Filmurin er væl settur saman, og søgugangurin er eisini ok - men fer filmurin eitt sindur við síðurnar av. Tí ber til at blanda álvara & skemt saman, soleiðis sum tey hava gjørt í filminum ..? Dóttur voldtekur pápan ella søgan um at konan bugar mannin, har maðurin ei heldur fær nakra respekt frá soninum ..?
Tí hetta eru evnir, sum er sera sver at gera "grin" burturúr í Føroyum, men hevði ein danskari gjørt júst sama stuttfilm, so høvdu heilt sikkurt fleiri føroyingar flent eftir stuttfilminum "Ímeðan vit bíða eftir Jallinum". Og tað merkir, at vit føroyingar kanska ikki ordiliga tora at flenna har ein ikki eigur at flenna - ella kanska eru hetta evnir, sum ein ikki eigur at taka upp ..?
Sjálvur standi eg eftir sum eitt spurnartekin, tí eg veit ikki ordiliga um eg skal flenna ella gráta av filminum og júst har, haldi eg at fólkið handan filmin hevur sligið feil. Tí eg má jú vita - nær eg skal flenna og nær tað er álvorligt í einum filmi, isje sannheit ..? Tað er nevniliga tí, at eg fari í biograf. Eg fari kanska serliga at hyggja einum dramatiskum filmi, og har syrgur søgugangur, tónleikur og sjónleikara fyri, nær eg eigi at fella eitt tár, og somuleiðis er við einum skemtifilmi. Men her hava tey blanda tingini saman (við nærum) ongum tónleiki og eg standi eftir sum: "Hvat fanin havi eg nú hugt at ..?"
Eg vil tó geva filmin 4 útav 6 stjørnum og hevði filmurin fingið meira - um tey gjørdu meira burturúr punch-lines og tónleikinum, so at ein visti nær ein skuldi gráta ella flenna. Eisini haldi eg at sjónleikarnir í filminum skula hava eitt herðaklapp fyri at hava nossir nokk til at vera við hesum filmi. Men so haldi eg, at endin av filminum er ein totalt "ommer".
Sjá filmin niðanfyri:
JáH (y) 12.12.2015
RSS Feed