NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ummæli: Framúr gott Filmskvøld av Klippfisk

28/4/2014

Comments

 
Picture
Tá undirritaði fór at hyggja, saman við konuni, eftir "Klippfisk á Ferð" visti ein ikki ordiliga hvussu kvøldið fór at útfolda seg. Ein visti ikki, um filmarnir fóru at vera ov kunstnaristiskir - ella um "hvør" filmur fór at vera ov langur at hyggja eftir. Men so varð ikki - tí sjálvt um vit hugdu eftir 8 filmum uppá eingang, so varð tað ein sonn frøði at hyggja eftir hvørjum tí evig einasta filmi.

Serliga filmurin "Munsch hjá Jónfinn Stenberg" varð serstakiliga stuttligur - men eisini filmur " 
John hjá Julia í Kálvalíð" varð stuttligur og áhugaverdur. Ikki skal eg ei heldur gloyma at nevna "Eg hjá Nóllywood '13" sum varð eitt nummar fyri seg sjálvan. Teir meira seriøsu filmarnir vóru "Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá", "Paint hjá Nóllywood '13", "Ljós hjá Daniel Jensen" og "Eina hjá Andrias Høgenni". 

Kanska stendur tú enn spyrjandi: "Átta filmar ..? Verður tað ikki heilt ótrúliga leingi ..?" Jú - tað verður tað. Tiltakið í Havn vardi í góðar 3 tímar, og eftir mínum tykki, so varð tað ov leingi uppá eingang - sjálvt um tiltakið varð serstakiliga gott. Eg fekk eisini tað hugskot, ímeðan eg hugdi, at 4 filmar kundi verið vístur ísenn og so kundi tiltakið havt navnið: "Klippfisk á Ferð, Part 1" og so víst "Klippfisk á Ferð, Part 2" eina aðru ferð. Og eg hevði stadivekk goldið 90 kr fyri tiltakið og so hevði tað vart í 1 ½ tíma, sum er bara passaligt fyri eitt "filmskvøld". 

Men alt í alt so varð tiltakið væl kryddra saman við seriøsum & skemtingarsamum filmum - og ein fór absalutt ikki keddur avstað frá Havnar Bio. So um tit ivast - so ivast ei longur, men far avstað og hygg eftir "Klippferð á Ferð". Tað verður ein ferð, sum tú seint fer at gloyma.

Sí heimasíðu hjá Klippfisk www.klippfisk.fo nær næstu sýningar verða.

JáH (y) 29.04.2014


Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.