

Evnið er “Mynd krevur samtykki”, tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tískil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í.  
 
Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum. 

Á tiltøkunum verður, umframt stuttir fyrilestrar frá serfrøðingum, høvi at fáa eitt prát við fakfólk. Eisini verður høvi at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er aktuelt fyri átakið “Mynd krevur samtykki”, kynslív og kropp yvirhøvur.

SKRÁ
  • Hvat er samtykki?          Katla Heðinsdóttir, heimspekingur
  • Hvat sigur lógin?            Mariann Reinert, politistur
  • Sálarligar avleiðingar     Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, BVS


NÆR OG HVAR
Mánadagin 5. feb. Glasir (hølini hjá Dansifrøi) kl. 10.00 – 11.30
Týsdagin 6. feb.   Miðnám í Vestmannakl. 10.30 – 12.10
Mikudagin 7. feb. Klaksvík (á Tekniska skúla)kl. 09.50 – 11.20
Hósdagin 8. feb.   Miðnám í Suðuroy    kl. 11.55 – 13.25
Fríggjadagin 9. feb.Miðnám í Kambsdalikl. 08.10 – 09.40

Vegna fyriskipararnar

Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Sig frá!

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.